Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 14. desember 2012 9 VIKUSKIFTI arroganca, men veruleikin er helst, at ein blanding av smædni og sjálvverju var við til at skapa hesa ímynd. Ein orsøk skal heilt víst finnast í tíðini í Barcelona. Spania var eitt hern­ aðar­diktatur, og tá Barcelona í 1982 lá væl fyri í meistaradystinum, vórðu fleiri hóttanir um at ræna – kidnappa – Simonsen settar fram. Eitt tíðarskeið noydd­ist Allan at flyta úr egnari íbúð, men tá hóttanin bleiv til veruleika, var tað við einum øðrum spælara í fokus. Quini var ein av vandamestu áleyp­ arunum í sponskum fótbólti og lykla­per­ sónur handan oddastøðuna hjá Barca. Men hann varð rændur í egnum heimi, og tað tók 25 dagar, áðrenn løgreglan fekk fatur á honum. Barcelona slapp ikki undan at spæla sínar dystir, men hend­ingin setti síni tungu spor á allan hópin. Ítróttarliga merkti hetta, at Barce­lona bert vann eittans stig í trim­ um dyst­um, og so streyk Real Madrid av­stað við gullinum. Skuldi tosast um Allan Simonsen sum venjara ella spælara, so bar hetta væl til. Men bæði í Føroyum og í Dan­ mark høvdu miðlarnir ilt við at sleppa nær persónin, Allan Simonsen. Súni Merkistein skrivaði á sinni bók um føroysku luttøkuna í HM-undan­ kapp­ingini til 2002, og her nemur hann við spurningin. Hann staðfestir enntá, at ein­astu ferðina, at hann fekk tosað við Simonsen um annað enn fótbólt var, tá hann á bussferð spurdi um hendingina við Quini. Her fekk útvarpsmaðurin eitt gott prát, men tá bussferðin var av, var eis­ini liðugt at práta. Donsku tíðindamenninir, Hans Krabbe og Dan Hirsch Sørensen, høvdu eis­ini sínar trupulleikar, tá teir í 2008 skriv­aðu bók um bragdið á Wembley í 1983. Her prátaðu teir við allar teir, sum høvdu leiklut í tí, sum gjørdist start­ skot­ið til danska fótbóltssamleikan, sum vit kenna hann í dag. Allar uttan Allan Simonsen. Hann segði ongantíð nei, men høvundarnir staðfesta, at hó­ ast hann fleiri ferðir og høviskur segði, at hann skuldi venda aftur, so gjørdi hann tað ongantíð. Grátandi farvæl Eitt tað klárasat minnið, sum føroyingar sita eftir við, man vera, tá Allan Simonsen boðaði frá, at hann gavst sum lands­liðsvenjari. Hetta hendi á tíðindafundi í FSF- hús­inum tann 24. oktober 2001, og góða upp­møtingin bendi á, at okkurt serligt var í umbúna. Men fáur hevði væntað slíka fram­ førslu sum hana, ið Allan kom við. Eftir at Jens Martin Knudsen vegna spæl­ ar­ar­nar og Ísak Mikladal vegna FSF høvdu sagt sítt, var túrurin komin til høvuðs­persónin. Hann hevði skrivað sær røðuna niður, og í byrjanini skemtaði hann við, at nú var hann somikið gamal, at hann mátti brúka brillur, um hann skuldi lesa. Men skjótt stóð greitt, at her stóð nógv á. Røddin vildi ikki heilt tað sama, sum Allan sjálvur hevði í umbúna. Grát­ andi fekk hann stama seg ígjøgnum tað skrivaða, og tað var við blonkum eyg­ um tárum eftir kinnunum, at hann at enda fekk sagt takk til tey mongu, sum høvdu verið so blíð móti honum. Ella sum Merkistein skrivaði í bókini um HM-undankappingina: Rættir menn gráta ikki – teir tútbrøla! Sum útsendur blaðmaður er mangt og hvat, sum kann koma fyri, tá ferð­ast verður uttanlands. Sjáldan – um nakrantíð – var vásið somikið nógv, sum tað var í Moskva, tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi útidyst har í mars mánaði í 2001. Millum annað við hesum høvunda í leiklutinum sum ítróttaskrivari fyri Sosialin. Eitt tað fyrsta, sum Allan Simonsen gjørdi, tá hann tók við sum landsliðsvenjari var at áseta reglur um, at fjølmiðlar