mánadagur 17. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
em2012
Tær úr teimum svørtu
fjøllunum eru best í Evropa
Hondbóltur EM-finalan í kvinnuhondbólti millum Noreg og Montenegro bleiv júst
so spennandi sum væntað, og hon hevði alt, sum ein finala eigur at hava
Árni Joensen
Tað vóru tey, sum væntaðu og
kanska eisini vónaðu, at kappingin
um evropameistaraheitið í hond
bólti fyri kvinnur fór at enda við
einari finalu millum Noreg og
Montenegro.
Hondbóltshugað
høvdu sjálvandi ikki gloymt ta
ógloymandi OL-finaluna millum
somu lið í London í summar, og liðini
sviku heldur ikki hondbóltsheimin,
tá tey møttust aftur í Krombank
Arena í Beograd seinnapartin í
gjár.
Tí hetta bleiv ein finala, sum
fer í søguna sum ein tann mest
dramatiska nakrantíð. Teir fyrstu
60 minuttirnir góvu einki úrslit, tað
gjørdu teir næstu tvær ferðir fimm
heldur ikki, men tá teir seinnu tvær
ferðir fimm vóru av, høvdu tær
dimmu úr teimum svørtu fjøllunum
suðuri á Balkan bast teimum ljósu
úr fjøllunum fyri norðan.
Tað mundu vera umleið eitt tús
und norskir áskoðarar til dystin
og av góðum grundum nakað væl
fleiri montegrinar. Og teir fingu 80
minuttir við sera góðum hondbólti í
einum dysti, sum var so spennandi,
at teir fyrstu 78 minuttirnar var tað
vónleyst at siga, hvønn veg hann
fór.
Avgerandi útvísingar
Ikki tí, tá tá tríggir minuttir vóru
eftir av teirri fyrru eykatíðini,
mundu tey flestu halda, at dysturin
var avgjørdur. Montenegro var
á odda 28-25, og við bara trimum
minuttum tóktist uppgávan ov stór
sjálvt fyri tað sigursvanda norska
liðið. Men so sendu dómararnir
montegrinsku Katarina Bulatovic
tveir minuttir út um strikuna, og
við trimum málum frá Idu Alstad
megnaði Noreg at stríða seg upp
á javnt og harvið tvær ferðir fimm
minuttir afturat.
Men so hendi tað fyri Noreg,
sum ikki mátti henda. Tá tveir
minuttir vóru eftir, stóð á jøvnum
31-31, men so fekk strikuspælarin
Heidi Løke tveir minuttir, og hend
an møguleikan gagnnýttu tær
montegrinsku kvinnurnar til fulnar
og fór frá 31-31 til 34-31.
Frøin
var
stór
á
teimum
montegrinsku
kvinnunum
og
meginpartinum av áskoðarafjøldini.
Tær norsku kvinnurnar vistu ikki,
hvussu tær skuldu taka tað. Og tað
er ikki so løgið, tí hetta er fyrstu
ferð í átta ár, at Noreg ikki vinnur
EM-kappingina hjá kvinnum. Eftir
gull í 2004, 2006, 2008 og 2010 bleiv
tað silvur í 2012.
Uppiborin sigur
Ein av teimum mest royndu norsku
spælarunum,
Karoline
Dyhre
Breivang, ásannaði aftan á dystin,
at tað kendist eitt sindur løgið at
standa sum tapari aftan á eina
finalu. Hon vísti á, at tað norska lið
ið stríddi seg inn í dystin fleiri ferðir
eftir at vera komið afturúr, men at
tað kortini ikki var nóg mikið.
Venjarin hjá teimum norsku
kvinnunum, íslendingurin Thorir
Hergeirsson, rósti kvinnunum úr
Montenegro.
– Montenegro var betri enn vit í
dag. Tær vóru sera svangar, og liðið
er sera væl samanspælt. Tað er eitt
sera gott lið úr einari sera góðari
hondbóltsmentan, segði íslending
urin, sum av fleiri bleiv mettur at
vera tann besti venjarin í EM-kapp
ingini.
arni@sosialurin.fo
Noreg - Montenegro 31-34 (11-12)
Noreg: Ida Alstad 11 (1), Heidi Løke 5, Anja Edin 4 (1), Linn Sulland 3,
Ida Bjørndalen 2, Linn-Kristin Riegenhuth Koren 2, Camilla Herrem 2,
Karoline Dyhre Breivang 1, Linn Gossé 1
Montenegro: Milena Knezevic 10 (1), Katarina Bulatovic 8 (3), Jovanka Radicevic 5,
Radmila Miljanic 3, Biljana Pavicevic 2, Marija Jovanovic 2, Andjela Bulatovic 2,
Ana Dokic 1, Suzana Lazovic 1
Mynd: Polfoto