fríggjadagur 14. desember 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
6
VIKUSKIFTI
tekstargrundarlagnum. Snøgt sagt ein
tøgnmentan. Tað er ikki mennandi fyri
fólkaræðið, heldur Hans Andrias. Fólk
skulu hava rætt at finnast at øllum sjón
armiðum og virðum í samfelagnum. Í
veruleikanum skulu fólk eggjast til tað,
tí tað er við fjølbroyttum almennum
orðaskifti, har skilvísar grundgevingar
eru týdningarmesta amboðið, at fólka
ræðið mennist.
– Sterku afturhaldskreftirnar í Før
oyum verja síni áhugamál við at brúka
Bíbliuna sum grundarlag fyri, hvussu
onnur skulu liva. Bíblian heldur ikki
altíð fyri einari neyvari vísindaligari
kanning. Tað er eingin ivi, at vísindin
er sterkasta amboðið at granska og lýsa
náttúruna, meðan átrúnarligir spurn
ingar í nógv størri mun eru privat viður
skifti. Øll framkomin samfeløg tryggja
sínum borgarum politisk og átrúnaðar
lig rættindi, og samfelagið eigur ikki
at hava ein ávísan átrunað, sum fram
um aðrar verður vardur í lóggávuni.
Samfelagið skal í lóggávuni verja allar
borgarar, so borgararnir sjálvur kunnu
velja sín átrúnað – ella ongan, sigur
Hans Andrias Sølvará.
Sum virkin luttakari hevur søgu
frøðingurin fyrr víst á, at føroyska
kjakmentanin er í kreppu. Sjúkutekini
eru tunnu argumentini og ósakligi
álopini á persónar. Hann hevur ofta
merkt sjálvur, at tað verður ikki kjak
ast um substansin. Hann hevur verið
fyri nógvum skotum. Umframt telefon
samrøður við fólk, hava fleiri ófólkalig
lesarabrøv við skeivum uppáhaldum og
uttan grundgevingar sora hansara verk
sundur. Enn tá frá fólki, sum ikki hava
lisið bøkur hansara.
Tað er neyðugt at kjakast um grund
arlagið undir føroyska samfelagnum,
og tað er ein sjálvirkandi drívmegi hjá
Hans Andriasi.
– Tað er alneyðugt við almennum
orðaskifti um tað, sum verður brúkt
sum samfelagsligt grundarlag og sum
politisk grundgeving. Tað er sjáldan
kritisk viðgerð av átrúnaði her hjá
okkum. Søgukritiskar bøkur um Bíbliuna
snúgva seg ikki um Gud ella trúgv, men
um tað, sum teksturin við skilvísum
vísindaligum háttaløgum kann metast
at kunna bera. Bíbliukritikkur snýr
seg ikki um Gud, men um tekstirnar,
sum menniskju hava skrivað um Gud.
Gud er óheftur av teimum tekstunum.
Spurningurin um Guds eksistens er ikki
søgukritiskur, men filosofiskur.
– Orðaskiftið her hjá okkum er ofta
ov einfalt. Vit skulu kjakast við hald
barari argumentatión, og taka mótstríð
andi sjónarmið til umrøðu, heldur enn
at niðurgera mótstøðufólkini. Tað er tí
verri ofta leisturin. Tílíkt orðaskifti, har
farið verður eftir mótstøðufólkunum,
ber ofta við sær, at báðir partar fara at
gera tað sama, sigur hann. Tað er komið
fyri, at hann hevur sjálvur angrað okk
urt, hann hevur skriva í bløðini.
Ein skylda
Vantandi virðingin fyri serfrøðini hev
ur í nógv ár verið eitt evni, sum ser
frøðin í Føroyum hevur funnist at.
Fakfólk halda seg vera við skerdan lut
í politisku skipanini. Fakfólkini sleppa
mest sum bara heim til undirvísing
og administratión, tá tey koma aftur
til Føroya, heldur enn at arbeiða og
granska í produktivari vinnu. Politiski
myndugleikin er trekur at flyta seg
nærri einum vitanarsamfelag, sum er
vegurin fram, verður vanliga sagt.
Ein afturvendandi trupulleiki hevur
hinvegin verið, at fakfólk taka í ov lítl
an mun lut í almenna orðaskiftinum.
Hans Andrias Sølvará
førdi fram sum gesta
røðari til pisufund í
2008, at tað »hevur
onkuntíð undrað meg,
at tað ofta eru ung fólk,
sum eru í ferð við at taka
onkra útbúgving, sum hava
mest at geva samfelagnum,
meðan meira tilkomin fólk, sum hava
fingið eina drúgva útbúgving ofta
síggja út til at hava minni at geva.«
Hans Andrias er eitt av undantøk
unum. Hann metir tað vera sína skyldu
sum søgufrøðingur og rithøvundur at
geva sítt íkast til almenna orðaskifti,
fremst av øllum, tí hann heldur seg hava
nakað at geva. Ikki tí, hann heldur seg
hava rætt, men tí kjakið er neyðugt. Tað
er eisini ein skylda í sínum starvi, tí tað
er staðfest í lógini fyri Fróðskaparsetur
Føroya, at tað skal vera við til at elva
til kjak.
– Kjak og ósemjur er tað, sum menna
og hvessa sjónarmiðini. Tøgnin fjalir
trupulleikarnar. Tað eru nógv evnir,
sum ov sjáldan verða tikin til umrøðu
í Føroyum. Tað hevur undrað meg, at
kjak um kristindómin fyllir so lítið.
Serliga nú, tá politikarar eru bundnir
at skriftini. Ein kjakmentan í kreppu
er, tá mótstøðufólkini sparka eftir mær,
heldur enn at kjakast við argumentum.
Eg sigi ikki, at eg havi rætt, heldur ikki,
at eg ongantíð sjálvur eri lopin framan,
men eg royni eftir førimuni at kjakast
við teimum vísindaligu argumentunum,
eg havi. Eg gevi eitt íkast, sum kann
víðka sjónaringin. Um onkur
ikki er samdur, kom so og
kjakist um tað, sigur
hann.
Fakta
Hans Andrias Sølvará varð føddur í Klaksvík tann
11. november 1962. Hann er giftur Anniku Sølvará.
Saman eiga tey tvey børn.
Hann hevur lisið cand.mag í søgu og heimspeki
á Fróðskaparsetrið Føroya og Århus Universitet.
Adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini á
Fróðskaparsetri Føroya síðan november 2009.
Frá desember í 2010 hevur hann verið lektari.
Dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini í 2009-2010,
deildarleiðari síðan november 2010.
Tað er sjáldan kritisk viðgerð av átrúnaði her
hjá okkum. Søgukritiskar bøkur um Bíbliuna
snúgva seg ikki um Gud ella trúgv, men um
tað, sum teksturin við skilvísum vísindaligum
háttaløgum kann metast at kunna bera
mynd: Álvur Haraldsen