Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Árni Joensen Grundgevingin er heilt einfalt, at FIFA veit ikki, um Messi er tann, sum hevur skotið flest mál í einum ári. – Vit hava einki alment FIFA- met. Vit hava ongra teldu­skrá­ set­ingar, sum lýsa hvønn ein­asta fótbóltsdyst frá fyrsta degi í øllum londum, sigur FIFA-talsmaðurin Alex Stone við BBC. Afrikanska landið Zambia hevur gjørt vart við í sambandi við tosið um málini hjá Messi. Har vilja tey vera við, at Godfrey Chitalu eigur metið, tí hann skeyt 107 mál í 1972. arni@sosialurin.fo Tróndur Arge Gunnar Zachariasen er eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt við Brøndby IF og AB í Danmark. Hann gjørdi vart við seg, tá hann spælt á miðvøllinum móti Norður­írlandi í EM undan­ kappingin fyri U21 landslið. Úrslitið av dystinum var 0-0, og Gunnar var millum sjón­lig­astu mennirnar á vøll­ inum. Nakað seinni byrjaði hann eisini at sleppa upp í part á besta liðnum hjá danska 1.deildar felagnum, AB. Hóast hetta, so megnaði hann ongan­ tíð at vinna fast pláss á U21 lands­liðnum. Í summar skifti hann so til B36. Hann byrjaði við ein­ um brakið, tá hann við næst­ an fyrstu nertingini í B36 troyggjuni skoraði í stór­sigr­ inum á Ólavsøku. Tað hevur verið greitt í eina tíð, at hann ikki heldur fram í B36. Hann hevur millum annað spurt seg fyri hjá grannunum úr HB. Í gjár kundi so EB/Streymur kunn­gera, at teir hava skriv­ að sáttmála við Gunnar Zachariasen fyri komandi kapp­ingarár. Heimasíðan veit eisini at siga, at hann sum smá­ dreingjaspælari eina summ­ari vandi við EB/Streymi. Avtalan er galdandi fyri kom­andi kappingarár. trondur@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Men hóast tað nú er greitt, at høllin verður av ongum, er tað samstundis eis­ini greitt, at hendan ætlanin fer at kosta Neistanum yvir tvær milliónir krónur. Í hóskvøldið samtykti býráðið í Havn at lokað málið og at avtaka játt­anina um stuðul til høllina. Ætlanin var annars at gera eina høll, sum lýkur altjóða krøv og góð­ ar umstøður skulu eisini vera til tey rørslutarnaði. Tað skuldi verða pláss fyri 910 áskoðarum, harav tey 680 verða sitipláss. Síðani hevur Neistin boðað komm­ununi frá, at felagið bygg­ir ikki ítróttahøllina. Á býráðsfundinum hós­kvøldið varð upplýst, at higar­til hevur verkætlanin kost­að 5,3 milliónir við mvg. Av hesum hevur kommunan goldið kr. 3,2 milliónir við mvg og Neistin hevur sjálvt goldið 2,1 millión og tær hevur felagið mist. Kommunan hevur stuðlað ætlan­ini við 60% av kostnaðinum og tað, kommunan higartil hevur goldið svarar til 60,65% av kostnað­ inum. Sostatt eigur kommunan slak­ ar 34.500 krónur til góðar og sam­ stundis hevur býráðið samtykt at lokað málið. aki@sosialurin.fo Gunnar til EB/Streym Fótbóltur Gunnar Zachariasen skiftir hvíta búnan hjá B36 út við tað bláa og svarta hjá EB/Streymi Neistin missir yvir tvær milliónir Hondbóltur Royndin hjá hondbóltsfelagnum, Neistanum, at byggja eina hondbóltshøll í vesturbýnum, er nú endaliga slept FIFA viðurkennur ikki metið hjá Messi Fótbóltur Hóast argentinski fótbóltssnillingurin Lionel Messi hevur skotið 90 mál í hesum árinum, vil altjóða fótbóltssamgongan FIFA ikki viðurkenna talið sum eitt alment altjóða met EB/Streymur um Gunnar Zachariasen: «Tað var tá hann nakrar mánaðir búði í Hvalvík, og tá spældi hann við smádreingjaliðnum hjá felagnum. VÍF.: «Fari at enda at loyva mær at seta eitt STÓRT spurnartekin við tað avrik, sum dagsins dómarar legði fyri dagin. Fyri at siga tað milt, var dómaraavriki í dag út av lagið vánaligt, og til tíðir ein beinleiðis háðan ímóti bæði leikarum, leiðarum og áskoðarum. Hvannrok.fo: «Eg fari so langt og sigi, at kann HSF ikki finna tveir uttanveltaðar dómarar at døma dystin í Vestmanna, skuldi dysturin verið útsettur. B36.fo um Símun Joensen, sum hevur longt: «Hann hevur spælt 75 dystir fyri okkum, eins og hann hevur skotið og stútað 13 mál. Ikki minst vóru hagtølini hjá honum í 2011 mest sum óhugnalig, tá hann skeyt 8 mál í FM- árinum. Heimsíðurnar skriva: Mynd: Álvur Haraldsen