mánadagur 17. desember 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Hvør er ætlanin?
Djóni Højgaard
Ikki ein dagur fer framvið,
uttan hjartasuff og hugmóð
seta sín dám á sosialu miðl
unum, og nú, eftir at av
tøkan av landsbankanum
bleiv trumfað í gjøgnum,
tykist máttloysið fullkomið.
Sjálvdan rýkur at ongum
brandi, og tað er ikki trupult
at finna orsøkirnar til frá
flyting, gleps og hjartasuff.
Eg sat í gjárkvøldi og
hugdi at sending, sum Suni
Merkisstein hevur gjørt um
føroyska tjóðsangin, sum
umhandlar eina vekingar
og broytingartíð í føroyska
samfelagnum. Við tjóðskap
arrákinum breiddi seg ein
størri tilvitska um egna til
veru og mentan. Tó høvdu
fólk tá, neyvan fyristillað
sær, at vit einaferð skuldi
vera komin so langt, sum vit
eru komin í dag.
Sjálvt
startskotið
til
tjóðskaparrørsluna í Før
oyum sigst vera tiltikni
jólafundurin í 1888, har ein
av viðtøkunum var at føroy
ingar skuldu ganga fram í
øllum lutum. Kanska nakað
óítøkiligt, men hóast alt
ein vilji til framburð, sum
í dag tíverri kann tykjast
trupul at fáa eygað á. Sjálvt
um rákið, sum tá tók seg
upp, kann tykjast naivt og
yvirromantiskt,
var
tað
altíð grundað á ein vilja um
framburð, grundað á upp
lýsing og mentan.
Sitandi samgonga, sum
tók við fyri góðum ári síð
ani, legði hart út, við at um
skipað skattingina og ræna
av uppsparingini, sum er
spardur upp í framtíðar pen
sjónsskatti. Tað skuldi loysa
seg at arbeiða…. Gamaní, men
um tað var veruliga mantraði,
høvdu teir fyrst farið eftir at
fáa inntøkur fyri landsins
egnu ognir, sum hvørt ár
antin fara í privatar lummar,
ella blíva oyslaðir vekk í
berum kleyvarskapi. Men tað
gjørdu teir ikki (teir eru jú
næstan allir menn). Ístaðin
rændu teir frá komandi
ættarliði og góvu til tey, sum
áttu. Tað, sum framvegis
veruliga skuldi loysa seg, var
at kenna onkran á løgtingi.
Nú eru bókhaldarabrill
urnar so tiknar uppá, tí
fíggjarlógin skal javnviga,
verður sagt. Løgið, tá man
beint frammanundan hevur
økt strukturella hallið við
300 mió. Kappast verður
dúgliga um, hvussu nógv
kann sparast eftir reyv. Ikki
tí, veruligar rationaliseringar
liggja bara og bíða til at blíva
framdar innan heilsuverki og
útbúgving, har alt er pettað
so smátt sum gjørligt. Men
gakk, veruligur fornuftur
fær ikki pláss á tingi og nú
verður skorið í mentan og
vitananstovnum, sum um
nakað, er tað, sum skal til
fyri at byggja land. Ment
anagrunnurin verður skerd
ur, Landsbankin skal takast
av, Setrið verður skert og
Havstovan
verður
skerd.
Útbyggingar í Marknagil og
havrannsóknarskip útsetast
hvørt ár, alt meðan fjórða
statsvaldið og fremsti ment
anarberi spakuliga sleppur
at bløða út.
Amerikanski
forsetin
John F. Kennedy segði til
innsetanarrøðuna í 1961 ”Spyr
ikki hvat landið kann gera
fyri teg. Spyr heldur, hvat
tú kanst gera fyri landið”. í
Føroyum kundi man tikið
hesi orðini til sín, tí mangan
tykist tað, sum alt vendir á
høvdinum. Vinnupolitikkur
snýr seg ikki um at fáa sum
mest burturúr, men at so
nógv sum gjørligt skulu gera
sama arbeiði. Kemur tað til
almennar uppgávur ræður
tað um at skapa so nógv ar
beiðspláss á ávísum økjum
sum gjørligt, uttan at spyrja
hvør tænastan skal vera.
Løgið er tó at síggja, at eitt
land, sum er ríkt við stórum
náttúrutilfeingi
og
ríkari
mentan systematiskt avtekur
seg sjálvt. Tað nýtist ikki at
vera so, tí møguleikarnir eru
nógvir. Tað krevur bert at
politikarnir taka seg saman
og raðfesta veruliga menning,
lurta eftir serfrøðini og
leggja korupta glantrileikin
á hillina. At føroyingar skulu
ganga fram í øllum lutum er
ikki eitt mál, sum einans
skuldi vera sett sær fyri 100
árum síðani, men eigur at
vera líka aktuelt mál at seta
sær í dag. Um vit ikki vilja
ganga fram, so ganga vit
aftur og vit eru væl á veg.
Man kann spyrja hvør er
ætlanin? Sum nú er, sær tað
út, sum um at javnvág kemur
á fíggjarlógina, tá tann síðsti
sløkkir og flytir av landinum.
Tíverri.
Gleðilig jól
Keypmannahavn
hin 14. des 2012
Skúladepilin við Marknagil – ein
samfelagsmennandi verkætlan
Annfinn Brekkstein
býráðslimur í Tórshavn Kommunu
Verkætlanin at byggja ein
Skúladepil við Marknagil er
væl undirbygd og fyrireika
av øllum teimum fakfólkum,
sum uppá ymiskar mátar
hava havt ábyrgdina av
verkætlanini og sum saman
við
leiðslu,
lærarum
og
starvsfólkum
hava
verið
við til at virðisøkt hana.
Vit kunnu staðfesta, at ver
andi
miðnámsskúlar
eru
ótíðarhóskandi, ov smáir,
niðurslitnir og kostnaðar
miklir at viðlíkahalda. Har
afturat er talan um eina íløgu
í framtíðina, virðisøking av
samfelagnum og vinnuni, og
ein íløga í okkara høvuðstað
sum eitt kraftsentur.
Tí skal øll politiskt orka
í Streymoyarøkinum setast
inn fyri, at henda verkætlan
heldur fram og mennist, so
leiðis at Skúladepilin stendur
klárur at taka í nýtslu í
august 2016.
Tá tosað verður um, at
kostnaðurin sær út til at
fara nakað upp um tær 391
mió.kr., sum eru ásettar
av Løgtinginum (hækking
uppá 70 mió.kr. ella 18%), so
er hetta heilt einfalt tí, at
politiski myndugleikin upp
runaliga hevur ásett eina
upphædd til íløguna uttan
yvirhøvur at gera nakrar
sum helst forkanningar –
ókvalifiserað git. Harafturat
hækkar kostnaðarstøðið á
hvørjum árið og hetta er ikki
hædd tikin fyri nú eftir 3-4
árum. Harafturat er ætlanin
at leingja byggitíðina og tað
dýrkar eisini verkætlanina.
Tað, sum eigur at mót
virka kostnaðinum er lág
konjunkturin.
Tað er vanligt í øðrum
londum, at áðrenn ein al
mennur myndugleiki set
ur av játtan til eina slíka
byggiverkætlan ella íløgu,
so skal fyriliggja ein byggi
skrá. Henda byggiskrá skal
td. innihalda nærri útgrein
ingar og lýsingar av, hvørjar
funktiónir ein bygningur
ítøkiliga
skal
innihalda,
kapasitetur við rúmskráum
o.a. Síðan verður eitt slíkt
fyrireikandi arbeiði brúkt
sum grundarlag fyri støðu
takan um vavið á byggjarí
num og ikki minst kostn
aðinum
og
rakstrinum
- totaløkonomin. Onki av
hesum fyrireikandi arbeiðin
um varð gjørt, tá upprunaliga
játtanin uppá tær 391 mió.kr.
varð ásett (uttan innbúgv).
Enntá kom Studentaskúlin
í Hoydølum knappliga við í
verkætlanina eftir trýsti frá
ungdóminum.
Landið roynir við hesum
arbeiðsháttinum
at
und
irtrykkja veruliga tørvin í
verkætlanini og í veruleik
anum er vandi fyri, at vit við
hesari upprunaligu játtan,
hvørki fáa “fugl ella fisk” ella
ein ónýtuligan skúla, sum
heldur ikki er framtíðar
tryggjaður – skúladepilin
skal kunna lúka tørvin kom
andi 25-30 árini á frálæru og
undirvísing.
So landið hevur bara sær
sjálvum fyri at takka, at verk
ætlanin sær út til at gerast
nakað dýrari. Landið hevur
eisini saman við Landsverk
ábyrgdina av einum kom
andi byggieftirliti, sum eigur
at virka væl og liva upp til
endaligu játtanina til verk
ætlanina.
Tað kann tí ikki góðtakast,
at gjørdar verða tillagingar í
verkætlanini, sum eru við til
at virðisminka pædagogisku
og tøkniligu funktiónirnar í
bygningunum. Tað skulu td.
ikki sparast 15% í útreiðslum
við tí avleiðing, at skúlans
funktiónir og nýtsluvirði
minkar við 25%.
Sum Býráðslimur í Tórs
havnar Kommunu taki eg tí
fult undir við, at verkætlanin
verður framd sum planlagt og
at spurningurin um kostnað
og tilboð verður avkláraður
uttan, at verkætlanin ella
bygningurin skal skjerast
ella verða fyri afturstigi.
At enda skal eg viðmerkja,
at ein verkætlan um Skúla
depil við Marknagil og bygg
ing av einum nýggjum Fróð
skaparsetri á ongan hátt skal
útilokað hvørt annað – bæði
skulu byggjast í høvuðsstað
num.
Tórshavn
tann 14. desember 2012