Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Neistin vann og Barbara Brauer skjeyt flest mál. Tað sum ein søga vit hava hoyrt fyrr. Neistin heldur fram at vinna, og sunnudagin vunnu tær tíggjunda dystin upp í slag. Hesa ferð var mótstøðan StÍF, sum liggur aftast. StÍF gjørdi sum hini liðini flest og royndi at mansverja Barbaru Brauer, men tað gekk sum hjá øllum hinum, ið hava roynt. StÍF hevur eisini ein stórskjútta í Rebekku Justinussen, men hon er nakað meiri einsamøll enn Barbara er á Neistaliðnum. Avgerandi løtan er tíðliga í seinna hálvleiki, tá Neistin økir við fimm málum upp á seks minuttir. Sum heild er stórur munur á í seinna hálvleiki, sum Neistin vinnur 20-12. Venjari hjá Neistanum, Kári Horn, hevur ávarað móti at taka nakað fyri givið. Onnur hava róð fram undir, at hini liðini nærkast so hvørt tey koma í betri venjing, men í løtuni er Neistin nógv tað besta liðið. trondur@sosialurin.fo Fremsta deildin kvinnur Barbara Brauer, Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 92 Rebekka Justinussen, StÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 81 Gurið Mortensen, VB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 51 Nicoleta Radu Hansen, Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 50 Ema Bezanovic, Stjørnan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46 Adina Petrea, VÍF/Tjaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46 Rannvá Johannesen, VB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42 Marijana Trbojevic, VB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 41 Ása Dam á Neystabø, Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38 Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37 Toppskjúttar Fremsta deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 10 318 226 92 20 2 Kyndil 10 231 232 -1 11 3 VB 9 219 229 -10 7 4 Stjørnan 8 178 191 -13 6 5 VÍF/Tjaldur 8 190 211 -21 6 6 StÍF 9 217 264 -47 4 Klárt okkara besti dystur Hondbóltur Tað sigur Jórun Ludvig, sum skoraði fýra mál í 33-18 stórsigrinum hjá Kyndil á VÍF/Tjaldur. Felagsliðið var uttan Adinu Petrea og geist Tróndur Arge Kyndil hevur havt eitt óstøðugt kappingarár. Hóast greiðar leiðsl­ur í hálvleikinum móti bæði Stjørn­ uni og StÍF, so hava tær tapt. Sunnudagin sóu vit so tað Kyndla­ liðið, sum kann geva Neistanum mót­spæl í eini finalu. Ágrýtnar, mál­rættaðar og gløggar. Gjørdu skjótt av í álopspartinum og tóku broddin av VÍF/Tjaldur og Liljani Djurhuus. Skoraðu 33 mál á útivølli og lukkaðu av í hinum endanum. Og avrikaðu javt yvir allan dystin. Nakað sum ikki er ein sjálvfylgja á Kyndlaliðum í hesum kappingarárinum. – Hetta er klárt okkara besti dyst­ur í ár. Vit lorkaðu tað burtur móti StÍF og vóru tí topptunaðar til hendan dystin. Tað gekk væl, staðfesti Jórun Ludvig eftir dystin. – Verjan hjá okkum er ágrýtin og tær fáa ikki mál. Vit fáa mótálop, sum er okkara styrki. Vit velja eisini tíðliga í seinna hálvleiki at mans­ verja Liljan, og tað haldi eg knekkar tær, sigur Jórun glað á málinum. Liljan ásannar, at Kyndil var betra liðið og var vildi tað meira hendan dagin. – Tað virkar sum vit ikki eru klárar til dystin í dag. Kyndil spælir væl í dag. Tær hava geist og tað er ringt at spæla móti einum liðið, sum veruliga hevur viljan til at vinna, sigur