fríggjadagur 14. desember 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Lágargarður
Tøkk
Í sambandi við, at røktar- og umlættingar-
heimið Lágargarður hevði 25 ár á baki tann
30. september 2012, takka vit hjartaliga
tykkum, ið hátíðarhildu dagin saman við
okkum. Takk fyri vitjanir, heilsanir,
blómur og gávur.
Øllum verður ynskt eini gleðilig jól,
og eitt av Harranum signað nýggjár.
Í dag fer Johannes Jensen í
Hoyvík um tey fimmti.
Johannes er stjóri á Hotel
Føroyar-samtakinum,
og
hevur staðið á odda fyri at
fremja eina sanna kollvelting
í hotel- og matstovuvinnuni
og í ferðavinnuni seinastu
10 árini. Hartil er hann virk
in sum nevndarlimur og
ígongdsetari í fleiri øðrum
pørtum av vinnulívinum,
har hann setir síni týðiligu
spor og fremur úrslit. M.a.
er hann formaður í endur
stovnaða Ferðaráði Føroya,
næstformaður í nevndini
fyri Bakkafrost, og nevnd
arlimur í Framtak og í Effo.
Tað kemur ikki av ongum,
at Johannes í dag er fram
herji í hotel- og matstovu
vinnuni. Hann vaks upp
saman við yngra bróðrinum,
Erlandi, á gamla Hotel Før
oyum á Kongabrúnni - har
sum
Tryggingarfelagið
Føroyar húsast í dag. For
eldrini, Meinhard og Ruth,
stjórnaðu
hotellinum
í
mong ár og stóðu eisini fyri,
tá nýggja Hotel Føroyar varð
bygt. Soleiðis fekk hann gott
í beinið og tók frá barna
árum lut í tí fjølbroytta virk
seminum á hotellinum. Síðst
í 70’unum flutti familjan
niðan á Hornaveg í Hoyvík,
har Meinhard og Ruth fram
vegis búgva, og haðani tey
hava rikið egna fyritøku, ið
ger mat til tiltøk, veitslur og
borðhald.
Johannes vísti tíðliga ein
heilt serstakan áhuga fyri
framkomnari matgerð, og
flestu hoyvíkingar ivaðust
ikki í, at hann fór at ger
ast kokkur og hotelmað
ur. Men Johannes valdi í
fyrsta umfari aðra leið við
matvørum. Hann starvaðist
sum sølumaður á Føroya
Fiskasølu og fór til Ong
lands at nema sær MBA-
útbúgving
á
Lancaster
University.
Í
1990
varð
hann settur sum sølustjóri
á Faroe Seafood og longu
tvey ár seinni gjørdist hann
marknaðarleiðari. Johannes
virkaði í eini altjóða fyri
tøku og sá allan heimin við
sínum
møguleikum.
Og
hann vildi vinna Føroyum
og føroyskum fiski nýggjar
marknaðir og marknaða
rføra góðskuvørur undir
føroyskum “brandi”. Hann
starvaðist eina tíð í Ham
burg í Týsklandi og seinni í
nítiárunum fór hann til Frak
lands við konu og børnum,
har hann var leiðari á Faroe
Seafood France nøkur ár.
Johannes gjørdist so
statt ein føroyskur heims
borgari við drúgvum altjóða
royndum, sum hevur góðar
førleikar á fleiri heims
málum og hevur eitt stórt
netverk
av
sambondum
uttan fyri Føroyar. Roynd
irnar við altjóða sølu, mark
naðarføring av føroyskum
rávørum og av Føroyum
komu honum allar til góðar,
tá hann loksins fór aftur í ta
vinnu og á ta starvsleið, sum
hann hevði kent frá barns
beini. Í 2001 gjørdist hann
stjóri á Hotel Føroyum. Í
2005 keypti hann saman við
trimum øðrum leiðarum
á Hotel Føroyum 49% av
partapeninginunum í fyri
tøkuni. Og síðani hevur
hann gingið á odda í einari
sannari menning í hotel-
og
matstovuvinnuni
og
innan ferðavinnuni. Hotel
Føroyar er ment til eitt
samtak sum umframt Hotel
Føroyar eigur og rekur:
Hotel Tórshavn í Vágs
botni – við matstovuni og
skeinkistaðnum Hvonn; Káfé
Vágsbotn;
Sushi-matstov
una Etika á Áaarvegnum;
Vallaraheimið Kerjalon og
matstovuna í Norðurlanda
húsinum. Tey standa eisini
fyri matstovum og matsølu
á G-festivalinum í Gøtu og
á Summarfestivalinum í
Klaksvík.
Og á Hotel Føroyum
stovnaði hann í fjør mat
stovuna Koks, sum við gour
met-kokkinum Leif Søren
sen á odda, hevur gingið
heilt nýggjar leiðir við há
góðsku,
norðurlendskum
og føroyskum rávørum og
við matskraúm á teldlum til
hvønn gestin, har gestirnir
kunnu senda myndir og boð
út um allan heim, meðan tey
njóta tænasturnar. Bókin um
Koks, sum forlagið Sprotin
júst hevur givið út við før
oyskum og enskum teksti,
er eitt framúr verk og ein
dragandi lýsing av tí dygd, ið
verður bjóðað – og hartil ein
framúr marknaðarføring av
Føroyum sum serstøkum
ferðavinnumáli.
Ferðaráð
Føroya
varð
endurstovnað fyri júst ein
um ári síðani, og Johannes
varð settur sum formaður.
Ráðið hevur sett stjóra, og
longu nú síggjast úrslit,
greiðir
málsetningar
og
strategiir, sum verða framd
ar og uttan iva fara at gera
skarvslop í at menna ferða
vinnuna í Føroyum.
Tey, sum hava starvast
saman við Johannesi, vita,
at hann er visjonerur, ný
skapandi og vil støðugt lyfta
góðskuna og tær dygdir, ið
Føroyar kunnu bjóða í heim
inum. Og hann er samstund
is perfektionisturr niður í
hvønn smálut. Spennandi
verður at fylgja virksemin
um og úrslitunum hjá før
ingardagsbarninum
kom
andi árini.
Johannes
er
giftur
Onnu Dahl Olsen úr Havn
og tey búgva í Hoyvík. Tey
eiga synirnar Ára, Jákup
og Meinhard. Anna og Jo
hannes eru javngomul og
fara saman við familju,
vinum, starvsfeløgum og
kenningum at hátíðarhalda
rundu
dagarnar
fríggja
kvøldið 14. desember. Og
hvar aðrastaðni enn á Hotel
á Føroyum.
Johannes Jensen 50
Prógv
Áki Heinesen Højsted,
Hoyvík,
hevur
lokið
prógv í teldufrøði, BSc
(Hons) Computer Science,
við First Class Honours
á University of Hert
fordshire í Onglandi.
www.sosialurin.fo