mánadagur 17. desember 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í dag hava allir hýruvognar
nir, sum eru knýttir at bil
støðini Auto í Havn, koyrt
flaggskrýddir, og frá midnátt
til á midnátt í kvøld hava
allir vanligir túrar kostað 60
krónur.
Vanliga kosta teir meira.
Auto hevur opið hús
seinnapartin, og tá eru fólk
vælkomin inn á gólvið til ein
drekkamunn, síggja myndir
og at práta.
Høvið er, at tað í dag eru
60 ár liðin, síðan Auto varð
stovnað.
Bara ein av teimum 15
monnunum, sum stovnaðu
Auto, er á lívið í dag, Johan
nes Berg.
Birni Joensen hevur koyrt
hjá Auto síðan 2006, og hann
angrar ikki, at hann tá gavst
at koyra oljubil fyri at koyra
við fólki. Hann gjørdi tað,
tí hann trongdi til at royna
okkurt annað.
- Tað er eitt fjølbroytt ar
beiði, eingin dagur er eins. Eg
havi eitt frælsi, sum fá onnur
hava. Eingin sigur, nær eg
skal møta, og nær eg skal
fara heim um kvøldið. Tí ráði
eg fullkomiliga sjálvur fyri,
sigur Birni Joensen.
Hann sammetir arbeiðið
við at fara til útróðrar á tann
hátt, at hann ongantíð veit,
hvat dagurin gevur. Er lítið at
fáa, verður dagurin so mikið
longri.
Bara góðir dagar
Krøvini til hýruvognsføraran
er, at honum dámar bilar, at
fáast við fólki og duga at ge
va teimum eina góða uppliv
ing.
Birni Joensen minnist
ongar keðiligar dagar í ar
beiði sínum sum hýruvognsf
ørari.
- Fólk eru einastandandi
blíð og fyrikomandi. Hýrurin
er góður, bæði tá ið tey fara í
býin um vikuskiftið og heim
aftur.
Birni Joensen heldur, at
tað er upp til hýruvogns
føraran sjálvan at fáa gott
lag í bilinum. Er hýruvogns
førarin væl hýrdur, so eru
hini í bilinum tað eisini.
Annars eru øll altíð fitt,
ikki minst tey ungu, sum eru
sera fólkalig.
Hýruvognarnir hjá Auto
fara so langt sum koyrandi
er. Summir túrar eru tíma
langir, og tað hendir eisini, at
teir vara dagar. Tað eru tá ið
teir hava verið eftir onkrum
ferðafólki á flogvøllinum i
Vágum, og viðkomandi biðjur
sama bilførara koyra seg dag
arnar aftaná eisini.
Í summar góvust bilarnir
hjá báðum bilstøðunum í
Havn at koyra eftir brenni
víni fyri fólk, og Birni Joen
sen heldur tað vera frálíkt
at hava slept tí koyringini, tí
tað var ikki stuttligt at skula
inn til fólk, sum lógu inni og
drukku. Tað gav samvitsku
bit.
Hann heldur ikki, at teir
hava mist inntøku av týdn
ingi av tí.
Skrivlig tagnarskylda
Birni Joensen sigur, at hýru
vognsførararnir hava havt
moralska tagnarskyldu, sum
teir eisini hava hildið. Men í
vár skrivaðu allir hýruvogns
førararnir hjá Auto skrivliga
undir tagnarskylduna. Hann
veit ikki um, at hetta er
gjørt á nakrari aðrari bilstøð
nakrastaðni.
Hetta varð gjørt, tí teir
kunnu koma at hoyra fólk á
baksetrinum sita og tosa um
handilslig mál ella um fundir,
tey skulu á.
- Vit lurta ikki eftir, hvat
fólk siga, og hoyra vit okkurt,
gloyma vit tað beinanvegin.
Men tað er gott, at allir hjá
okkum hava skrivað undir,
at vit hava tagnarskyldu.
Koyringin millum Havn
ina og flogvøllin gevur teim
um øllum væl aftrat, og
hóast hvør er sín egni harri,
samstarva teir um ta koyr
ingina, so teir fylla bilarnar
heldur enn, at fleiri koyra
hálvtómar bilar.
Næstan helvtin at ferða
fólkunum
velur
hendan
mátan at verða flutt millum
heim og flogfar, og tey verða
fleiri og fleiri.
Koyra nógv
fremmandafólk
Ferðamannaskipini
geva
eisini væl, tí fremmandu
fólkini vilja fegin ein túr út
um býin. Koyra tey við hýru
vogni, ráða tey sjálv fyri, hvar
steðga verður á, og hvagar
leiðin gongur.
Hýruvognsførararnir
ilskast eitt sindur inn á
ókeypis Bussleiðina, serliga
til Kirkjubøar. Fleiri frem
mandafólk hava funnið útav,
at bussurin er ókeypis, og at
bussurin steðgar eina løtu
í Kirkjubø. Har missa teir
nakrar túrar.
Birni
Joensen
heldur
tað má siga eitt sindur um,
hvussu gott Auto er sum
arbeiðspláss, at teir hava eitt
lítið undirhús a støðini. Fleiri
teirra, sum áður hava koyrt
hjá Auto, koma javnan inn
á gólvið at práta, frætta nýtt
og viðgera dagsins mál. Tá ið
lítið er at koyra, eru tey væl
mannað í undirhúsinum.
Gullreinir
Krøvini
hjá
hýruvogns
førarunum eru, at bilarnir
altíð skulu vera reinir innan
sum uttan, og bilførararnir
sjálvir
skulu
eisini
vera
hampiligir og í búna.
- Vit hava mangan fingið
viðmerkingar frá fólki um,
hvussu deiligt tað er við so
reinum bilum.
Birni Joensen vendir aftur
til týdningin av blíðskapi.
- Viðskiftafólkið skal hava
ta fatan, at vit eru til fyri
teirra skyld. Hevur viðkom
andi viðføri við, skulu vit
sjálvandi bera tað fyri tey. Er
tað eitt eldri fólk, sum hevur
verið til handils, kunnu vit
bera vøruna heilt inn í køk
in, og er viðkomandi eitt til
gongt fólk, ella tað er hált,
er einki í vegin fyri at rætta
hesum ein arm.
Birni Joensen og hinir
hýruvognsførararnir vita, at
politiið fegnast um, at hýru
vognar eru í býnum viku
skiftisnæturnar.
- Vit hjálpa politinum
at tøma býin fyri fólk, og í
onkrum førum kunnu fólk
velja millum at leiga sær ein
hýruvogn ella fara við politi
num í brummuna í Klaksvík.
Eitt serligt frælsi
at koyra hýruvogn
Er hýruvognskoyrarin blíður, eru fólkini tað eisini, sigur Birni Joensen,
sum íðan 2006 hevur koyrt hjá Auto í Havn. Auto fyllir 60 ár í dag
Birni Joensen, sum í seks ár hevur koyrt hjá Auto í Havn, heldur tað hava nógv at siga, at hýruvognsførararnir eru blíðir og høviskir