fríggjadagur 14. desember 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
8
VIKUSKIFTI
Fótbóltur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Tað kom sum ein bumba, tá nýggjur
føroyskur landsliðsvenjari varð settur í
1994. Fyrstu árini við Páll Guðlaugssyni
høvdu í mangar mátar verið bæði góð
og minnilig, men seinastu dystirnar
bilti av álvara. Tá Páll var farin úr sess
inum, mannaðu Jógvan Norðbúð, sáli,
og Jóhan Nielsen venjarabeinkin ein
einstakan dyst, og so royndi FSF ann
ars sum frægast at fáa fatur á nýggjum
venjara.
Men tá navnið kom, var bresturin
hvøllur. Ikki bara her heima, men so
sanniliga eisini uttanlands. Við at fáa
fatur á Allani Simonsen hevði føroyskur
fótbóltur brádliga fingið eitt tað størsta
navnið í donskum fótbólti nakrantíð.
Eingin annar í Kongaríkinum kann
erpa sær av heitinum sum ársins spæl
ari í europiskum fótbólti, men tað kundi
Allan Simnosen. Við eini fortíð sum sum
spælari í eitt nú Borussia Mönchen
gladbach og sjálvasta Barcelona var
talan um eitt navn, sum eisini rungaði
kring allan heimin, tí er væl skilligt,
um landsliðsnevndin hjá FSF var heldur
erpin, tá navnið á nýggja venjaranum
varð almannakunngjørt.
Yrkisleiðin
Tað var ongan tíð nakar imponerandi
fysikkur, sum bar Allan Simonsen upp
á hægstu fótbóltstindarnar. Við bara
165 sentimetrum var hann ikki tann,
sum rúgvaði mest á vøllinum, men í
beinunum hevði hann meira enn tey
flestu.
17 ára gamal varð hann kosin besti
spælarin í eini altjóða kapping í Düssel
dorf, og millum áskoðararnar her var
Hennes Weisweiler, sum var manager
hjá Borussia Mönchengladbach. Hann
spældi tó framvegis í Vejle, og sum 19
ára gamal var hann við til at vinna
danska meistaraheitið við felagnum.
Tað vóru longu fleiri feløg, sum
høvdu víst Allani áhuga, og eftir framúr
avrik á OL í 1972 gjørdi Weisweiler av
at keypa spælaran á 20 ára føðingardegi
hansara.
Byrjanin í Gladbach var alt annað
enn løtt. Eftir hálvt ár í felagnum setti
Allan enntá fram ynski um at verða
seldur til Hamurger SV, sum stóð til
reiðar við sáttmála, men Weisweiler
noktaði hesum. Venjarin var sannførdur
um, at tá Berti Vogts, Allan Simonsen
og aðrir ungir spælarar vóru búnaðir
nakað, fór hetta at lyfta felagið. Og
hann hevði rætt.
Í 1974/75 kom av álvara glið á. Við 18
málum í 34 dystum átti Allan Simonsen
sín stóra lut, tá felagið vann fyrsta av
trimum meistaraheitum á rað. Somu
trý árini var Allan hvørja ferð á ársins
liði, og í 1977 spældi felagið seg fram til
finaluna í europisku meistarakappingini.
Teir taptu tó finaluna móti Liverpool,
men Allan skoraði eitt framúr vakurt
mál, og sama ár varð hann eisini kosin
ársins spælari í europiskum fótbólti.
Hæddirnar í Gladbach stóðu ikki
við í allar ævir. Av fíggjarligum ávum
mátti felagið selja fleiri profilar, men
teir vildu ikki selja Simonsen, sum
framvegis var stórspælarin á liðnum,
tá teir í 1979 vunu UEFA-Cup. Sjálvandi
við lítla dananum sum málskjútta í
finaluni.
Eftir hetta gekk leiðin til FC Barce
lona, sum rindaði 13 milliónir fyri spæl
aran. Nakað meistaraheiti gjørdist talan
ikki um, men teir vunnu steypakapp
ingina í 1981, og í 1982 skoraði Allan
Simonsen annað málið í 2-1 sigrinum
á belgiska Standard Liège, tá Barcelona
vann europisku kappingina fyri steypa
vinnarar. Við hesum hevði Allan skorað
í finaludystinum í teimum trimum stóru
europisku kappingunum, og tað hevur
eingin annar spælari gjørt. Samanlagt
hevur Allan Simonsen skotið 43 mál í
69 europiskum dystum.
