Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyar er enntá so, at vit standa fremst av Norðanlondunum, við tí størsta vinnutíttleikanum, bæði fyri menn og kvinnur! Haraftrat kemur, at ongastaðni eru tey eldru virkin á arbeiðsmarknaðinum so langt upp í árini, sum í Føroyum. Hvat kann orsøkin vera? Tað kemst ikki uttanum, at eftir altjóða samberingum standa Føroyar og hini norðanlondini seg sera væl, tá tað snýr seg um eitt javnt inntøkubýti og tey ymisku mátini fyri livikor og vælferð. Orsøkirnar eru fleiri. Men nøkur viðurskifti kunnu takast fram: • Lønarlagið í Føroyum er nógv javnari enn aðrastaðni. Hóast tað er farið nakað á glið hesi seinastu árini, so er tað enn so, at vit góðtaka ikki teir stóru ójavnarnar í lønunum. • Stór umfordeiling yvir skattin – heilt fram til høgrasam­ gongan upp undir jól í fjør gjøgnumtrumfaði tann asosiala flatskattin og tjóvaríið av framtíðar pensjónsskatti - við veldugari umfordeiling frá láginntøkum til háinntøkur. Her fara vit at síggja ein størri ójavna, tá nýggj inntøku­ upp­gerð kann gerast úr 2012-tølunum. • Flest øll í Føroyum eru fevnd av arbeiðsmarknaðinum, sum nevnt omanfyri, og tí eru eisini færri, ið liva av stuðuli og veitingum í Føroyum enn aðrastaðni. • Og so hava vit sterkar sosialar skipanir á høgum norður­ lendskum stigi. Undir øllum hesum liggur eis­ini tann stóri samfelagsligi tætt­ leikin í Føroyum, ið gevur ein ser­stakan sosialan hita og ábyrgd av hvørjumøðrum. Hetta kemur lutvíst av fysiska nærleik­anum í tí sera lítla, ikki-býar­gjørda samfelagnum. Og lutvíst av sterkum felagsligum og sam­halds­ føstum traditiónum, ið hava sín uppruna í tørvinum fyri at skipa seg í felag fyri at kunna lívbjarga sær undir so sjáldsama kørgum náttúrugivnum lívsfyritreytum sum í Føroyum. Enn er samhaldsmegin sterk í Føroyum. Tann stóri spurningurin er, hvussu hon kann vikna og undir­gravast av asosiala spjaðingar­politikkinum hjá høgra­ sam­gonguni. Baksíður av medaljuni Hóast føroyska samfelagið stend­ur seg væl í altjóða saman­ beringum um lívskor og vælferð, so eru viðurskifti, vit ikki kunnu rósa okkum av. Í inn­tøku­upp-gerð­ ini hjá Hagstovuni fyri 2010 eru lýsingar av samfelagsbólkum, sum ikki fáa sama góða lut í vælferðini, sum hini. Har verður staðfest, at serliga tríggir samfelagsbólkar eru verri fyri, við at ein størri partur av teimum liva í fátækraváða, enn aðrir: • stakir forsyrgjarar, • tey eldru, pensjonistarnir • og lutvíst eisini smábarnafamiljur. Hugstoytandi er, at hóast hetta varð staðfest longu í kanningini í fjør vár, og aftur endurtikið við kanningini síðsta vár, so møtir hesin veruleikin bara politiskari líkasælu frá landsins leiðslu. Sjálvbodna tiltakið “Í menniskjum góður tokki” setir ljós á truplu støðuna hjá hundraðtals familjum, ið liva á samfelagsins skuggasíðu. Tiltakið avdúkar, at her røkka okkara vælferðarskipanir ikki til. Men heldur ikki í hesum føri letur politiska skipanin við seg koma. Tann stóri innsatsurin og undirtøkan frá borgarum, felagsskapum og fyritøkum er hinvegin eitt tekin um, at fjøldin av føroyingum setir bæði ítøkiligan sosialan samhuga og hugmyndina um “samhugans ríki” høgt. Framhald av síåu 19 tíðargrein Mynd 3 Mynd 4 Mynd 5 Sjálvbodna tiltakið »Í menn­ iskjum góður tokki« setir ljós á truplu støðuna hjá hundrað­ tals familjum, ið liva á sam­ felag­sins skugga­síðu. Tiltakið avdúkar, at her røkka okkara væl­ferðar­skip­anir ikki til. Men heldur ikki í hesum føri letur politiska skipanin við seg koma