Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Nýggjársfleirkapping verður nýggjársaftan Fleirkapping Seinasta kappingin hjá SST, sersambandinum fyri súkkling og triathlon, í 2012 er, so undarligt tað enn kann ljóða, tann fyrsta kappingin í nýggja kappingarárinum Heri Simonsen Nýggjársaftan klokkan 10 fer fram tann serliga Nýggjársfleirkappingin á Rossagøtunum, sum liggja norðan­ fyri Kerjalon og Hotel Føroyar. Sein­ astu 12 árini hevur Føroya Triathlon Felag nevnliga skipað fyri einum nýggjársduathlon á Rossagøtunum við ríðibreytina í Marknagili, har kappast hevur verið í renning og súkkling. Gjørdist fleirkapping í fjør Í fjør varð avgerð tikin um, at kapp­ingin skuldi verða umskipað til eina fleirkapping, har fjalla­ súkkl­arar og rennarar eisini fingu møguleika at luttaka. Aftur í ár ber til hjá rennarum, súkklarum og triathletum at luttaka. Kapp­ingar­ nar, sum kappast verður í verða hesar: Duathlon: Renning 6 km, fjalla­ súkkling 18 km, renning 2 km. Fjallasúkkling: Unglingar 18 km og vaksin 30 km. Renning: har er møguleiki at renna tveir ymiskar teinar: 6 km ella 12 km. Greinarnar eru so aftur býttar upp í bólkarnar ungdóm (17 ár), elitu (18-50 ár) og veteranar (50 ár og eldri). Øll byrja í senn Øll, sum taka lut í Nýggjárs­fleir­ kappingini byrja í senn. Tey, ið renna, fara av ríðibreytina suðuryvir, og renna við sólini. Súkklararnir fara av ríðibreytina vesturyvir, og súkkla móti sólini. Av trygdaráðum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður, og standa vaktarfólk við gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kapp­ ingarleiðina. Møtt verður við Hotel Føroyar/Kerjalon í seinasta lagi kl. 09.30 mánamorgunin 31. desembur. Tilmelding fer fram hjá Evald Rasmussen á telefonnummarinum 583273. Byrjaði rættiliga spontant Kappingin nýggjársaftan, sum er so undarligt tað enn kann ljóða, tann fyrsta kappingin í tí nýggja kapp­ingarárinum, byrjaði rættiliga spontant. Evald Rasmussen frá ser­sam­ band­inum fyri súkkling og triathlon greiddi frá á Rás2 leygar­dagin: – Fyri 10 árum síðani byrjaðu vit at kappast á rossagøtunum, men so høvdu onkrir fjallasúkklarar hug til at verða við, so tað ikki bara var ein kapping fyri triathlon íðkarar. Vit koyrdu so eina duathlon kapp­ing, har vit runnu og súkklaði, með­an fjallasúkklararnir vildu bara súkkla. Tann eina dagin kom so ein renn­ ari niðan, og tá var borið uppá mál hugskotið um, at tað bar til at bæði renna og súkkla, og kombinera tað, greiðir Evald Rasmussen frá. Misjøvn undirtøka Undirtøkan fyri nýggjárs­fleir­kapp­ ingini hevur verið misjøvn: – Tað hevur verið grúiliga upp og niður. Onkran nýggjársaftan hava vit verið niðri á 5-6 íðkarum, men nýggjársaftan í fjør vóru vit 30 fólk, ið íðkaðu. Nógv velst um veðrið. Tá vit fyri trimum árum síðani byrj­ aðu nýggjársfleirkappingina var ógvuliga kalt nýggjársaftan. Váta­ kavi var, og tað vóru nakrir renn­ arar, sum vóru komnir niðan, sum blivu so vátir og illa fyri, áðrenn kapp­ingin nakrantíð byrjaði, so teir máttu fara til húsa aftur. So tað gjørdist bara vit, sum vóru ílætnir eftir veðrinum, sum megnaðu at fara í holt við kappingina. So undir­ tøkan er misjøvn, staðfestir Evald Rasmussen, sum vónar, at veðrið verður eftir vild komandi nýggjárs­ aftan. Neyðugt at verða í venjing Spurdur um hvør venjingarstøða krevst fyri at verða við í nýggjárs­ fleirkappingini, svarar Evald Rasmussen: – Tosa vit um duathloni, sum er ein kapping við 6 km renning, 18 km súkkling og aftur 2 km renning, so krevur henda kappingin, at ein hevur vant frammanundan. Ein kann ikki bara møta til kappingina, og taka lut uttan eina líkinda venjingarstøðu. Fjallasúkklingin krevur eisini eina góða venjingarstøðu, tí teir súkkla ein væl longri tein, sum er 30 km. Teinurin, bæði fyri rennarar og súkklarar er ikki fram eftir sløttum. Longu aftaná 3 km kemur ein longri brekka, so hetta krevur, at íðkararnir eru í einari rímiligari venjingarstøðu, slær Evald Rasmussen fast. heris@sosialurin.fo