Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 14. desember 2012 14 VIKUSKIFTI Hamferð▲ Doom metal-bólkurin gjørdist Ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2010. Í ár vann Hamferð fyrst Wacken í Føroyum, og síðani altjóða útgávuna av kappingini, sum er tann størsta av sínum slagi innanfyri hetta slagi av tónleiki. Hetta tryggjaði teimum sáttmála við týskt plátufelag. Bólkurin hevur av sonnum fingið sítt gjøgnumbrot. Hamferð er tilnevndur sum ársins bólkur. Frodi & The Pink Slips▼ Fróði Hansen plagar altíð at teljast millum tey tilnevndu til eina Planet Awards, men 2011 var eitt undantak í so máta. Í ár gav bólkur hansara, Frodi & The Pink Slips so út fløguna »The Mouse«, sum hevur fingið góð ummæli í útlendskum miðlum. Frodi & The Pink Slips eru tilnevndir sum ársins bólkur, fyri ársins útgávu og Fróði Hansen sum ársins sangari. 200▼ So leingi tað er okkurt at finnast at, so leingi fara vit at hoyra 200, sum í ár lat sættu útgávuna av hondum, »Vendetta«. Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting vita hvat teir vilja, og teir vita sanniliga eisini, hvat teir gera. Við eini fløguútgávu, einum sjónbandi og eini rúgvu av konsertum kring kongaríkið, hava teir tryggjað sær tríggjar tilnevningar: ársins bólkur, ársins útgáva og fyri ársins sang. Divaz▲ Kvinnubólkurin, sum byrjaði at gera vart við seg í fjør, hevur endurstovnað seg sjálvan og skift partar av manningini út. Hetta hevur ikki skalað popularitetin hjá Divaz, sum hevur havt fleiri stórfingnar konsertir í ár, og tey eru mong, sum við spenningi bíða eftir fyrstu útgávuni hjá bólkinum. Divaz eru tilnevndar sum ársins bólkur Týr▼ Týr er mest seljandi føroyski bólkurin nakrantíð, og er mest virkna føroyska navnið uttanfyri Føroyar. Teir ferðast støðugt kring knøttin og spæla – og hava eisini spælt seg til ein plátusáttmála við Metal Blade Records, sum stendur fyri trimum teimum næstu útgávunum. Sama plátufelag stóð fyri fyrstu útgávurnar hjá eitt nú Metallica, Manowar og Slayer. Týr er tilnevndur sum ársins bólkur. Høgni Lisberg▲ Høgni hevur enn einaferð endurnýggjað seg sjálvan og sítt úttrykk. Fløgan »Con Man« hevur fingið sera góða móttøku – bæði í og uttanfyri Føroyar, umframt at løg av »Haré Haré« í ár eru brúkt í sjónvarpsrøðini Jersey Shore á MTV, og í samband við tenniskappingina US Open. Høgni er tilnevndur sum ársins einstaklingur, ársins sangari og fyri ársins útgávu. Hanus G. Johansen▼ Hanus hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í nærum hálva øld innan eitt breitt tónleikaspektrum, men tað er fyrst og fremst Pól F., vit seta Hanus saman við. Á útgávuni »Á fold eru túsund gudar« hevur Hanus sett løg til 11 yrkingar eftir sumbiarskaldið. Hanus er tilnevndur sum ársins einstkalingur. Teitur▲ Aftur í ár hevur Teitur markerað seg. Hesaferð við lítla EP- útspælinum »Four songs«, sum er fyrsta útgávan, har eingin annar – altso eingin annar tónleikari yvirhøvur – hevur hjálpt til so ella so. Útgávan fevnir um fýra løg og hevur fingið sera góða móttøku. Teitur er tilnevndur tvær Planet Awards-virðislønir, sum ársins einstaklingur og ársins sangari. Eivør▲ Útgávan »Room« hevur fingið góða móttøku, og tað sama hava konsertirnar, Eivør hevur havt í ár. Songkvinnan er minst líka virkin uttanfyri sum í Føroyum, millum annað er hon tilnevnd ársins songkvinna í Íslandi. Hon er eisini tann, sum hevur fingið flest tilnevningar á Planet Awards sum ársins einstaklingur, ársins songkvinna, fyri at hava gjørt ársins útgávu og ársins útgávu og ársins lag. Stanley Samuelsen▼ Er virkin sum ongantíð áður. Hevur nógvar konsertir í bæði Danmark og Føroyum. Seinast fløgu- útspæl hansara kom fyri einum ári síðani, og næsta útgávan er á trappuni. Stanley var eisini tilnevndur til Danish Music Awards Folk fyri besta lag, Um eg kundi kvøðið, og besti live-tónleikari. Á Planet Awards er Stanley tilnevndur sum ársins einstaklingur. 25 bólkar og einstaklingar eru tilnevndir til sjey ymsar Planet Awards- virðislønir. Hvørjir vinnararnir eru, verður kunngjørt á Planet Awards 28. desember, men á hesum síðum fæst eitt yvirlit yvir, hvørji tey tilnevndu eru. Aðrastaðni í blaðnum sæst, hvussu tú kanst atkvøða 25 nøvn til sjey virðislønir PLANET AWARDS lagt til rættis: Rólant Waag Dam