Liljan. Tær á felagsliðnum megnaðu ikki at arbeiða seg úr torførum støð­um, sum tá millum annað Liljan verð­ur mansvard og Kyndla verja er á topp­num. Tá tú ikki hevur spælt saman so leingi, so ert tú heldur ikki vanur við at takla støður tá tú ert trýstur, ásannar Liljan. Tað er serliga beint fyri og beint eftir hálvleik, at Kyndil hevur sínar bestu løtur í dystinum. Frá at føra 12-10 sjey minuttir fyri hálvleik, til at verða á odda við tíggju mál­um tíggju minuttir inn í seinna hálv­ leik. Saknur í Adinu VÍF/Tjaldur var uttan Adinu Petrea, sum er toppskjútti hjá felagnum við 46 málum. – Tað er stórur saknur í Adinu í dag. Hon hevði væl klárað at fing­ ið hasi tíggju málini hon plagar. Tað blívur ringt uttan hana, tí hon bindir alt liðið saman og tekur nógvar spælarar til sín í álops­spæl­ inum. Tað gevur hinum í álopinum meiri pláss, greiður Liljan frá, sum sjálv er næst toppskorari hjá felags­ liðnum við 37 málum. – Tað merkist væl, tá VÍF/Tjaldur manglar Adinu Petrea ella Liljan, tí tær eru tveir góðir skjúttar. Í dag blívur tað ov einsligt hjá Liljan, sigur Jórun. Hetta hevur eisini áviskan á spælið hjá felagsliðnum, sum uttan skotstyrkina ikki megnaði at spæla nóg málrættað. – Vit hava ikki tí stóru styrkina úti frá og spæla ikki móti málinum, men enda við at spæla for nógv upp á tvørs. Tá tú ger tað, so kanst tú heldur ikki skorað, ásannar Liljan. Jólaferia til Kyndil Hetta er seinasti dysturin hjá Kyndil fyri ársskiftið. Kyndil ligg­ ur á øðrum plássi við fýra stig­ um fleiri enn nummar trý, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Stór­ sigurin sunnudagin smakkar væl í skiftirúminum hjá Kyndla kvinn­ unum, sum nú kunnu halda jól við einum smíli. – Hetta er fantastiskt at kunna fara í jólaferiu við einum slíkum sigri, sigur ein fegin Jórun Ludvig, men leggur afturat, at Kyndil má avrika meiri støðugt. – Vit mugu verða meiri støðug. Í ár eru serliga tveir dystir, sum vit skuldu havt vunnið, sum vit ikki hava vunnið, men í dag reisa vit okkum eftir ein slíka dyst seinast, sigur Jórun at enda. Í felagsliðnum droyma tey eis­ini um eini góð jól. Tær hava ein møgu­ leika afturat, at enda við einum í sigri í 2012. – Vit hava ein dyst eftir í ár móti Stjørnuni. Vónandi kunnu vit vinna hann, og fara í jólaferiu í líka góðum lag sum tær hjá Kyndli, sigur Liljan Djurhuus at enda við einum smíli. trondur@sosialurin.fo VÍF/Tjaldur - Kyndil 18-33 (10-15) VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 5, Liljan Djurhuus 5, Sarah Hansen 3, Tóra Seloy 2, Eilin Hansen 1, Ansy Sevdal 1, Amanda Kristensen 1 Kyndil: Anja Heinadóttir 8, Simona Iacob 7, Jórun Ludvig 4, Annika Sigurdsdóttir 4, Turið Arge 4, Randi Wardum 2, Anna Brimnes 1, Anna Sofía Mohr 1, Guðrið G. Eystberg 1, Bjarta Johansen 1 Neistin - StÍF 34-22 (14-10) Neistin: Barbara Brauer 7, Marjun F. Danberg 6, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 4, Bára Hansen 3, Rakul Augustinussen 3, Ása á Neystabø 1 StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 5, Birna Tummasdóttir 4, Bára Berthelsen 3, Paula Høgnesen 2, Oddrún Danielsen 1 Neistin í vanligum stíli Hondbóltur Neistin vann aftur um vikuskiftið og hevur framvegis ikki mist eitt tað einasta stigi í hesum kappingarárinum Myndir: Álvur Haraldsen