fríggjadagur 14. desember 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
15
VIKUSKIFTI
Sveinur▲
Sveinnur Gaard Olsen markeraði
seg av álvara í X Factor á DR1,
har tað rakk til eitt triðja pláss.
Síðani hevur hann givið út fløguna
»Rock'n'Roll Choir Boy«, har hansara
nógv umrøddi alskur til rokktónleik
veruliga kemur til sjóndar.
Hóast gamal í garði á føroyska
tónleikapallinum, er tað fyrstu
ferð, at hann stendur á egnum
beinum. Sveinur er tilnevndur
sum ársins nýggi einstaklingur
Sakaris▼
Sakaris Emil
Joensen hevur í
nógv ár arbeitt
saman við
og fyri aðrar
tónleikarar.
Hann gav
fyri tveimum árum síðani út nógv
spælda staklagið, In a Box, og kom
í ár loksins út við fløguni »I Have
Beautiful Eyes«. Útgávukonsertin
á G! í ár tryggjaði honum eisini
møguleikan at spæla í Týsklandi
fyrst í 2013. Sakaris er tilnevndur
sum ársins nýggi einstaklingur.
Hans
Andrias▲
19 ára gamli klaksvíkingur Hans
Andrias Jacobsen hevur av álvara
sligið navn sítt fast við lagnum
Don't Want To Burn, sum hevur
verið nógv at hoyrt í loftmiðlunum.
Hann hevur spælt nógv til ymisk
tiltøk kring landið, millum annað á
heimavølli á Summar Festivalinum.
Hans Andrias er tilnevndur sum
ársins nýggi einstaklingur.
Urbanus▼
Klaksvíkingurin
Urbanus Olsen
ger tónleik, sum
eingin annar
ger í Føroyum.
Hann var við
í The Ghost,
men hevur nú markerað seg við
remixum av eitt nú Pieces hjá
Guðruni Pætursdóttir og Love Sea
hjá danska Alphabeat, umframt
at hann hevur tikið upp sera
spennandi samstarv við Swangah
Dangah. Urbanus er tilnevndur
sum ársins nýggi einstaklingur.
Kristel
Lisberg▲
Í Føroyum hevur leingi verið greitt,
at Kristel Lisberg hevur eina
fantastiska rødd. Hetta megnaði
hon eisini at vísa í X Factor á DR1,
har Pernille Rosendahl, dómari,
segði hana vera eina óvanliga
evnaríka songkvinnu. Áður hevur
Kristel sungið nógv country, men
hon hevur eisini gjørt meira popputt
løg. Nú bíða nógv eftir næsta
útspælinum. Kristel er tilnevnd
sum ársins nýggi einstaklingur.
Marius▲
Hans Marius Ziska hevur verið
virkin á føroyska tónleikapallinum
í mong ár. Nú er hann loksins
komin við útgávu undir egnum
navni, »Recreation«, sum hevur
vakt ans ikki bara í Føroyum, men
eisini USA og Kanada. Umframt
hetta hevur Marius havt fleiri
inniligar og væleydnaðar konsertir,
og spælt seg til plátusáttmála
við týska stargazed. Tískil er
hann tilnevndur ársins sangari.
Finnur Koba▼
Aftur í ár hevur
Finnur Koba
sungið saman
við føroyingum,
tá Páll Finnur
Páll hava
verið á palli
kring landið. Men Finnur dugir
at markera seg uttanfyri væl
umtókta bólkin, millum annað
sum einstaklingur, í samstarvi við
Tórshavnar Big Band í fjør og í ár
saman við MC Restorff. Finnur er
tilnevndur sum ársins sangari.
Lív Næs▲
Tað eru longu fleiri ár síðani, at Lív
legði Føroyar fyri føtur sínar við
sjarmerandi útgávuni, sum hon og
Niels Midjord góvu út. Seinni fekk
hon allar føroyingar at murra við
til lagið, Sveimandi, sum hon sang
við unnusta sínum Tróndi Enni. Í ár
hevur hon sungið og spælt nógv
kring Føroyar, og fyri kortum kom
hon so við útgávuni Keldufar. Lív
er tilnevd sum ársins songkvinna.
