mánadagur 17. desember 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Føroyar vóru aftur í gjár negldar
á heimskortið í svimjing. Tí syrgdi
óføri Pál Joensen enn eina ferð
fyri. Harvið kunnu bæði Pál og
allir føroyingar, sum fylgja honum
og unna honum hjartaliga at fáa
úrtøku fyri veldugu íløguna, hann
nógvu tey seinastu árini hevur lagt
í svimjingina, kenna seg løtt um
hjartað.
Í august í OL í London gekk tað
ikki soleiðis, sum Pál hevði ætlað,
og sum vit øll høvdu vónað, at tað
skuldi gera. Úrslitið vísti, at Pál var
í aldudalinum, tá ið hann sjálvur og
venjarin høvdu ætlað og roknað við,
at hann skuldi verða á toppinum.
Ivaleyst kundi tað vónbrotið
hjá mongum havt við sær, at tey
løgdu kongin og góvust. Men so
leiðis hevur tað ikki verið hjá Páli.
Heldur hevur hann lagt uppaftur
meiri í venjingina – um tað ber til.
Hann er fluttur til Danmarkar og
Keypmannahavnar, har svimjium
hvørvið er størri, enn tað av góðum
grundum er her heima á klettunum,
og í Istanbul varð staðfest, at Pál
aftur er á veg ímóti toppinum, og
at hann harvið hevur kveikt vónina
um at røkka málinum, sum hann
setti sær fyri fleiri árum síðani – at
verða heimsmeistari!
Í gjár kappaðist hann saman
við teimum fremstu í heiminum á
stuttbana. Pál vann bronsu í tíðini
14:36.93. Frammanfyri hann vóru
danski Mads Glæsner og italski
Palitriniere. Gulltíðin hjá Mads
Glæsner var 14.30:13, og silvurtíðin
hjá Palitriniere var 14:31.13.
Fyrsta stóra kilometurin lá Pál
Joensen fremstur saman við teim
um báðum. Men so dragnaði hann
eitt sindur, tí teir báðir gjørdu ein
eyka vørr. Spurningurin var so, um
tað skuldi kiksað orduliga, og Pál
harvið heldur ikki hesa ferð skuldi
vinna seg á pallin, men tíbetur
megnaði hann at halda tørn um
triðja plássið, og harvið syrgdi Pál
harvið fyri, at hann og Føroyar fyri
fyrstu ferð vunnu bronsukrónu í
HM kapping í svimjing.
Við avrikinum undirstrikaði Pál
eisini so dyggiliga, at hann ætlar
sær framvegis at stríðast millum
teir fremstu, og at tað framvegis
er grundarlag fyri ætlanunum hjá
honum at vinna heimsmeistara
heitið og at vera við í telvingini um
OL kappingina í 2016!
Stórur fagnaður
Inntil fyri ikki so langari tíð síðani,
vóru tey kanska ikki so ógvuliga
mong, sum gáaðu eftir, hvat tað var,
sum óføri vágbingurin var í holtur
við - at stríða seg fram ímillum teir
allar bestu í heiminum í 1500 metra
frísvimjing.
Í dag sæst tað á øllum lukku
ynskjunum, at føroyingar allir
fegnast um Pál og óføru avrikini á
altjóða støði. Eingin ivi um, at hann
er størsta føroyska ítróttarnavnið
nakrantíð.
Maðurin, sum fram um allar
aðrar hevur staðið undir liðini á
Páli í stríðnum at røkka fram ímóti
stóra málinum, hevur verið venjarin
Jón Bjarnason.
Jón er framvegis svimjivenjari
her heima á landi og í Vági. Men eld
hugin fyri Páli og hansara avrikum
er sjálvandi framvegis hin sami.
Tá ið tað í gjár var greitt, at Pál
hevði vunnið bronsukrónuna í HM
kappingini á stuttbana, viðmerkti
Jón Bjarnason soleiðis:
Ein er eitt sindur rørdur í kvøld.
Eftir niðurtúrin í summar, var tað
fantastiskt at síggja 1500m frí frá
Istanbul. Men eg má viðganga at
tá ið hann byrjaði at dragna, tá
hugaði eg beinavegin »nei nei nei...
ikki aftur nú« Men hann tók tað
heim, eitt risa lop rætta vegin. So er
at vóna at tað ber til at taka eitt fet
ella 2 fram til HM á langgeil kom
andi summar.
Eyðkent fyri stórar ítróttarmenn,
so vónar Jón, at Pál ikki verður so
fegin um hetta avrikið, at ikki meiri
verður at vinna. Nú er málið HM á
langgeil næsta summar, tá ið vónin
er, at Pál skal lyfta seg eitt ella tvey
pláss longri upp á pallin.
Avrikið í Istanbul í gjár vísti, at
hann er føruri fyri tí. Pál Joensen
størsta føroyska ítróttarstjørnan
nakrantíð!
joannes@sosialurin.fo
Pál triðjbestur í heiminum
Svimjing Vágbingurin vann í gjár bronsu í 1500 metra frísvimjing í
HM kappingini, sum í vikuskiftinum var í Istanbul
Mynd: Polfoto