fríggjadagur 14. desember 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Samgongan skapar
álit og arbeiðspláss!
Tað heldur andstøðan har
afturímóti ikki. Hon sigur í
minnilutauppskotinum
til
fíggjarlógina fyri 2013, at
“samgongan skapar misálit
og ótryggleika.” At fíggjar
politikkurin ger kreppuna
verri, minkar um “álitið og
optimismuna, sum er neyðug
í einum og hvørjum samfe
lag.” Andstøðan grundgevur
við tølunum hjá Landsbank
anum, ið siga, at nýtslukvotan
fyri 2012 er 84%, samanborið
við 86% í 2011.
Bjartskygni
Tað er eingin loyna, at nýtslan
er tengd at optimismu. Eru
fólk bjartskygd, brúka tey
pengar. Eru fólk bangin,
brúka tey ongar pengar.
Hesum
hevur
andstøðan
rætt í. Tískil er tað ikki sørt
undranarsamt, at andstøðan
gevur samgonguni skyldina
fyri, at nýtslukvotan lækkar
við 2%, tí hon hevur ikki
gjørt annað í tólv mánaðir
enn at sáa iva og mistreysti
í Føroyum. Tað er ikki ein
vika síðani, at Høgni Hoydal
hevði ein tjekk lista yvir, hvat
samgongan hevði gjørt. Hann
nevndi millum annað, at:
•
sosialt leiðir samgongan
Føroyar aftur í gamla
stættarsamfelagið
•
vinnuliga leiðir
samgongan Føroyar
aftur til feudalsamfelagið
Tað skapar ikki álit. Heldur
ikki treysti.
Fleiri arbeiðspláss
Fyri tveimum vikum síð
ani viðgjørdi løgtingið upp
skot frá andstøðuni um, har
heildarætlan skuldi gerast
fyri, hvussu vit basa ung
dóms- og langtíðararbeiðs
loysinum í Føroyum. Tey
vildu vera við, at vit ikki
høvdu neyvu tølini fyri ar
beiðsloysið, tí summi fólk
komu undir tað, sum and
støðan nevnir skuggatøl. Um
somu tíð, sum uppskotið var
viðgjørt, boðaði Hagstovan
frá, at arbeiðsloysið lækk
aði úr 5,1% niður í 5%. Sam
gongan fegnaðist um tølini,
tí flatskatturin hevur havt
við sær, at arbeiðsloysið er
lækka við 1%, síðani hon tók
við í fjør. Gleddist um 385
nýggju arbeiðsplássini.
Hetta dámar andstøðuni
ikki.
Inntøkurnar vaksa
Tað sigur seg sjálvt. Tá ar
beiðsloysið lækkar, verða
fleiri
arbeiðspláss
skapt.
Um vit hyggja at tølunum,
er talan um 385 fleiri løntak
arar. Í krónum og oyrum er
lønarvøksturin hjá føroysku
húsarhaldunum øktur við
305 mió. kr. í 2012, samanborið
við 2011.
Hetta ásannar andstøðan
eisini, men hon velur ístað
in at seta sjóneykuna á
MVGið, sum fyrstu 11 mán
aðirnir øktist við 40 mió. kr.
Tað er minni, enn samgong
an væntaði, men tað skal
viðmerkjast, at jólamánað
urin er ikki íroknaður. Tá
nýtsla og MVG eru tengd at
hvørjum øðrum, og nýtslu
kvotan er lækkað við 2%, er
orsøkin tann, at samgongan
skapar “misálit og ótrygg
leika.”
Vit kunnu verða samd
um,
at
útsøgnirnar
hjá
Høgni Hoydal ikki skapa
álit. Heldur ikki tryggleika.
Sama er galdandi fyri upp
skotið hjá andstøðuni um,
hvussu vit basa langtíðar
arbeiðsloysinum, tá fleiri og
fleiri fáa arbeiði.
Hugleiða um
fiktivar pengar
Ístaðin loyvir andstøðan sær
at hugleiða í minnilutaálit
inum:
“Var nýtslan vanlig – tvs
95% av tøku inntøkuni –“
ístaðin fyri 84% í 2012, hevði
privata nýtslan vaksið við
“1001 mió. kr… Tá umleið 30%
av privatu nýtsluni kemur
inn sum inntøkur til landið,
høvdu
landsins
inntøkur
verið øktar við 300,3 mió kr.”
Hetta er tann reini heila
spuni. Gævi at nýtslan var
95% av tøku inntøkuni, men
vit mugu ikki gloyma, at vit
eru partur av heimssam
felagnum. Vit eru miðskeiðis
í svárastu kreppuni í nýggjari
tíð, og tað sigur seg sjálvt,
at fólk aftra seg at brúka
pengar. Bæði í Føroyum og
í útlondum. Tískil er tað
púrasta burtur við, tá and
støðan tekur hesa fiktivu
300,3 mió. kr. og uppáheldur,
at greitt yvirskot hevði verið
á fíggjarlógini, “um vit høvdu
eina leiðslu í landinum, ið
megnaði at skapa álit og
tryggleika í staðin fyri misálit
og ótta.”
Framtíðin er bjørt
Samgongan roynir at skapa
álit. Tryggleika. Vit royna
at vísa á, at lønarvøksturin
øktist við 305 mió. kr í 2012.
At 385 nýggj arbeiðpláss eru
skapt í 2012. At arbeiðsloysið
lækkaði úr 6,1% niður í 5%. At
undirskotið á fíggjarlógini
minkar við 135,9 mió. kr.
