Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið em2012 Ungarn - Serbia 41-38 (21-19) Ungarn: Viktoria Redei-Soos 9, Zsuzsanna Tomori 8, Anita Görbicz 6 (6), Zita Szucsanszki 3, Melinda Vincze Alcoa 3, Piroska Szamoransky 3, Klara Szekeres 3, Monika Kovacsicz 3, Orsolya Verten 2, Bernadett Bodi 1 Serbia: Biljana Filipovic 7, Svetlana Ognjenovic 7 (1), Andrea Lekic 7 (2), Jelena Popovic 4, Jelena Eric 3, Marina Dmitrovic 3, Sanja Damjanovic 2, Ivana Milosevic 2, Katarina Krpez 1, Sladana Pop-Lazic 1, Jelena Nisavic 1 Árni Joensen Gestirnir úr Ungarn vóru um reppið at vinna dystin í teirri vanligu leik­ tíðini. Tær 11 sekund vóru eftir, var støð­an 33-32 til Ungarn, men júst tá javnaðu vertirnir, og tá Ungarn einki fekk burtur úr teimum síðstu sekund­unum, mátti eyka leiktíð til. Sum so mangur annar ítróttur kann hondbóltur vera eitt løgið spæl. Eyðkennið fyri brosnudystin í ár var, at málverjarnir í báðum endum stóðu óvanliga illa, men í yvir­tíðini vaknaði Eva Kiss í tí ungarska málinum, og við trimum góðum bjargingum í eykatíðini tryggj­aði hon liði sínum bronsuna. Tá vísti talvan, at hendan mál­ veitslan var endað 41-38. Tær serbisku kvinnurnar høvdu ilt við at fjala vónbrotið, meðan tær ungarsku dansaðu á vøllinum í Krombank Arena. Tað var nú heldur ikki so løgið, tá hetta vóru teirra fyrstu meistaraskapsheiðursmerki í sjey ár. Ungarskir dansir í Beograd Hondbóltur Bronsudysturin ímillum vertslandið Serbia og Ungarn gjørdist næstan líka drúgvur og spennandi sum finalan Pytlick sera væl nøgdur Hondbóltur Danski venjarin er sera væl nøgdur við avrikið hjá tí óroynda liðnum, sum Danmark sendi til Serbia, og sum ikki var langt frá heiðursmerkjum Árni Joensen Jan Pytlick hevur eisini alla orsøk til at vera fegin um úrslitð hjá sín­um óroynda liði. Tær donsku kvinn­urnar taptu bara tveir dystir, annan við einum máli ímóti teimum svensku grannunum og hin við fýra málum ímóti teimum serbisku vert­ unum. Men hinumegin var nógv, sum taldi tann rætta vegin og serliga tað, at tær donsku kvinnurnar vunnu á so sterkum liðum sum Noregi, Frak­ landi og Russlandi. Tann seinasti sig­urin tryggjaði Danmark 5. pláss­ ið í kappingini. Tað er við hesum í skjáttuni, at tann danski venjarin hyggur fram­ eftir: – Hetta hevur verið ein sera góð kapping fyri okkum. Sjálvandi vildu vit fegin sloppið í hálvfinaluna, men um vit hava í huga, at vit umskipaðu liðið so seint sum í oktober við fleiri nýggjum spælarum, so hava vit havt eina sera góða kapping í Serbia. Við hesum tilfarinum fara vit fyrr ella seinni at spæla hálvfinalu, segði Jan Pytlick við danskar fjølmiðlar í gjár. Tann næsta veruliga royndin hjá teimum donsku hond­bólts­kvinn­ unum verður í juni, tá Danmark skal spæla tveir dystir ímóti Turkalandi um at sleppa við til HM næsta ár. Á pappírinum ein av teimum løttu uppgávunum. arni@sosialurin.fo Danski venjarin, Jan Pytlick, er sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum liði í EM-kappingini Norski málverjin Katrine Lunde Haraldsen varð kosin besti málverji i kappingini, og tað er ikki fyrstu ferð Málverji: Katrine Lunde Haraldsen, Noreg Vinstri vongur: Polina Kuznetkova, Russland Vinstri bakkur: Sanja Damnjanovic, Serbia Spælstýrari: Andrea Lekic, Serbia Strikuspælari: Heidi Løke, Noreg Høgri bakkur Katarina Bulatovic, Montenegro Høgri vongur: Jovanka Radicevic, Montenegro Tað besta liðið Aftan á tann seinasta dystin setti tað evropeiska hond­bólts­ sambandið (EHF) eitt sokallað All Star-lið við teimum bestu spæl­ arunum á teimum ymsu pláss­unum. Tær sjey, sum manna liðið, eru: