Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Týsdagin 27. novembur var aðalfundurin hjá Ung fyri Miðflokkin hildin. Fleiri ung vóru møttu til fundin og varð felagið styrkt við nýggj­um limum og nevndarfólki. Seinasta starvsárið hjá UfM varð eftirmett og avrikini hjá felag­ num síðani tað var end­ur­stovnað í 2010. Aðal­fundurin umrøddi polit­iska landslagið í Føroyum og tey átrok­ andi málini, sum hava verið uppi at venda sein­astu tíðina. Tíð var eisini til kaffi og køku, um­framt eitt sindur av skemti. Aðalfundurin kom til tað niðurstøðu, at ung­mannafeløgini eru sera týdningarmikil í tí Føroyska politiska lands­lagnum. Ung­ manna­feløgini eiga at vera virkin! Ungmanna­ feløgini eiga at ganga undan, tá ið tað umræður breiðar politiskar semj­ ur, at finna eitt fe­lags stev øllum at frama og siga frá, tá ið okkara politikarar eru á vanda­ leið. Hetta hava ung­ manna­feløgini eisini víst í verið, har tey í PolUng skipaðu seg og fingu eina felags resolutión samtykta í Unga Norð­ ur­landaráðnum, ið for­ dømir handils­átøkunum hjá ES mótvegis Føroy­ um. Ynski hjá UfM er framhaldandi at vera eitt mótspæl mótí tí liberala virðispolitikkinum, ið spjaðir heldur enn at savna tjóðina um at fáa Føroyar enn sterkari út úr heimskreppuni og skapa einar betri Føroyar fyri allar føroyingar! Aðalfundurin valdið 5 nevndarlimir og 2 til­ takslimir og vóru fleiri broyingar eru nevndini. Formaðurin undanfarnu tvey árini hevur lagt frá sær og Dánjal M. Joensen varð valdur nýggjur formaður. Ný­ valdur nevndarlimur er Pætur E. Jacobsen, og John Sigurd Hammer nývaldur eykalimur. Nevndin hevur skip­ að seg soleiðis: Dánjal M. Joensen, Formaður. Rani Andrasson Skaalum, Næstformaður. Pætur E. Jacobsen, skrivari. Aleksandra M. Skaalum, nevndarlimur. Jens Kartin, kassameistari. John Sigurd Hammer, varalimur. Hallur av Rana, varalimur. Vegna Ung fyri Miðflokkin Dánjal M. Joensen Formaður Ung fyri Miðflokkin Tíðindaskriv frá Ung fyri Miðflokkin Havið er vit – og okk­ara rætt­ indi skulu verjast og vinnast! Sakaris Zachariasen Eg skal hervið boða frá, at eg bjóði meg fram sum valevni til komandi formansval í Før­ oya Fiskimannafelag (FF). Sum 53 ára gamal, havi eg nú balst á sjónum alt mítt vaksna lív. Havi roynt alt slag av fiskaríi og alt slag av reiðskapi. Kenni til sáttmálaviðurskifti hjá øll­ um manningarbólkum. Eg havi uppá mín egna kropp lært um vunnin og mist rætt­indi. Og veit alt um tær ymsu og broyttu treytir, sum føroyskum fiskimonnum eru fyri. Støðan er álvarslig Og støðan í løtuni er sera álvarslig fyri hjá fleiri pørtum av fiskimannastættini: - Ójavnin veksur í hvørjum millum føroyskar fiski­ menn: Summir hava sera góðar umstøður og hýrur – og alt gott um tað – meðan aðrir skríða í skræðuni. - Vunnin rættindi og sátt­málar verða undir­ griv­in, tí reiðarar royna at gera avtalur við ein­ stakar manningar ella einstaklingar. Og Reið­ ara­felagið er farið í ommu sína. - Føroyskir fiskimenn verða tilsíðissettir, tí útlendingar við øðrvísi treytum, verða tiknir inn í staðin. - Stórur partur av botn­fiska­ flotanum er niðurslitin, og bæði arbeiðsumstøður, trivnaður og rættur til frí­ tið, eru út av lagi vána­lig. Her krevst aftur sterkt sam­ anhald millum føroyskar fiski­menn til tess at broyta korini. Aftur at vinna rættindi Fiskimannafelagið hevur ígjøgnum ættarlið stríðst fyri mannsømiligum korum og felags rættindum. Einaferð noktaðu felagið limum sínum at liggja og flekja á knøunum. Og gjøgnum verkføll vunnu okkara forfedrar tey mongu rættindi, ið vit síðani hava havt. Nú verða við spjaðing vunnin rættindi tikin frá okkum – og nýggj rættindi verða ikki vunnin. Hetta vil eg broyta. Vit skulu aftur hava eitt sterkt Fiskimannafelag, sum hoyrist og sæst! Vit fiskimenn skulu aftur standa saman um rættindi hjá okkum øllum og virka sum ein felags stætt! Vit skulu aftur ganga ernir og fattir, sum umboð fyri fiskimannastættina. Og vit skulu krevja at samráðast við eitt reiðara­ felag ella við reiðararnar undir einum – og ikki sum nú samráðast á hvørjum kei­ kanti í Føroyum. Eitt sterkt felag Eitt fakfelag er samanbundið av nøkrum limum, ið hava nøkur felags áhugamál at verja og stríðast fyri. Tað er vælkent í Føroyum, at stóra konfliktir hava verið millum fakfelag og avvarðandi sam­ ráðingarpart. Mangan hevur leikað hart á, men uttan sam­ anhaldið, so hevði málið ikki verið rokkið. Samanhald er grundar­ steinurin undir øllum virk­ semi felagsins. Tí síggi eg tað sum mína fremstu uppgávu, at vera tænari og talurør fyri allar limirnar í FF. At fara væl um og verja um tey felags rættindi og tær felags ognir, sum Fiskimannafelagið eigur og fer at vinna sær. Og at tryggja, at samfelagið veit, hvar FF stendur og hevur eina sterka og virda rødd í øllum almennum orðaskifti. At røkja formansstarvið í FF er einki “one man show“. Skulu vit røkka málum, so krevja vit at virka sum eitt lið av góðum soldátum. Vit eru krumtappurin Vit fiskimenn vita í hvørjari æðr og hvørjari spong, hvønn týdning havið hevur fyri Føroyar. Men mangan gevur samfelagið hesum ikki ans. Hjartað ella krumtapps- aksilin í allari fiskivinnuni, er fiskimaðurin. Fiskimaðurin arbeiðir í fyrsta liði, og kemur hann við ongum, er einki til hini heldur – so einfalt er tað. Vit fiskimenn skulu gera samfelagnum púra greitt, hvønn týdning fiskimaðurin hevur fyri samfelagið. Av­ leitt arbeiði av veiðini, ið manning og skip leggja eftir seg í samfelagið, kennir ikki sín líka í nakrari vinnu her á landi. Umrokna vit veiðina í pengum, kastar hon so nógv av sær, at áttu vit ein brotpart av endasøluni, vóru allir fiskimenn millióningar. Og Løgmaður kundi tá tikið móti sínari pensjón við góðari samvitsku. Um avkastið, sum vit skapa úr tilfeinginum, ikki varð sogið úr vinnuni til spekulasjón og annað, kundu vit siglt við heimsins flottasta fiskiflota, við góðari inntøku, og nógvari frítíð. Havið er vit – og vit eiga allan rættin til bestu kor, góða hýru og bestu arbeiðsumstøður á sjónum. Fólkið á dekkinum Ymiskt er hvussu roynist hjá fiskimanninum, og líka ymiskt er, hvussu royn­ist frá einum skipi til ann­að. Tað er soleiðis, at hvør ein­ stakur fiskimaður (dekk­ ari) hevur altíð verið tann persónurin, ið hevur fingið tann minsta partin av køk­ uni. Fiskimaðurin fær ein part, og frá hansara parti, verður so útroknað, hvussu nógv hini umborð hava uppi­borið - ja í summum føri er munurin trífaldaður. Her eigur dekkarin at fáa størri part. Einki fiskiskip kann virka uttan dekkarar, og tað eiga vit at leggja okkum væl í geyma, tá vit krevja okkara part av havsins køku. Hesum málum vil eg stríðast fyri Nøkur av ítøkiligu málunum, eg fari at stríðast sum úlvur á skóg fyri, eru hesi: - At verja vunnin rættindi, har ikki ein tummi skal skerast burturav. - At vinna aftur mist rætt­ indi. - At skattalætti verður óbroyttur. - At betra um sáttmálarnar og inntøkurnar, serliga hjá lægstu hýrubólkunum. - At fiskimaðurin fær fyri­ mun av sínum limagjaldi í FF. - At tryggja limum ímóti økonomiskum missi, um limur av einari ella aðrari orsøk, er komnir illa fyri fíggjarliga av arbeiði ella skaða. - At fiskimaðurin fær rætt­ indi til góða eftirløn. Og at tryggja niðurslitnum fiskimonnum rætt til eftirløn, áðrenn teir eru fyltir 67. - At tryggja trivnað og arbeiðsumhvørvi um­ borð. - At tryggja, at Fiski­manna­ felagið hevur eina sterka rødd og greiðar meiningar um stovnsrøkt, friðingar og at fáa sum mest burtuúr okkara ríka tilfeingi. - At tryggja gjøgnumskygni í FF. Við hesari grundhugsan bjóði eg meg fram sum formansvalevni hjá Føroya Fiskimannafelag. Vit fiskimenn skulu aftur standa saman um rættindini hjá okkum øllum og virka sum ein felags stætt. Vit skulu vera ein sterk og errin rødd í samfelagnum. Tí bjóði eg meg fram til formansvalið í Føroya Fiskimannfelag Kjak