Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Nr. 67 - 6. apríl 2004 31 UTTAN ÚR HEIMI Ein higartil ókendur sjiamuslimskur bólkur í Irak hóttir við at gera Irak til ein blóðugan vígvøll í bardaganum ímóti USA IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Mehdi-bólkurin gjørdi fyri fyrstu ferð vart við seg um vikuskiftið og tað við lít. Í tí fátæka býnum Sadr uttan fyri Bagdad lógu sjey amerikanskir hermenn eftirá, og minst 22 vórðu særdir, tá limir í Mehdi tóku valdið á løgreglu- støðini og fleiri øðrum bygningum í býnum. Í býnum Najaf lupu limir í Mehdi-bólkinum á eina herstøð hjá hermonnum úr Spania og El Salvador, og har doyðu minst 24 fólk í samanbrestinum, teirra millum ein amerikanskur hermaður og ein úr El Salvador. 19 hermenn vórðu særdir. Úr býunum Kirkuk, Nassiriya og Basra frættist eisini frá ófriði, har limir í Mehdi-bólkinum skipaðu fyri. - Hersetingarvaldið er okkara fíggindi, og Guð fer at samsýna okkum fyri tað, vit gera, segði leiðarin í bólkinum, Moqtada al- Sadr, sunnudagin sambært tíðindastovuni Reuters. Fyri einum ári síðani stongdi amerikanska her- leiðslan eitt blað, sum tann víðgongdi sjiamuslimski leiðarin gav út. Orsøkin var sambært amerikanarunum, at blaðið eggjaði til upp- reistur, men Moqtada al- Sadr hevur alla tíðina lovað, at hann fór at hevna avgerðina. - Eg og mínir trúgvu fylgisveinar eru undir ágangi frá hersetingarvald- inum og teirra leigu- sveinum. Vit fara at gera okkum inn á teir allastaðni, segði al-Sadr sunnudagin. Amerikanska herleiðslan er serliga ørkymlað av hevndarálopunum, tí Mehdi-bólkurin er sjia- muslimskur og umboðar harvið ein part av meiri- lutanum av fólkinum í Irak. Umleið 60 prosent av irakska fólkinum eru sjia- muslimar. Higartil hava amerikanararnir serliga møtt mótstøðu frá tí sunni- muslimska minnilutanum og útlendskum yvirgangs- monnum. Tí ørkymlar tað amerikanararnar, at partar av tí sjiamuslimska meiri- lutanum eisini eru farnir at gera so ógvusliga mót- støðu, skrivar Reuters. Sunnimuslimarnir halda eisini fram við sínari mót- støðu. So seint sum sunnu- dagin doyðu tveir ameri- kanskir hermenn, tá teir vórðu álopnir í tí í sunni- muslimska býnum Falluja. USA hevur nú mist 610 hermenn í Irak. Ætlar at útbyggja Barsebæck Stendur tað til svenska fólka- flokkin, skal Svø- ríki hava mun- andi fleiri kjarn- orkureaktorar enn nú. Millum annað skal tað umstrídda verkið við Oyrasund byggjast út KJARNORKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann frælslynti svenski Fólkaflokkur- in ætlar sær at ganga ímóti avgerðini, sum sviar tóku á fólkaat- kvøðu fyri 24 árum síðani um at leggja kjarnorkuverkini nið- ur. Flokkurin ætlar tvørturímóti at byggja verkini í Ringhals og Barsebæck út. Næstformaðurin í flokkinum, Jan Bjørk- lund, segði við svenska sjónvarpið sunnu- kvøldið, at verða svensku kjarnorku- verkini ikki bygd út, verða sviar noyddir at innflyta meiri olju og gass fyri at útvega nóg mikið av orku. Tað er beint ímóti politikkin- um at avmarka vakst- rarhúsárinið, segði hann. Danskir politikarar hava í fleiri ár kravt, at verkið í Barsebæck verður stongt, tí tað liggur beint yvir av Keypmannahavn. Men Jan Bjørklund heldur lítið um tað danska kravið. - Danir nýta kol til at framleiða orku. Teir kunnu ikki gera um- hvørvinum størri skaða, so teirra atfinn- ingar eru heilt burtur- við, sigur svenski floksformaðurin. Sambært umhvørv- ispolitikkinum hjá svenska Fólkaflokk- inum skal Svøríki hava 13 ella 15 kjarnorku- reaktorar um 30 ár. Í dag eru 10 ár, síðani tað ræðuliga fólka- morðið í afrikanska landinum Rwanda byrjaði FÓLKAMORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Um kvøldið tann 6. apríl í 1994 varð flogfarið við rwandiska forsetanum Ju- venal Habyarimana skotið niður. Tað gjørdist byrjanin til eitt av teimum ringastu fólkamorðunum í nýggjari tíð, og tær næstu trettan vikurnar vórðu umleið 800.000 fólk myrd. Altjóða samfelagið visti, hvat hendi, men gjørdi einki fyri at steðga fólka- morðinum. Men Rwanda kundi sloppið undan ræðuleikun- um, høvdu ST og Vestur- heimurin sent eitt friðar- varðveitandi herlið til land- ið. Tað skrivar kanadiski heryvirmaðurin Romeo Dallaire, sum stóð á odda fyri einum lítlum ST-liði, sum var í Rwanda, men sum var so illa mannað, at tað fekk einki gjørt. Men sambært heryvirmanninum høvdu ST og Vesturheim- urin góða tíð at fyrireika seg, tí fólkamorðið var lagt til rættis fleiri vikur framm- anundan, sigur hann. Núverandi rwandiski for- setin, Paul Kagame, leggur altjóða samfelagið undir at hava gloymt tey, sum gjørd- ust offur fyri fólkamorðin- um fyri 10 árum síðani. Hann sigur, at tað var húðarliturin hjá offrunum, sum gjørdi, at hvørki ST, ES-londini ella Clinton- stjórnin í USA rættu hond frá síðu fyri at fyribyrgja tí, sum hendi. Hesa vikuna eru minn- ingarhald um alt Rwanda til minnis um tey umleið 800.000, sum lótu lív í fólkamorðinum. 10 ár síðani fólkamorðið í Rwanda Nýggjur yvirgangsbólkur hóttir við blóðugum bardaga Moqtada al-Sadr og bólkur hansara Mehdi hótta við at gera seg inn á amerikanarar og teirra leigusveinar í Irak. Tey fyrstu álopini hjá bólkinum kostaðu fleiri hermonnum lívið Mynd: Reuters Mazda B2500 til sølu Vegna tryggingarfelagið Trygd selja vit skaddan Mazda B2500 4x4 pick up. árg. des. 2003. Berg Motors, tlf. 313535 Til sølu Ein Nissan Patrol 3.0 Turbo diesel, 2 setur, el-leður- setur v/ hita, el-sóltak, klimaanlegg, árg. 11/2000. Verður seldur um hóskandi boð fæst. Prísuppskot: 230.000 kr. Áhugað kunnu venda sær til vinnulívsdeildina á tlf. 31 13 50. Føroya Banki Lýsið við brúktum bilum -tað loysir seg C M Y K 31 30