Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið atlantic airways deildin Hilmar Jan Hansen Dystirnir millum VÍF og Kyndil hava altíð talst millum stóru klass­ikararnar í føroyskum mans­ hondbólti, og einki er at siga til tað, tí hetta eru tey bæði nógv mest vinnandi feløgini, so tí vil hvørgin parturin slaka – óansæð hvat. Her verður spælt við fullum innsats og tilsvarandi fullari risiko, og í nógvar mátar var dysturin í Vestmanna í gjár avgjørt einki undantak! Longu frá byrjan vóru teir grønu meira tendraðir og klárir til upp­gávuna, og hóast tað eina løtu í seinna hálvleiki sá ivasamt út, tá Frank Askildsen fekk fleiri útvísingar og reytt kort, so hann kundi fara undir brúsuna undan hinum, megnaði Kyndil at halda fast og vinna dystin. Einki var at siga til sigurin, ið var fult uppiborin, tí ígjøgnum teir 60 minuttirnar var Kyndil gjøgnum­ gangandi betra liðið og hevði í avgerandi løtunum tann lítla mun­ in, ið bar á mál. Burtursæð frá tveim­um smáum løtum, var Kyndil eis­ini á odda alla somlu tíðina. – Eg eri øgiliga væl nøgdur, tí tað var bara beint fyri hálvleik og í steðginum, at vit ikki vóru á odda, og í seinna hálvleiki áttu vit so at siga alt. Vit hava í síðstuni følt, at tað riggar betur og betur hjá okkum, serliga í álopinum, og nú taka vit tað róligt og kunnu gleðast um, at vit eru við aftur, segði annar av venjarunum hjá Kyndli, Bárður Johannesen, ið stýrdi tingunum frá bonkinum, meðan hin venjarin, Finnur Hansson, royndi at ganga undan inni á vøllinum. Kundi kostað nógv Í farnu viku gjørdist greitt, at ís­lend­ ingurin hjá Kyndli, Hörður Fannar Sigþórsson, ikki heldur fram, og tað átti at merkt liðið, tí bæði í verjuni og á strikuni hevur hann verið ein fongur. Bárður harmast eisini um, at Hörður er farin, men rósar restini av liðnum fyri ikki at lata tað ávirka ov nógv: – Ja, tað er harmiligt, at hann noyddist at fara heimaftur, tí hann er ein góður spælari og góður persónur eisini. Men so vil eg eisini siga, at hinir á liðnum í dag stóðu væl saman, so vit skulu nokk klára tað allíkavæl, sigur Bárður. Tá minni enn helvtin av seinna hálvleiki var eftir, fekk Kyndil eitt reytt kort ímóti sær, ið kundi havt avgerandi týdning fyri dystin. Tað var, tá Frank Askildsen fyrst fekk tveir minuttir fyri hart verjuspæl, men síðani helt fram við at brúka seg um dómin, so hann fekk nakrar minuttir aftrat og tí eisini reyða kortið. Samstundis sum dómararnir góvu minuttir og kort, fekk spælarin eitt ordans skeld frá venjaranum, ið eftir dystin viðgekk, at júst henda støðan var sera ørkymlandi: – Tað var næstan líka ørkymlandi sum á Skála fyri tveimum ella trimum vikum síðani, tá vit mistu stigini, men tíbetur gjørdu vit ikki tað hesaferð, men megnaðu at vinna allíkavæl. Útvísingarnar kundu havt kostað okkum, men tíbetur reistu vit okkum aftur, sigur Bárður Johannesen, ið nokk eisini mundi vera takksamur fyri, at mótstøðuliðið slett ikki megnaði at taka av. Vestmenningar komu upp á 21-20, men vóru ongantíð nóg sannførandi, og tí eydnaðist Kyndil at varðveita trúnna uppá, at hetta kundi lata seg gera. Og hóast Eli Müller stóð ófatiliga væl í seinna hálvleiki, samstundis sum Regin Joensen tók yvir við málskjótingini, tá Filip Jojic bleiv mansvardur av Kyndli, rakk tað ikki ímóti topptendraðu Kyndilsmonnunum, ið vóru ágrýtnari og kaldari, tá mest ráddi um at vera tað. Dramatiskur klassikari Hondbóltur Kyndil vann seg nærri oddastríðnum við uppibornum sigri í gamla klassikaranum í Vestmanna í gjár, har dómararnir annars í løtum komu meira í fokus enn bæði spæl og spælarar