Harafturat vísa nýggj
astu metingarnar hjá fíggj
armálaráðnum, at skatta
inntøkurnar verða millum
10 og 20 mió. kr. hægri, enn
mett var í fíggjarlógini. Tað
skal viðmerkjast, at talan er
um landsskatt, sum vanligi
borgarin rindar í A-inntøku.
Sostatt fylgja øktu skatta
inntøkurnar neyvt saman við
lønarvøkstrinum og nýggju
arbeiðsplássunum.
Tað er eingin loyna, at
arbeiði og nýtsla eru tengd at
hvørjum øðrum. At arbeiðs
pláss og optimisma fylgjast
hond í hond. Hava fólk ar
beiði, brúka tey pengar. Hava
tey einki arbeiði, brúka tey
ongar pengar. Tískil er tað
at gleðast um, at andstøðan
nevnir optimismu, tí fram
tíðin er bjørt.
Spurningurin er, um and
støðan framhaldandi ætlar at
skapa misálit og ótryggleika,
ella um tey framyvir vilja
skapa treysti og tryggleika
saman við samgonguni.
Livst so spyrst!
Hanus
Samró
Løgtingsmaður
fyri fólkaflokkin
46,5 nýggj
støðug
ársverk
í Klaksvík
Tað er sera hugaligt, nú
hettar býráðskeiðið er um
at verða liðugt, at tað í hesi
setuni eru komin 46,5 nýggj
støðug ársverk innan tað
sosiala økið til Klaksvíkar.
Tá vit so hugsa um, at tað
eru fleiri, sum ynskja at
arbeiða niðursetta tíð, kann
hetta lættliga hava við sær,
at uml. 60 fólk ella fleiri fáa
støðugt arbeiði.
Á Brekku í Klaksvík
verða bygdar íbúðir til fólk
við serligum avbjóðingum.
Hetta er eitt samstarv mill
um Klaksvíkar kommunu
og landið. Fyrst og fremst
er tað sjálvandi hugaligt,
at fólk við serligum avbjóð
ingum nú fáa møguleika
at búgva fyri seg sjálvan í
góðum íbúðum. Eftir ætlan
verða hesar íbúðir longu
lidnar vári 2014. Hendan
íløgan skapar 20 nýggj
støðug ársverk í Klaksvík.
Nýggja
Røktarheimið
við Vánna verður liðugt
eftir ætlan longu í juli 2013.
Eisini her er tað fyrst og
fremst gleðiligt, at Røktar
heimið fer at bøta munandi
uppá tørvin á eldraøkinum.
Hendan íløgan fer at skapa
26,5 nýggj støðug arbeiðs
pláss í Klaksvík.
Her er talan í stórstan
mun um arbeiðspláss, sum
verða røkt av kvinnum. Tí
er tað tess meir gleðiligt
at vit við hesum fáa fleiri
nýggj støðug arbeiðspláss
til kvinnur, tá kanningar
vísa, at tað serliga eru
kvinnurnar, sum rýma av
landinum.
Sjálv havi eg gingið sera
høgt uppí , at vit skulu hava
fleiri støðug arbeiðspláss
óansæð
hvussu
veðrið,
streymur ella fiskiskapurin
er. Hetta hevur stóran týdn
ing fyri økið her norðuri og
er hetta eitt stig á leiðini.
Tað er langt eftir á mál
enn, men hetta er rættur
vegurin at ganga. Serliga
eru tað vitunartung ar
beiðspláss vit hava brúk
fyri og eru tey ein partur
av hesi íløgu.
Eg síggi fyri mær, at
vinnan í framtíðini fer at
koma meira við, og verður
tað kanska serliga innan
gransking og vørumenning
í fiskiídnaðinum.
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygs
dóttur
býráðslimur
Strika mótrokningina millum hjún
Í morgin skal Løgtingið við
gera uppskot frá Anniku
Olsen,
landsstýriskvinnu
í almannamálum, um at
strika mótrokningina mill
um hjúnafelagar fyri fólka
pensjónistar, sum eru giftir
við einum, sum ikki er fólka-
pensjónistur.
Vinnur uppskotið frama
vil møgulig inntøka hjá tí
hjúnafelaganum, sum ikki
fær pensjón, onga ávirkan
hava á pensjónina hjá pen
sjónistinum. Tað er bert egin
inntøka, sum ávirkar pen
sjónina.
Sum er verður inntøka
hjá hjúnafelaga, ið er á ar
beiðsmarknaðinum,
mót
roknað
í
pensjónini
hjá
fólkapensjónistum. Tá fær
pensjónisturin í ringasta føri
bert grundarupphædd og
samhaldsfasta.
Hetta verður nú ætlandi
broytt.
- Tað skal ikki vera ein
fíggjarligur vansi fyri eini
hjún,
at
annar
parturin
framvegis er á arbeiðsmark
naðinum. Uppskotið bøtir um
støðuna, sum pensjónistar
við hjúnafelaga, ið ikki er
pensjónistur, kunnu koma í,
um hjúnafelagin hevur van
liga arbeiðsinntøku, sigur
landsstýriskvinnan í við
merking til uppskotið.
Við hesum lógaruppskoti
verður inntøka hjá hjúnafe
laga, ið ikki sjálvur er pen
sjónistur, ikki longur roknað
upp í inntøkugrundarlagið
hjá pensjónisti í sambandi
við útrokning av vanligu
viðbótini. Frameftir verður
bert mótroknað í inntøku
hjá hjúnafelaga, um bæði eru
pensjónistar.
Hetta er fyrsta stigið á
leiðini bert at knýta fólka
pensjónina at egin inntøku,
sum er eitt av endamálunum
í arbeiðinum við pensjóns
nýskipanini.
Gildiskoma er í 1. juli 2013
Almannamálaráðið