Tá Barcelona í 1982 keypti Diego
Maradona fyri óhugnaligar 60 mió kr.,
merkti hetta samstundis, at tíðin hjá
Allani var runnin. Tá í tíðini kundu bert
tveir útlendingar spæla við sponskum
liði, og í kapping við Maradona og
Bernd Schüster gjørdist Allan minni
maðurin.
Hóast nógv og stór feløg sýndu
áhuga, so endaði Simonsen í Charlton
Athletic í næstbestu ensku deildini. Har
hevði ein lokalur ríkmaður ætlanir um
eitt nýtt stórfelag, men ætlanin koll
sigldi, og eftir bert hálvum ári var Allan
heima aftur í Vejle.
Hóast karmarnir nú vóru minni, so
var spælið framvegis stórsligið. Vejle
vann danska meistaraheitið í 1984, og
Allan varð í 1983 kosin triði besti spæl
arin í Europa.
Tá hevði hann verið ein týðandi
brikkur á danska landsliðnum, sum m.a.
við 1-0 sigri móti Onglandi á Wembley
spældi seg fram til EM-endaspælið í
Fraklandi. Men tað, sum skuldi verða
toppurin, gjørdist byrjanin til endan á
stórtíðini hjá Allani. Í fyrsta dystinum
í og móti Fraklandi breyt Allan beinið
í hendiligum samanstoyti. Hann spældi
aftur, men hann rakti ongan tíð somu
hæddirnar, og saman við tjóðini græt
hann, tá hann segði landsliðnum far
væl í venjingardysti móti Týsklandi í
september 1986.
Persónurin
Taldist hann millum teir heilt stóru sum
spælari, so var Allan samsvarandi lítil
látin sum menniskja. Í øllum førum var
hann ikki tann, sum av sær sjálvum
fann veg til yvirskriftirnar.
Av nógvum varð hetta misfatað sum
Allan Simonsen fyllir 60 ár leygardagin. Sum spælari taldist hann
millum teir størstu, men sum menniskja hevði hann ofta orð fyri at vera
arrogantur og avvísandi. Veruleikin vísti tó, at handan kalda og avvísandi
verimátan búði eitt bleytt hjartað við stórum tokka til Føroyar
Lítli maðurin
við stóra
hjartanum
Hóast hann sjáldan vildi tosað við
miðlarnar, so merkir hetta ikki, at
Allan Simonsen ikki vildi sleppa at
siga frá tilveruni.
Men royndirnar um eina altíð
sensatiónshungrandi pressu – ikki
minst í Spania – mundu eisini gera
sítt til, at Allan sjálvur vildi seta
dagsskránna í tí, sum skrivast
skuldi.
Tað gjørdi hann so sanniliga
eisini, tá hann í 2008 gav út bók
ina, Europa’s bedste – 30 år efter.
Her greiðir Allan millum annað
frá ótrúskapi og hjúnarskilnaði.
Eitt evni, sum hann støðugt
noktaði at gera viðmerkingar til í
fjølmiðlunum.
Eisini greiðir hann frá, hví hann
– eftir eitt ikki serliga væleydnað
tíðarskeið í Vejle – valdi at fara til
Føroya, eftir hann áður hevði sagt
nei-takk til skotska landsliðið og
stór feløg í bæði Týsklandi og
Spania.
– Nógv fólk vóru kløkk, tá eg
gjørdist landsliðsvenjari í Føroy
um. Eingin segði tað beinleiðis,
men fleiri donsk bløð skrivaðu eitt
sindur spyrjandi, hvat eg í allari
víðu verð skuldi í Føroyum, skrivar
Allan Simonsen í nýggju bókini.
Orsøkin til, at Allan Simonsen
tók av venjarastarvinum í Føroy
um var, at hann fekk frið at byggja
nakað upp, og honum dámdi
uppgávuna, hóast hann kundi
fingið tíggju ferðir so høga løn
aðrastaðni.
– Eg var yvirraskaður, tá teir
(FSF) ringdu og bóðu meg
koma á fund. Vit prátaðu fyrst
í Keypmannahavn, og síðani
fór eg til Føroya. Eg fekk carte
blanche til at gera, júst eg vildi.
Eingin blandaði seg uppí, øll vildu
samstarva, og saman gjørdu
vit Fótbóltssambandið meira
professionelt. Vit náddu rættiliga
langt tey átta árini, skrivar Allan
Simonsen millum annað í ber
søgnu sjálvsævisøguni.
Bersøgin ævisøga