fríggjadagur 14. desember 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
á ymiskan hátt hjálptu okkum og sýndu
samkendslu, tá ið okkara allarbesti
Karl Jóhan Fossá
Tvøroyri
doyði og varð jarðaður.
Kærar heilsanir og eini gleðilig jól og gott
nýggjár ynskja vit tykkum øllum.
Familjunnar vegna
Alma
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Noomi Jacobsen
Norðragøta
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Jóannes Hansen og Poul Færø fyri góð
og troystarrík orð í kapellinum og í Filadelfia.
Tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum
fyri góða røkt og linna. Tøkk til tykkum, sum á
einhvønn hátt hjálptu til við jarðarferðina, og
tøkk til tykkum í Filadelfia, sum skipaðu fyri
ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og fyri
pengagávur til Gøtubrá. Tøkk til øll tykkum, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her
á fold. Tøkk fái tit í Gøtubrá, sum vóru um hana
seinastu árini.
Familjunnar vegna
Schwartz, Richard, Amaliel og Súni
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma
Anna Malena Reynstind
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til øll tykkum, sum vóru um okkum ta
seinastu tíðina. Ein serlig tøkk til tykkum systkin
Margit, Hansa, Mary, Harda, Hallgerð og Jóhan,
og til tykkum grannar, Jórun, Kitty, Lonu og
Dánjal.
Tøkk til Ingu Dam fyri góð og troystarík orð til
jarðarferðina. Somuleiðis takk til kirkjutænarar
og sangarar. Takk til øll tykkum, sum bakaðu og
til tykkum, sum hjálptu til við ervinum, takk fyri
lán av Missiónshúskjallaranum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Krabbameinsfelagið. Tøkk til tykkum mongu,
sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hjalmar
Rósely, Thordis, Diana, John Arnfinn og Maria
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá ið góði pápi, verfaðir, abbi,
bróðir og vinur okkara,
Kári Zachariassen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, peninga
gávur til Thabor, og takk til tykkum øll, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til portørarnar og tey mongu,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervið
og øðrum.
Familjunnar vegna
Linda, Óluva, Høgni og Ása
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymsan
hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri faðir,
verfaðir, abbi og langabbi
Frits Ejvind Leif Mogens Jacobsen
doyði og fór til gravar.
Tøkk til Ingu Poulsen, prest, fyri troystarrík orð í
heimi og kirkju og tøkk til kirkjutænarar
og sangarar.
Tøkk fyri heilsanir. Tøkk til Missiónshúsið og til
tykkum, ið bakaðu, hjálptu okkum við ervinum
og fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Eyðfinnur, Maria, Elsba, Jóna,
Bjarki, Aimé, Elias og Frits Heðin
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi,
langabbi, bróðir og svágir okkara
Tóroddur Kallsoy
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til heimarøktina, læknar, starvsfólkið á
húðambulatoriinum, B8 og B6 fyri umsorgan.
Tøkk til prestarnar, Berg, Sverra og Símun
fyri góð orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar,
berarar, gravara og kórið fyri vakran sang.
Takk fyri køkur og alla hjálp í sambandi við
jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri blómur, kransar
og peningagávur til Meinigheitshúsið. Tøkk tit,
ið komu í kapellið og tøkk øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Familjunnar vegna
Hanna
Kristianna, Sámal og Jóhan v/fam.
Heilsan v/Róm. 6,23.
J Ó L F Y R I Ø L L
Ke n d i r f ø roys k i r j ó l a s a n g i r
169 kr.
F æ s t u m a l t l a n d i ð
J Ó L F Y R I Ø L L
Ke n d i r f ø roys k i r j ó l a s a n g i r
169 kr.
F æ s t u m a l t l a n d i ð