fríggjadagur 14. desember 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
11
VIKUSKIFTI
Starv?
Programmfólk í Kringvarpi Føroya.
Hvat er tað besta við starvinum?
Fjølbroytni, góðir og inspirerandi starvsfelagar og
møguleikin at koma í samband við nógv spennandi fólk.
Hvat eyðkennir
ta góðu samrøðuna
í útvarpi?
At hon er kristisk,
hevur góðan
bygnað og virðir
fyritreytirnar, sum
hon byggir á.
A ella B-menniskja?
Heilt avgjørt B-menniskja, men starvið krevur, at eg
vinni á mínum innara B-menniskja hvønn morgun.
Skal tó sigast, at morgunin er ein hin besta tíðin á
degnum. Einasta keðliga er, at hann er so tíðliga...
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Mær dámar næstan allan ítrótt, men fótbólturin
er nummar eitt. Eitt sera einfalt, men tó ótrúliga
kompliserað spæl, sum, tá tað er best, nertir
við frumkenslurnar hjá viðhaldsfólkunum.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti eftir øllum tónleikasløgum. Mær dámar
alt frá bleytum croonarum til garvilt death
metal. Góður tónleikur er í øllum genrum.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Ógjørligur spurningur tí tað broytist støðugt, men
skal eitt nevnast, sum eg javnan lurti eftir í hesum
døgum, so er tað Cause We’ve Ended As Lovers hjá
Stevie Wonder í útgávu hjá gittarúrmælinginum
Jeff Beck. Lagsmíð, útrykk, kenslur og tónleikaligt
dugnasemi ganga upp í eina hægri eind.
Hvussu eru tínir matvanar?
Havragýn á morgni, heitan mat ella salat
á miðdegi og oftast breyð um kvøldi.
Hvør er tín fyrimynd?
Nógv fólk hava eginleikar, sum eg virðismeti, men
havi ikki nakra einstaka fyrimynd sum so. Ein altjóða
kendur persónur, sum eg haldi er komin við nógvum
gullkornum, ið eru verd at taka við, er Anthony Robbins.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eri saman við børnunum, vinum og venji ítrótt. Dámar
rættiliga væl at renna, tí tað gevur eitt slag av
mentalari vælveru, sum er ring at finna aðrastaðni.
Hesa ársins tíð eri eg tó oftast á venjingarmiðstøð.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Tað er fantastiskt. Summarhús við Gjógv, í Saksun og
Skálavík eru millum bestu minnini, og tey standa einki
aftanfyri uttanlandsferðir. Okkurt ári havi útoyggjar
verið vitjaðar saman við vinfólki. Tað hava verið stórar
upplivingar. Annars eru túrar í fjøllunum altíð góðir.
Hvør er tín
lívrættur?
Lambstjógv.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Føroyskum sendingum. Spískamarið er yndissendingin
júst nú. Væl úr hondum greidd, flottar myndir
og ein sera sjarmerandi og dugnaligur vertur.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
The Hobbit eftir J.R.R. Tolkien, sum verður lisin á øðrum
sinni. Ætlaði at lesa hana lidna, áðrenn hugt verður
at nýggja filminum. Norwegian Wood eftir japanska
høvundin Haruki Murakami liggur eisini á náttborðinum,
men hana eri eg liðugur við. Tað var ein góð og sterk
lesiupplivng, sum livir víðari, eftir at síðsta síðan er lisin.
Tað er so ræðuliga ringt fyri
Føroyar og ikki minst fyri føroy
ingar í Føroyum, at føroyingar í
Danmark og í øðrum londum, um
tey eru til, ikki koma aftur. Jørðin
er, sum vit øll vita, fløt sum ein
gudilig joke og endar í Danmark.
At føroyingar í Danmark ikki
koma heim aftur, hóast heim
teirra er í Danmark, er so ringt
fyri okkum, sum eru eftir í Føroy
um. Vit gerast skjótt eitt hótt
djóraslag í vanda fyri týning og
undirgangi, men tó ikki yvir
gangi.
Pandabjørnin nørist eisini best
í øðrum londum enn sínum egna.
