mánadagur 17. desember 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Mjølnir og SÍ økja mest sum hvørt
vikuskiftið um munin niður til
hini liðini. Klaksvíkskvinnur eru
stórspælandi og vinnur hvørjaferð,
meðan SÍ basir øllum hinum lið
unum. Tað vísti seg aftur hetta
vikuskiftið, tá ovastu liðini aftur
vunnu sínar dystir. Enn er ikki langt
fráliðið í landskappingini, og nógv
kann broytast, men støðugu avrik
ini hjá teimum fremstu ávarar hini
liðini, serliga Fleyr og TB, at nú eru
ikki umstøður at missa nógv fleiri
stig, um tey ætla sær í finalurnar.
Eingin steðgar Mjølnir
Síðsta vikuskiftið eydnaðist væl
hjá flogbóltskvinnunum á Tvør
oyri. Við sigrum á bæði Fleyr og
Ternuni vunnu tær seg inn aftur
í finalustríðið, og flogbóltslagið
hevur av somu orsøk verið gott har
suðuri hesa vikuna. Men tær hava
vitað, at møtumikil uppgáva bíðaðu
teimum hesaferð, og kravið var at
fáa stig í skjáttuna, um sambandið
við SÍ ikki skuldi kámast burtur
aftur við eitt.
Og tað rakk ikki hjá TB. Mjølnir
hevði tamarhald á dystinum mest
sum allatíð, og tað var sjáldan, at
heimaliðið beit frá sær. Gestirnir
úr Klaksvík vunnu 3-0 og hava enn
fult stigatal.
SÍ vann sum væntað eisini
hesaferð, tá tær vitjaðu hjá Drátti.
Úrslitið var 3-1.
Fleyr rennur aftaná
Kvinnurnar hjá Fleyr greiddu sín
setning í høllini í Kollafirði hesaferð.
Tær eru enn í støðuni, at tær renna
aftaná báðum oddaliðunum. Fjar
støðan er kortini ikki størri enn
so, at dragnar SÍ nakað kann røðin
broytast skjótt.
Stigatalvan segði greitt, at Fleyr
stendur seg nógv betur enn flog
bóltskvinnurnar úr Kollafirði, sum
bara hava knógva botnliðnum ÍF í
hesum kappingarárinum. Tað var
av somu orsøk væntað, at Fleyr fór
at fáa fult hesaferð. Tað var heldur
ongantíð, at heimaliðið hótti leiðsl
una, sum gestirnir úr Havn vunnu
sær skjótt. Fleyr vann 3-0.
Jólafrí
Dystirnir hetta vikuskiftið vóru teir
seinastu í hesum árinum. Kappingin
fer nú í jólafrí til 6. januar. Tá verður
oddabrak í Klaksvík, tá ovastu liðini
í deildini, Mjølnir og SÍ, spæla.
Hóast greiðu ábendingarnar um, at
tey fara at spæla finalurnar í vár,
so kann framvegis nógv broytast.
Serliga, tí tá øll liðini hava spælt
tvær ferðir ímóti hvør øðrum, tað er
seinast í januar, verða stigini býtt í
helvt. Tað kemur kanska serliga
dánt við hjá SÍ, sum er við at fara
frá bæði Fleyr og TB. Men støðugu
avrikini hjá teimum í Sørvági benda
á, at tað verður í øllum førum ikki
lætt hjá hinum at taka stig frá
teimum.
uni@sosialurin.fo
eik ligan kvinnur/menn
Oddaliðini eru ikki til at vika
FLOGBÓLTUR Greið tekin eru nú um, at Mjølnir, sum enn hevur fult stigatal, og SÍ
fara at spæla finalurnar um føroyameistaraheitið í vár. Liðini vinna hvørt vikuskiftið,
og enn hevur einki av hinum liðunum knógvað teimum ovastu
Mynd: Álvur Haraldsen
TB - Mjølnir 0-3
(18-25, 20-25, 17-25)
KÍF - Fleyr 0-3
(17-25, 12-25, 15-25)
Dráttur - SÍ 1-3
(15-25, 18-25, 28-26, 12-25)