fríggjadagur 14. desember 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
»Game over«
Eg undrist ofta og stórliga
á Jan Müller og henda por
talin nevndur oljan.fo. Ein
fullkomuliga
einkisigandi
grein er 11. desember um ætl
anir at fara undir framleiðslu
av skifergassi í Argentina.
Og Staoil vil ikki gera nakra
viðmerkingar til málið - og
hví vil Statoil ikki tað? Hvat
er skifergass?, spyrja kanska
fleiri. Hví er Jan Müller so
einsíðugur í lýsing og kunn
ing um hvussu gongst við
leitan og borðing eftir olju
og gassi, og einans kann
varpa ljósareyðar glæmur á
hvussu deiligt tað er, og at
vit heilt skjótt finna eina risa
stóra oljukeldu innan fyri
føroyska markið. Hví varpar
Jan ikki eisini ljós á eina av
søgunar stórstu hóttanum
móti øllum livandi á klótuni?
Eg haldi avgjørt ikki hasin
maðurin á myndini hjá Jan
hevur nakað sum helst at
frøðast um, tvørturímóti.
Skifergass,
oljuskifer
og
tjørusandur eru tað, sum Al
Gore umrøddi sum tað mest
skitna brennievni finnast
kundi. Stjórin fyri NASA´s
Goddard Institute for Space
Studies, James Hansen, ið
eisini er ein av heimsins
fremstu granskarum innan
veðurlagsbroytingar
segði
m.a. "game over" fyri alheims
veðurlagnum og broyting
unum, um oljuhungranin
hevur við sær at oljufeløg
sum Statoil, Chevron og aðrir
leggja seg eftir hesum sera
skitnu og óvanligu fossilu
brennievnunum.
Skifergass
Men hvat er so skifergass?
Í stuttum er talan um eitt
slag av náttúrugassi, ið ligg
ur bundið í tøttum løgum av
skifersteini. Til at sleppa at
gassinum verður borðað lodd
rætt niður í undirgrundina
til skiferløgini. Síðan verður
borðað vatnrætt inn í skifer
løgini. Ein blanding av vatni,
sandi og kemiskum evnum
verður undir hátrýsti pump
að niður í boriholið. Hetta
hevur við sær at skiferløgni
flakna og loysna soleiðis
at sandurin kann leggj
ast ímillum og forða fyri at
løgini fella saman, tá trýstið
verður tikið av aftur. Nú er
so møguligt at fáa hendur
á gassinum. Ymsu kem
isku evnini stuðla undir til
gongdina at fáa gassið upp,
men hava eisini við sær at
vatnið, ið pumpað verður
niður í brunnin, skal fáast
burtur og eisini reinskast.
Henda tilgongd kann endur
takast upp til 18 ferðir.
Eitrandi vøtn
Avleiðingar av hesum eru
m.a. at kemisk evni koma
at
drekkivatnsleiðingum
við álvarsomum árinum á
heilsuna hjá fólkum, djór
um og landbúnaði. Í førum
er drekkivatnið so vanda
mikið og skitið, at tað enntá
er vorðið brennbart. Nakað
av hesum eitraða vatninum
verður verandi í jarðløgunum,
meðan annað kemur upp
aftur og má takast burtur
sum kemiskt og vandamikið
rusk. Og her eru tveir møgu
leikar nýttir m.a. í USA og
Onglandi. Annar er at savn
að eitraða løgin í stórar
opnar hyljar har vandin er
at evjan rennur út í løkir,
drekkivatnsløg, áir og víðari í
høvini. Og annar møguleikin
er at pumpa eitrandi løgin
niður aftur í gomul borihol.
Fylgjurnar hava m.a. verði
jarðskjáltar í økjum,ið ann
ars eru jarðskjáltafríð. Sjálvt
arbeiðið at fáa hendur á
skifergassinum hevur ovur
honds stóra dálking við sær.
Flutningur av gassi og milli
ónum av litrum av kemiskum
evnum í lastbilum, og út
búnaðurin til blanding av
pumpuløginum saman við
stórari nøgd av gassi, ið ikki
fæst til høldar, hevur við sær
ovurhonds stóra luftdálking,
ið hevur fleirfalda størri
neiliga ávirkan á veðurlags
broytingarnar
enn
sjálvt
kolakraftverk.
Oljusólskin meðan
ísbjarnin doyr
Nú ber so til at spyrja Jan
Müller, um hann og Oljan.
fo halda hetta er eitt gott
átak? Er hetta ein gongd leið
til burðardygga menning av
framtíðar samfelagnum, og
nakað vit við góðari sam
vitsku kunnu standa inni
fyri er vert at lata yvir til
eftirkomarar? Hesum eigur
Statoil eisini at kunna svara
uppá.
Dag og dagliga hoyra og
lesa vit um sólskinssøgur
um hvussu oljupartabrøvini
hækka í virði, oljufeløgini
borða her og har, alt sær lov
andi út, ung ágrýtin hava
oljuspøl
og
simuleraðar
oljuleitingar, og skjótt skal
hol setast á Norðpólin og
arktiska øki, tí mett verður
har eru tær stóru fossilu
goymslurnar. Náttúrugassið
verður bæði av politikarum
og ídnaðarfólkum sagt at
verða skiftistíðin frá lækk
andi oljuni og til varandi
orkukeldurnar. Hetta kann
takast við allar stórstu fyri
varnum, tí partvís hevur
gassframleiðslan
stórar
nøgdir av methangassi við
sær - ið flestum kunnugt
er fleirfaldað so skaðiligt í
veðurlagshøpi sum CO2, og
partvís verður samfelagið,
og átøk at minka um útlát
av veðurlagsgassum, hild
ið fast í tørvinum á fossil
um
brennievnum.