Fyrst siga tey klóku, at tað er
ókristiliga dýrt at búgva í heil
kristna landinum Føroyar, alt er
nógv bíligari í Danmark. Og so er
tað allur sannleikin, í fjølmiðlum
og í bindiklubbum og undir
hjallinum.
So siga tey klóku, at vit noyð
ast at fáa føroyingar í Danmark
aftur til Føroya, tí annars drukna
vit í dýpinum av dýrari mjólk.
Komið heim, komið heim, tí
her er so dýrt og fólk hava einki
arbeiði og einki at eta, og børnini
sleppa ikki at ganga (verða tey
ikki øll koyrd?) til ítriv.
Komið heim, komið heim,
tí her eru almannaveitingarnar
nógv færri og minni enn í
Danmark.
Komið heim, komið heim, tí
her er altíð ringt veður.
Komið heim, komið heim og
gjaldið okkara pensjónir.
Komið heim, komið heim og
latið ta helvtina av lønini, tit
hava eftir, øllum teimum, sum
ganga á dyrnar hjá fólki og bidda
pengar, ella gera tað í fjølmiðl
unum, sum altíð eru til taks til
slíkt.
Komið heim, komið heim og
veljið fólk í løgtingið, sum tora at
traðka á onnur enn tey veikastu.
Tora at kanna, um øll tey, sum
fáa frá ALS og Almannaverk
inum, veruliga hava rætt til at
fáa.
Ella skulu vit bara siga sum
er: Føroyar orka ikki at bera fleiri
enn okkum, sum eru eftir. 1500
fólk hava ikki ráð at halda jól
ella at halda lívið yvirhøvur. 1500
hava einki arbeiði. Longu har eru
vit 3000 ov nógv.
Fáa vit fólkatalið niður í
45.000 ella eitt sindur lægri enn
tað og halda tí har, sleppa vit
undan fleiri útbyggingum. Sjálv
andi skal hvør einasta bygd, sum
hevur veg, eisini hava berghol
ella tunnil. Og tær bygdir,
sum bara hava berghol, skulu
sjálvandi hava veg eisini. Men
okkum nýtist ikki at byggja fleiri
barnagarðar, skúlar, sjúkrahús,
sparkivøllir, samkomuhús, bara
kirkjugarðar, tí burðaravlopið
tódnar.
Og latið fólk arbeiða so leingi
tey orka og tíma, so spara vit eina
rúgvu av pensjón.
So komið heim, komið heim,
komið bara heim. Men skundið
tykkum av stað aftur. Helst sum
skjótast. Ferðaavgjaldið lækkar.
Eitt av øllum tí, sum er
nógv dýrari í Føroyum, er
rýmingarleiðin, ferðaseðilin av
landinum. Hann heldur nøkrum
aftur. Tey hava ikki ráð at fara.
Vit mugu hava eina inn
savning til ein einvegisferðaseðla
grunn til teirra, sum bera tokka
til Danmarkar.
Danmark sigur ongantíð nei
takk til ein danskan ríkisborgara
úr Føroyum, ella flóttafólk úr
øðrum londum.
Kavin var hvítari fyrr, og tað
grør betur hinu megin bøgarðin.
Kanska onkur, sum kemur
úr Danmark, loysir gátuna fyri
okkum heimføðingar. Hví skulu
lærdir føroyingar koma aftur til
Føroya? Hví skulu dugnalig fólk
koma aftur? Til eitt land, har
sum dugnaloysi er ein dygd, ein
kvalifikasjón.
Støðan er ikki verri enn ring,
so leingi vit ikki hava manntal
við at telja á aðrari hondini.
Og hví skulu lærd fólk
flyta úr 21.øld aftur í onkra av
miðøldunum?
Annars er nýggj vøra heim
komin til jóla.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Rúni Jákupsson
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
B-menniskja
má tíðliga upp
Hóast Rúni Jákupsson er at hoyra væl upplagdur
í Góðan Morgun Føroyar árla á morgni, dylir
hann ikki, at tað er strævið at fara tíðliga upp.
Honum dámar stórt sæð allan tónleik, elskar
fótbólt, og so venur útvarpsverturin fitness
Nýggj vøra
heimkomin