Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Hans Pauli Strøm Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin Eru Føroyar tað góða samfelagið? Vit eru rúkandi ósamd um nógv. M.a. um ta vandakós, sum høgra­ samgongan hjá Jørgeni & Jenisi, Kaj og Kára føra Føroyar á. Vit kunnu eisini vera ósamd um tann pástandin, at Føroyar eru eitt av bestu londum í heiminum at liva í. Tað velst jú um, hvat tú leggur dent á, ella júst hvussu tín lívsstøða er. Tað skerst tó ikki burtur, at í al­tjóða samanberingum liggja Før­oyar í fremstu røð saman við hinum Norðanlondunum, tá tað snýr seg um tey mest avgerandi mátini fyri góðum lívskorum. Høvuðseyðkenni fyri eitt væl­ ferðarsamfelag er, at tað kann tryggja øllum sínum borgarum: • grundleggjandi livikor (føði, klæði og býli) • trygd móti vinnuloysi, sjúku, fátækt og kúgan • javnbjóðis møguleikar til inntøku og persónliga menning Nógv lond rokna seg fyri at vera væl­ferðarsamfeløg. Men tær grund­leggj­andi skipaninar kunnu vera sera ymiskar: Við høvuðs­ denti á felags, sam­halds­fasta fígg­ ing - ella á einstaklingatryggingar og privatar felagsskapir. Tað kunnu vera rættindi fyri øll – ella avmarkað til tey neyðstøddu. Tað kunnu verða veitingar á høgum endurgjaldsstøði – ella olmussuskipanir, ið seta fólk út á sosiala útjaðaran. Hvat er so serligt við norðurlendska vælferðarsamfelagnum? Tá vit tosa um “norðurlendska vælferðarsamfelagið”, eru hesi høvuðseyðkenni: • allir borgarar, høg eins og lág, eru fevndir av unive­r­sellum rættindum til vælferðar­tæn­ astur á jøvnum, høgum støði • við felags, samhaldsfastari fígging, í størstan mun yvir skattin • við útjavnandi umfordeiling millum háinntøkur og lág­ inntøkur • við avtaluskipaðum, familju­ vinarligum og rúmligum arbeiðsmarknaðarpolitikki • við sosialum kapitali í síná­ millum áliti millum borgarar, feløg, fyritøkur og stovnar at samstarva um felags loysnir Tað er eftir hesum meginreglum vit áhaldandi stremba eftir tí góða samfelagnum, at tað skal fevna um okkum øll – ein politisk og samfelagslig stremban eftir tí, sum Hanus Kamban so vakurt lýsti sum “Samhugans Ríki” í síni fínu kronikk, “Tað góða lívið”, í Sosialinum t. 23. nov. Munur á londum og lívskorum Millum øll tey nógvu altjóða mát, ið eru um lívskor í ymiskum londum, er her bara pláss fyri nøkrum fáum. Tey byggja á tilfar frá “The Equality Trust Fund” (sí mína síðstu tíðargrein um “fíggjarliga waterpassið” og sosialvísindaliga verkið hjá Wilkinson og Pickett). Fyrsta myndin lýsir hvussu javnt ella ójavnt inntøkubýtið er í sam­ felagnum. Norðanlondini skilja seg burturúr. Fyri Japan er orsøkin tað sjáldsama javna lønarlagið heldur enn útjavnandi skattaskipanir. Næsta myndin lýsir hvussu lond­ ini standa seg í hesum grund­ leggjandi førleikanum, at skapa góð barnalívskor. Her hava vit vísitalið fyri barnavælferð hjá ST- stovninum UNICEF, og aftur her eru Norðanlond millum tey bestu. Triðja myndin er um barna­deyði­ ligheit. Tað hava eg tikið aftrat fyrru myndini um barnavælferð, tí har eru Føroyar ikki við. Men tað eru vit her. Barnadeyðiligheit er annars eitt tað besta mátið fyri barnavælferð og samfelagsdygd. Fjórða myndin er eitt dømi um tann sosiala kapitalin, íð er í álitinum borgaranna mill­um. Her hava vit tíverri ongar upp­ lýsingar úr Føroyum, men ikki undrunarvert liggja Norðan­ londini ovast. Fimta myndin sigur nakað um, hvussu vit raðfesta sosialu skipaninar, fyri børn og ung, pensjonistar og gomul, arbeiðs­ leys, sjúk, førleikaskerd og fólk í sosialum trupulleikum. At Noreg liggur lutfalsliga lágt kemur av, at roknað verður í mun til ovurhondsstóru norsku bruttotjóðarúrtøkuna m.a. frá oljuvinnuni. Verður roknað pr. íbúgva, liggur Noreg ovast. Arbeiðsmarknaðurin er eisini serstakur í Norðanlondum. Onga aðrastaðni er so alstórur partur av fólkinum virkin á arbeiðsmarknaðinum. Fyri Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Mynd 1 Mynd 2 Framhald á næstu síðu