ikki búðu á sama hotellið sum spælararnir. Hetta fyri at sleppa undan óneyðugari órógv. Men í Moskva bar hetta ikki til, tí sum partur av russisku chikanuni, var hotel-bókingin hjá landsliðnum avlýst, uttan at FSF var vitandi um hetta. Tí endaðu bæði landsliðið og fjølmiðlar á risastóra Hotel Rossiya, sum í sjálvum sær var eitt risa bygningsverk, tó at kømur­ ini og hentleikarnir á hotellinum ikki reiðiliga stóðu mát við tað, sum ferðandi úr Vestur­heiminum vanliga vænta sær. Mutur og chikanering var partur av gerandisdegnum á hotellinum, og tað mátti Allan Simonsen eisini ásanna tann eina morgunin, tá hann og spælararnir høvdu fingið sær morgunmat. Allan var seinasti maður frá borðinum, men tá hann skuldi avstað, varð hann tikin av tveimum vaktarmonnum. Hesir søgdu, at nú høvdu Allan og hansara menn etið fleiri maltíðir í tveir dagar, og enn hevði eingin sæð teir goldið fyri nakað. Og so kundi tað annars gera tað sama, at Allan royndi at greiða frá, at sjálvandi skuldi FSF rinda fyri seg, tá farið varð avstað. Rossiya – sum ikki er til meira – var ein øgiligur kolossur, og tað tók sína góðu løtu, um gangast skuldi millum ymsu sektión­irnar á hotellinum. Tí bar illa til hjá illa sperda landsliðsvenjaranum at leita sær hjálp, men lukkutíð komu útsendu blað- og mynda­ maðurin hjá Sosialinum júst tá framvið. Allan takkaði hjartans fegin »ja«, tá vit spurdu, um vit skuldu fáa fatur á Jens Erik Magnussen, sum var ferðaleiðari á ferð­ini. Nakrar minuttir seinnu høvdu nakrir amerikanskir dollarar skift hendur, og so slapp Allan við hvøkkinum. Tað var sjáldan, at Allan fekst á tal við miðl­arnar – uttan so, at hetta var bein­ leið­is tengt at dystum hjá landsliðnum. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at venj­ arin eisini kundi hjálpa, tá á stóð. Dagin eftir, meðan dysturin varð spældur, kom ferðalagið hjá fjølmiðlunum nevnliga í rasshaft. Brádliga vildi bussførari okkara ikki kennast við, at avtalaði prísurin fyri hansara tænastur var $15 um tíman. Nú segði hann, at tað »fifty« og ikki »fiteen«, og legði afturat, at hann vildi hava løn fyri tað, sum var koyrt higartil, um hann skuldi koyra okkum aftur á hotellið. Eitt ynski, sum sjálvandi ikki varð eftirlíkað. So har stóðu vit. Mitt í Moskva utt­ an at hava ánilsi fyri, hvussu vit nú skuldu koma aftur á hotellið. Men nú var landsliðsvenjarin har í tøkum tíma. Í sonevnda mixed-zone, har miðl­ar­ nir fáa orð á spælar eftir ein landsdyst, fingu vit eisini fatur einum FSF-umboði. Vit greiddu honum frá støðuni, og boðini vóru ikki meira enn komin til venjaran, áðrenn Simonsen gav boð um at opna hurð­ar­ nar í bussinum, soleiðis at ferðalagið við fjølmiðlunum eisini slapp við. Og sum ein lítil krúlla til ta søguna kann viðmerkjast, at tað nyttaði lítið hjá buss­føraranum, tá hann sama kvøldið fór til FSF-topparnar at kæra sína neyð um vant­andi gjaldið fyri sínar tímar. Gísli í Moskva mynd: polfoto Fakta Allan Rodenkam Simonsen Føddur 15. desember 1952 í Vejle Spælt við: 1971-72 Vejle Boldklub 1972-79 Borussia Mönchengladbach 1979-83 FC Barcelona 1983 Charlton Athletic 1983-89 Vejle Boldklub 55 landsdystir og 20 mál fyri Danmark Vunnið: Danskur meistari (3 ferðir), danskur steypavinnari, týskur meistari (3), týskur steypavinnari, UEFA-cup vinnari (2), Europa Cup fyri steypavinnarar, spanskur steypavinnari (2) Ársins spælari í Europa í 1977 Venjari hjá: 1991-94 Vejle Boldklub 1994-01 Føroyar 2001-04 Luksemburg Allan Simonsen starvast í dag sum koncept-manager hjá FC Fredericia