Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 14. desember 2012 7 VIKUSKIFTI mynd: Martin Sirkovsky At finna jólagávur til tíni kærastu er mangan ein trupul uppgáva. Vit, sum gera Vikuskifti, hava hugsað okkum væl um, og her fáa tit okkara jólagávuynski. Kann vera at júst tú fær eitt hugskot av okkara ynskjum Dreymaferð til Thailands Um alt var ókeypis her á jørð, so hevði eg heilt avgjørt ynskt mær ein túr til Thailands í januar. Orsøkin til tað er, at januar mánaðurin í Danmark er rættiliga myrkur og dapur, men samstundis havi eg frí frá universitetinum stóran part av januar. Eg havi altíð droymt um at sleppa til Thailands, men tað er ógvuliga kostnaðarmikið, so eg eri enn ikki farin. Men um jólamaðurin ætlar at geva mær okkurt, so kann tað gott vera eina ferð fyri tvey til Thailands. Eina troyggju frá Guðrun og Guðrun Eg havi altíð verið ógvuliga hugtikin av klæðunum hjá G&G, og nærum alt tær framleiða er ógvuliga vakurt og serstakt eftir mínum tykki. Um eg kundi ynskt mær júst tað, eg vildi, so haldi eg ein G&G kjóli hevði komið væl við. Barbara Holm Rannvá G. Fossaberg Pætur E. Jensen Eyðun Klakstein Okkara jólaynski Steikipanna Nú er tíðin komin, har IKEA-steikipannan hevur tænt fyri seg og ein nýggj skal finnast. Tí hevði ikki verið so galið, um ein steikipanna var at finna í einum av jólapakkunum í ár. Non- stick pannurnar dámar mær væl – serliga tí tær eru so lættar at reingera Troyggju frá Steinum Ongin dugur so væl at seta litir saman sum Jóhanna av Steinum! Hennara pløgg eru listarverk og verd hvørja krónu. Ein húgva ella ein púta eru eisini vælkomin. Razorpit Barberbløð eru ikki bílig, og er hetta lítla tól tískil perfekta loysnin. Bløðini kunnu slípast og hvessast at halda nógv longri, so ikki nýtist at royta skeggstubbarnir av. Apple-telda Hon skal helst vera hvít! Tann, eg nú havi, er farin at gera undarlig ljóð av og á og er farin at flimra – hon hevur eisini verið sera nógv nýtt. Men nú, eg skal undir at skriva spesialið, haldi eg ikki, at eg tori at satsa uppá eina slitna teldu. Mynda tapet Eitt vegg-til-vegg tapet við hesum motivinum, sum skal inn í mítt kjallarakamar. At standa á oyggjarvegnum og hyggja omanyvir Havnina er nakað av tí besta, eg veit – og eg vildi ynskt at vaknað til hesa útsiktina hvønn morgun. Oyrabúffar Eg lurti ov ofta eftir tónleiki við hálvvánaligum oyraproppum í iPod’inum. Kundi hugsað mær einar góðar Bose oyrabúffar at havt til at taka. Retro slips Ynski mær eitt slips við tónum úr 60’unum – retro og onkursvegna alíkavæl eitt sindur kul. Cocktailgløs Til ein lekran drykk skalt tú hava eitt lekkurt glas! Tað ber til at drekka ein Cosmopolitan ella Muscow Mule úr einum vatnglasi, men tað er eitt sindur festiligari við smartum gløsum til hugnaligu cocktail-kvøldini saman við vinkonunum. Bókina »Kunsten å være kvinne« Ein stuttlig og áhugaverd bók um lívið sum kvinna. Vit sleppa frá at brennast á báli, vit hava p-pillaran, men hví eru trussirnar so lítlar, og noyðast vit at nýta Botox? Slíkar viðkomandi spurningar spyr hendan bókin. Braun K700 hvirla Uttan at vera nakar gourmet-kokkur, so er ikki frítt at mann trívist væl í køkinum. Og henda hvirla hevur mest sum alt, tær tørvar til matgerð, tá ein við íblástri frá Jamie Oliver fer at putlast í køkinum. Eisini er hon snøgg og tekur seg væl út í heildar køksmyndini. Inna Törnroos Eydna Skaale lagt til rættis: Inna Törnroos