Greta
Svabo Bech▼
Sum fyrsti
føroyingurin
nakrantíð varð
Greta tilnevnd
eina Grammy
virðisløn fyri
lagið Raise Your
Weapon, har hon syngur til tónleik
hjá Deadmau5. Haraftrat kunngjørdi
Rolling Stones eitt annað samstarv
hjá Gretu (við Bloody Beetroots),
tá teir løgdu lagið Chronicles of
a Fallen Love á heimasíðu sína.
Annars er hon fastur partur av
bólkinum Picture Book, og er
tilnevnd sum ársins songkvinna.
Evi▲
Tað er ikki einans í Føroyum, at
countrystjørnan Evi ger vart við
seg. Í USA hava tey eisini lagt merki
til føroysku kvinnuna, har hon er
tilnevnd sum Independant Artist of
The Year 2013, sum útvarpsrásin
The Southern Star Network skipar
fyri. Tað eru lurtarar hjá rásini,
sum hava innstillað Evi til henda
prísin, sum er fyri tónleikarar uttan
sáttmála. Evi er tilnevnd sum ársins
songkvinna á Planet Awards.
Kristina
Bærendsen▼
Eftir at hava
markerað seg
sum ein frálík
songkvinna í
bólkinum hjá
Halli Joensen,
stendur
Kristina Bærendsen nú eisini á
egnum beinum við útgávuni, sum
hon kom við fyrr í ár. Kristina
hevur upp á rekordtíð vunnið sær
ein stóran fjepparaskara, eftir
at hon sang alment fyri fyrstu
ferð á sínum egna brúdleypi í
2010. Hon er tilnevnd eina Planet
Awards sum ársins songkvinna.
MC Restorff▼
Eftir 14 ára
steðg kom MC
Restorff fyri
kortum við
nýggjari útgávu.
Ein útgáva,
sum mong
hava glett seg til, og sum eisini
hevur verið væl móttikin. Hetta er
MC sum vit kenna hann, har hann
eisini dugir at endurnýggja seg
sjálvan, við at fáa væl umtóktar
tónleikarar við á fløguna. MC er
tilnevndur eina Planet Awards fyri
útgávuna »Sanganna veingir«.
All In▼
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð er
sami sangur
tilnevndur eina
Planet Awards
tvey ár á rað.
Dreingjabólkurin
All In hevur av sonnum gjørt Vanju
hjá Jákup Eli til sín egna sang,
soleiðis at føroyingar framvegis
syngja um Vanju, nú meiri enn tvey
ár eftir, at sangurin gjørdist eitt hitt
av fyrstan tíð. All In er tilnevndur
eina Planet Awards fyri ársins sang.
Dynamitt▼
Tú kanst siga
nógv um
Dynamitt, men
eingin kann seta
spurnartekin
við, at teir
einaferð um
ári eru Føroya mest elskaði bólkur,
tá tíggjutúsund fólk syngja við á
Vágsbøi á Summar Festivalinum,
tá Grøv nummar 13, Frensin hjá
Óla og allar hinar slagararnar.
Í ár legði Dynamitt so enn eitt
hitt aftrat rúgvuni, tá teir góvu
út Hví gongur Tom altíð skid.
Dynamitt er tilnevndur eina
Planet Awards fyri ársins sang
Signar í
Homrum▼
Signar í Homrum
gjørdist lands
kendur við
eyðkendu rødd
síni, tá hann
var oddamaður
í Kjølum. Tað
er rúm tíð
síðani, og í ár hevur Signar aftur
lagt Føroyar fyri føtur sínar við
inniligum gittarspæli og mildu rødd
síni, tá hann gav út fløguna »Myrka
nátt«, sum hevur verið nógv spæld
í loftmiðlunum. Signar í Homrum er
tilnevndur eina Planet Awards fyri
ársins sang við lagnum Mín skattur.