fríggjadagur 14. desember 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
10
VIKUSKIFTI
havbotnur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Kanadiska námsfelagið Nautilus
Minerals hevur allar ætlanir klárar og
hevur fingið øll neyðug loyvi til at fara
at leita eftir gulli á havbotninum við
oynna Papua Ný Guinea í Kyrrahav
inum. Kanningar hava víst, at har eru
meiri enn 225 gram av gulli fyri hvørt
tons av botngrýti, og tað er óvanliga
nógv. Tils samanberingar kann verða
nevnt, at uppi á landi verður tað vanliga
verður mett at vera lønandi, um tað
ber til at fáa millum tvey og trý gram
burtur úr einum tonsi av gróti.
Men tað er ikki bara hinumegin
jørðina, at gull er á ella undir havbotn
inum. Í Noregi hava granskarar og
námsídnaðurin gjørt fleiri kanningar,
og í síðstu viku hittust teir fremstu
norsku og útlendsku serfrøðingarnir
innan havbotnsjarðfrøði og tøkni á
einari ráðstevnu í Tróndheimi. Málið
var at tosa um møguleikarnar fyri hes
um slagnum av námsvinnu í norskum
øki í Atlantshavinum, og millum tey út
lendsku umboðini vóru fólk úr Portugal,
Russlandi og Íslandi. Harafturat høvdu
fleiri lond í Kyrrahavinum sent umboð
til Tróndheim.
Fleiri ætlanir
Nautilus Minerals hevur sett sær fyri at
fara undir gullvinnuna við Papua Ný
Guinea í 2014, og longu árið eftir ætlar
bretska felagið Neptun Minerals at fara
í gongd. Bæði feløgini hava tryggjað
sær leitirætt á ovurstórum havleiðum,
og fyribilskanningar vísa, at har er
nógv til av virðismiklum evnum so sum
gulli, kopari, sinki og blýggi.
Kina, sum hevur víst sera stóran
áhuga fyri teimum nógvu ráevnunum í
grønlendsku undirgrundini, hevur eisini
ætlanir um námsvinnu á havbotninum
aðrastaðni á jørðini, og fyribils hava
kinesarar sett sær sum mál at byrja
innan 2030.
Eisini Cook-oyggjarnar í Kyrrahav
inum og Ný Sæland hava ætlanir um
námsvinnu á havbotninum á teirra
leiðum. Í Cook-oyggjunum ætla tey
at fara heilt niður á 4.500 metra dýpi
eftir ymsum metallum, sum eru funnin
har. Ný Sæland, hvørs havøki er meiri
enn seks milliónir ferkilometrar til
støddar, hevur gjørt fleiri kanningar á
botninum fram við Kermadarygginum
og longri norðuri við Macauley- og
Raouloyggjarnar.
ES liggur eisini framvið, og talsmenn
í Bruxelles hava mælt granskarum og
ídnaðinum til at kanna, um ráevni,
sum ídnaðurin hevur ella fær brúk
fyri, munnu vera at finna í dýpinum
hjá samveldinum.
Fjarstýrd námsvinna
David Heydon er forstjóri í Nautilus
Minerals. Hann hevur góðar vónir um
tað komandi virksemið hjá felagnum
við Papua Ný Guinea, og hann heldur,
av námsvinna á havbotninum verður
tað størsta framstigið innan náms
vinnuídnaðin tey seinastu 50 árini.
Hann vísir á, at á havbotninum ber til
at finna rættiliga nógv virðismikið evni
á einum lutfalsliga avmarkaðum øki, og
at tað ger raksturin munandi lættari.
Mannagongdin við námsvinnu á
havbotninum verður, at alt virksemið á
botni verður fjarstýrt umborð á einum
serútgjørdum skipi. Niðri á botni skulu
serbygd akfør savna grót og anað tilfar,
sum so verður pumpað ella hivað upp
til skipið.
Og so eru tað tey, sum ganga við
hugskotum um at gera »námsbygdir«
niðri á botni, har fólk kunnu búgva og
arbeiða, men hetta er ikki komið longri
enn á tekniborðið enn.
Norðurhøv áhugaverd
Tey mest áhugaverdu námsplássini,
sum higartil eru funnin á havbotninum,
eru funnin í gosumráðum, har pláturnar
í jarðarskorpuni koma saman, og har
heitt vatn streymar upp ígjøgnum tað,
sum jarðfrøðingar kalla skorsteinar á
havbotninum.
Tílík jarðfrøðilig fyribrigdi eru
funnin norðan fyri Jan Mayen og eina
staðni nærhendis Svalbard. Norska
kringvarpið, NRK veit at siga, at teir
norsku oljumyndugleikarnir og olju
vinnan í Noregi hava nógvar seis
miskar upplýsingar um tær norsku
havleiðirnar, og teirra uppfatan er, at
tað eru nógv áhugaverd evni undir
havbotninum. Kanningar hava eisini
staðfest ymsar metakklumpar á botni
í Norðurhøvum.
– Vit vita, at tað finnast ymisk evni
millum annað fram við tí miðatlantiska
rygginum millum Noreg og Grønland.
Granskarar á lærda háskúlanum í
Bergen hava staðfest áhugaverd evni
á einum staði, sum verður kallað Loka
slottið, og sum er á 2.300 metra dýpi
300 kilometrar vestan fyri Bjarnoynna.
Harafturat hevur Oljustýrið savnað
áhugaverdar royndir fram við Jan
Mayen-rygginum, men vit vita ikki
nóg mikið um hetta enn, sigur Tom
Heldan á norska jarðfrøðistovninum
við NRK.
Nógv virðismikil evni so sum gull, silvur og kopar eru undir
havbotninum, og fleiri hava ætlanir um námsvinnu á havbotninum.
Botnurin í Norðurhøvum er millum tey áhugaverdu økini
undir havbotninum
í Norðurhøvum
Gull
mynd: CNautilus Minerals
Sterkar tengur bróta grótpetti niðri á botni, og tey verða so pumpað ella hivað upp
í verksmiðjuskipið. Øll amboðini á botni verða fjarstýrd frá verksmiðjuskipinum
myndir: CNautilus Minerals