Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Í egnan barm – Vit royndu at stríðast, men fingu tvær útvísingar fyri kjaftaslit, og tað kann bara ikki góðtakast. Vit spæla at enda fýra menn í undirtali, tí vit fingu býttar útvísingar í av­ ger­andi løtuni, so tað var ikki nóg gott, staðfesti Regin eftir dystin, ið fór ordiliga fyri bakka ta allarsíðstu løt­una. Nógvir vestmenningar vóru sera argir um dømingina, ið gjørdist rættiliga ruðuleikakend ímóti end­ anum á dystinum, har tað endaði við trimum reyðum kortum og fleiri umstríddum avgerðum. Utt­ an iva hava brøðurnir Wardum eis­ini dømt onkran dyst betur enn hendan, men sum dysturin háttaði seg, kundi fingurin altso ikki setast á sigurin hjá Kyndli, ið dugdi nógv betur at halda fokus enn VÍF. Og tá Regin Joensen tók samanum eftir dystin, valdi hann at taka í egnan barm, heldur enn at fokusera upp á døm­ing­ina ella annað: – Tað er frustrerandi at missa bóltin so ofta, tí tað var tað sama týsdagin ímóti Neistanum, so tað mugu vit gera okkurt við. Vit skulu bara arbeiða hart, so hava vit møgu­ leika at taka hoyvíkingar eisini, tí spælið er í ferð við at vera har, sigur Regin, ið sær fram til dystin ímóti H71 beint fyri jól. – Vit skulu bara syrgja fyri at halda fast við annaðplássið, ið er nóg gott. Hetta, sum hevur verið hes­ar báðar síðstu dystirnar, er kanska bara ein lítil aldudalur, og tað ger einki, bara hann ikki verður ov stórur. hilmarjan@sosialurin.fo Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 10 290 224 66 17 2 VÍF 11 300 256 44 15 3 H71 11 306 274 32 14 4 Kyndil 11 284 276 8 12 5 StÍF 11 281 251 30 11 6 Neistin 11 254 276 -22 7 7 Team Klaksvík 11 213 371 -158 0 Filip Jojic, VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 73 Hans Eli Sigurdbjørnsson, KÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 72 Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, Team Klaksvík . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 64 Rúni Højgaard, H71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 64 Niclas Selvig, KÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 64 Teitur Magnusson, Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 63 Sveinur Justinussen. StÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 59 Bogdan Florea, H71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 58 Pætur Joensen, StÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 51 Beinur Heðinsson, Team Klaksvík . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 48 Toppskjúttar Team Klaksvík - H71 21-37 (9-19) Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Beinur Heðinsson 7, Dánjal Kjærbo 4, Andrias Ellingsgaard 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 H71: Rúni Højgaard 15, Hallur Biskopstø 5 (1), Bogdan Florea 4, Tróndur Arge 3, Hanus Norðberg 3, Ári S. Olsen 3, Høgni Djurhuus 2, Niels Viggo Niclassen 1, Sigmundur Nolsøe 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Regin M. Petersen Neistin - StÍF 16-24 (8-10) Neistin: Teitur Magnusson 5, Terji Mørk 3 (2), Beinur Davidsen 2, Rói Hansen 2, Torstein Balle 1, Jugoslav Djumic 1, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1 StÍF: Pætur Joensen 8, Steinar Prestá 5, Borgar Danielsen 5, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 1, Sveinur Justinussen 1 (1) Dómarar: Ragnar Simonsen & Heri Petersen VÍF - Kyndil 23-25 (13-13) VÍF: Filip Jojic 7, Regin Joensen 6, Martin Ritto 3, Andrias Eriksen 2, Magnus Müller 2, Magnus á Rógvi 2, Joen Pauli Høgnesen 1 Kyndil: Finnur Hansson 6, Høgni Klein Olsen 5, Josef Abrahamsen 3 (1), Birgir Poulsen 3, Ludvík Súnason 3, Frank Askildsen 2, Thorvald Abrahamsen 1, Rógvi Dahl-Christiansen 1 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum atlantic airways deildin Rúni Højgaard skoraði ikki færri enn 15 mál, tá H71 vann ein greiðan 37-21 sigur á einum troyttum Team Klaksvík liði, sum fríggjakvøldið hevði heima­vøll í Hoyvík. Støðan sigur tað, sum skal sigast um dystin. H71 var væl betra liðið, og sigurin var ongantíð í vanda. Stóri mál­ slúk­urin hjá hoyvíkingum var Rúni Højgaard, ið skoraði ikki færri enn 15 mál. Spælararnir hjá Team Klaksvík tóktust troyttir frá dyst­inum mikukvøldið. Millum annað skoraði H71 átta mál upp í slag mitt í fyrra hálvleiki, tá øll bakketan hjá Team Klaksvík mátti út at hvíla. Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Beinur Heðinsson vóru toppskorarar við ávíkavist átta og sjey mál­ um. H71 spældi ikki í hægsta geari, men heldur við sigrinum fast í oddaliðnum. Sermerkt við dystinum er, at Team Klaksvík hevði heimavøll í høllin í Hoyvík, tí teir ikki sleppa at spæla í Badmintonhøllini í Klaks­vík, fyrr enn hon er um­ væld. hilmarjan@sosialurin.fo Strandingar vilja fegnir vera við, har tað er stuttligast at spæla, men ikki fyrr enn í gjár bar ordiliga til á útivølli, tá StÍF vann á Neistanum á Hálsi í Havn. Skalt tú gera teg galdandi í Atlantic Airways-kappingini, krevjast fleiri stig á útivølli enn tey, ið eru at fáa ímóti Team Klaksvík. Tað hava strandingar sannað í vetur, og ikki fyrr enn í gjár eydnaðist teimum at vinna ein útidyst ímóti øðrum enn klaksvíkingum, tá teir í Havn vunnu á Neistanum. Sermerkt fyri dystin var, at sera fá mál komu í fyrra hálvleiki, tí tá hann var hálvrunnin var støðan 4-3 til Neistan, ið rann undan, líka til StÍF beint fyri steðgin fekk lagt seg framum við tveimum málum. Tá StÍF fyrst hevði vunnið leiðsluna, megnaði liðið at halda fast, so tað gjørdist ein sigur upp á átta mál, tá avtornaði. – Eg haldi, at bæði liðini høvdu lítla ferð at byrja við, og tí vóru málini so fá, men ímóti endanum á seinna hálvleiki riggaði tað øgiliga væl hjá okkum. Vit vardu øgiliga væl allan dystin, men ímóti endanum fingu vit skjótálopini at koyra og fingu meira ferð á spælið. Ikki minst skoraði Pætur Joensen rættiliga nógv í seinna hálvleiki og gjørdi tað øgiliga gott, segði StÍF- málverjin Levi Nybo, tá hann í Rás 2 tók samanum eftir dystin. Ein partur av taktikkinum hjá Neistanum var at taka Svein Justinussen burturúr, og tað riggaði eisini øgiliga væl, tí einasta mál, Sveinur fekk á Hálsi í gjár, var eitt brotskast. – Ja, Sveinur fekk bara eitt mál, so mansverjan av honum riggaði væl, men ímóti endanum mistu vit ov nógvar bóltar, so teir fingu fleiri kontramál ímóti okkum. Trupulleikin var, at álopsspælið koyrdi ikki, tí vit brendu ov nógv, og so fingu teir ov nógv løtt mál, segði Mikkjal Hansen, ið vardi málið hjá Neistanum. Rúni søkti klaksvíkingar Kærkomin útistig