Hetta
undirgrevur og mótarbeiðir
góðum átøkum til burðar
dyggar loysnir og minkingar í
útlátum av veðurlagsgassum.
Fossila orkan er ikki nakað at
rópa hurra fyri meira, og her
eru eingi vinnarar - øll verða
taparar. Niðurstøðan má tí
verða, at einasti háttur at
sleppa undan áhaldandi hita
øking av klótuni og veður
lagsbroytingum, er at lata øll
fossilu brennievnini liggja í
undirgrundini. »Game over«.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Í Føroyum eru tríggjar útvarpsrásir. Almenna Kringvarp
Føroya umframt privatu Rás2 og Lindin. Almenna Kring
varp Føroya er tað stóra kringvarpið, fíggjað av almenn
inginum sambært lóg. Tí er tað ikki sørt undrunarvert,
at tá ein nú um kvøldarnar tendrar fyri lurtitólið, er
deytt - steindeytt - hjá almenna kringvarpinum, meðan
tey bæði smáu útvarpsfeløgini hava orku til at senda
munandi fleiri tímar.
Nógv hevur verið tosað og skrivað um Kringvarp Føroya,
nú hesin almenni stovnur, sum setur stóran dám á dag
ligdegin hjá flestu føroyingum, er komin í fíggjarligt
óføri. At stovnurin er komin í fíggjarligt óføri eigur tó
ikki at koma óvart á, tí sum ført hevur verið fram, í eini
røð av fjølmiðlum, so hevur Kringvarp Føroya ikki havt
avlop av rakstrinum, síðani Útvarp Føroya og Sjónvarp
Føroya í 2006 vóru løgd saman í núverandi Kringvarp
Føroya. Gamaní hevur verið spart og kringvarpsstýrið
hevur tikið fulla ábyrgd av støðuni, sum er íkomin. Hin
vegin er stóri spurningurin, hví tað kundi koma so langt.
Kringsvarpsstýrið hevur ført fram, at tey hava hugt í
bakkspegilin, men at tey ikki duga at síggja, at nakað
kundi verið gjørt øðrvísi. Hetta minnir ikki sørt um
aðrar, sum m.a. hava ført fram, at strategiin varð fylgd til
punkt og prikka, men skipið sakk, ella at skurðviðgerðin
gekk væl, men sjúklingurin doyði. Okkurt hevur verið
galið. Okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Í Norra siga tey
nakað soleiðis: "Um ein villist í fjøllunum, av tí at kortið
ikki samsvarar við fjøllini, er tað ikki fjøllunum, tað er
galið við..."
Eingin nevnd í privatum felagið hevði sloppið at sitið í
6-7 ár og bert fylgt nevyt við, hvussu eginognin spaku
liga hvarv orsakað av áhaldandi halli á rakstrinum, uttan
at gjørt nakað munadygt. Úrslitið er tann sorgarleikur,
sum vit nú eru vitni til. Stóri taparin er lurtarin,
sum er álagdur at rinda nógv fyri lítið, og ikki minst
starvsfólkini, sum nú verða væl harðari rakt, enn um
kringvarpsstýrið í tøkum tíma veruliga hevði tikið sær
av fíggjarliga veruleikanum.
Aftrat hesum tíggjar kringvarpið sær sum ein trupul
tannáringur. Um vit ikki fáa teir pengarnar sum okkum
tørvar, so tíma vit einki. Vit sløkkja fyri sendaran og
tíma heldur ikki at gera eina roynd at fáa sum frægast
burtur úr. Er hetta kanska eitt óbeinleiðis mótmæli móti
teimum almennu sparingum, sum í løtuni verða framdar
kring alt landið?
Eitt hvørt annað virkið hevði megnað at tillagað seg til
ein nýggjan veruleika, ið merkir eina inntøkulækking
á umleið 10%, uttan soleiðis, meir ella minni, at kasta
handklæðið í ringin. Og hvør virkisleiðari hevði ikki
verið ovurfegin um, at kunna byrja eitt fíggjarár við
at vita, at tær fyrstu umleið 60 milliónirnar longu
vóru komnar í kassan? Er veruleikin ikki bara tann,
at Kringvarp Føroya ikki hevur fylgt við tíðini, hevur
manglað tey skapandi evnini til endurnýggjan og er
vorið júst sum ein trupul tannáringur?
Tað ringasta í øllum hesum er helst eisini, at kringvarpið,
við sínum lýsingarpolitikki, nærum hevur togað fleiri
av privatu miðlunum niður í fíggjarliga dýkið við sær.
Hetta hava fleiri av teimum privatu miðlunum ført fram,
óheftir hvør av øðrum. Tí má tann rætta loysnin finnast
viðvíkjandi kringvarpinum, tí annars er vandi fyri, at alt
triðja statsvaldið fer fyri skeyti, og tað hevði verið ein
sonn vannlagna fyri Føroyar.
Jan Otto
S. Holm
óheftur
fíggjarráðgevi
EYGA
MÁLIÐ
Trupli tannáringurin
Kári Thomsen
?????
J Ó L F Y R I Ø L L
Ke n d i r f ø roys k i r j ó l a s a n g i r
169 kr.
F æ s t u m a l t l a n d i ð