mánadagur 17. desember 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Havi sóknast eftir honum í
heyst, vit høvdu samband av
og á - alt lívið. Og so frættist
tað, at Herman brádliga var
farin. So harmiligt. Og hvat
nú - ?
Jú, uttan orð ert tú í hug
anum aftur í tí størru stovuni
í Klaksvíkar gamla skúla
í 1945. Fyrsti skúladagur
(18. aug.). Spentur. Tesk og
smæðin barnabros. Kríggið
var endað. Ein egin angi
av
nýferniseraðum
gólvi
og borðum við blekkglasi í
miðjuni. Skróvan av taskum
og bókum (sum gingu í arv
mann eftir mann).
Við síðuni av mær situr
ein jarphærdur drongur, 6 ár
og næstyngstur í klassanum
(eg sjálvur, eitt hálvt ár yngri,
hevði ikki fylt seks). Og sam
an sótu vit øll tey 9 árini lið
um lið, inntil Herman gavst
eftir millumskúlan og fór í
snikkaralæru á Varpinum hjá
p/f J. F. Kjølbro.
Og so í summarferiunum.
Rokan og sterkur sjórámur
av saltfiski á banjara og í
eini ráligari krubbu, har ið
raskir skúladreingir vóru
ein kærkomin hjálp at landa
heimkomin skip. Og har at
forvinna sær nakrar krón
um. Eitt yðjandi lív um vág
og vallir í serstakari bygd
við vøkstri og framburði. Og
so læknastríðið eisini – ein
fossaflóð av høpisleysum og
tápuligum maktarmonnum á
ovastu rókum!
Klintran í homrum og
kappingaherðindi. Dreingja
kríggj á stríðsvølli millum
Biskupsstøð og Varpið við
talsterkar
fylkingar
av
Stengadreingjum. Træskjøld
ur, svørð og lansur (Óli ofta
fremstur við træknívi millum
tenninar).
Minnist væl heimið á
Biskupsstøð hjá Hans David
(1905-1973) og Fanny (1908-
2002). Og var ofta har. Eitt
mentað heim. Tey vóru í
bókaklubbanum “Fremad”.
Nógvar góðar bøkur (eisini
Blæksprutten og Svikmøllen
til jólar) – og sum eg eisini
slapp at læna og lesa (bóka
savnið í bygdini kom ikki
fyrrenn fyrst í 50unum).
Hans David, lærarin, sum
hann vanliga var nevndur,
var blíður, fyrikomandi og
kønur í litteraturi og Fanny
var ein málrættað, ágrýtin
oddkvinna í húsmøðrafelag
inum (sum synirnir “vinar
liga” nevndu fyri:”húsmera
felagið”(!)). Teir vóru bara
tveir brøður Óli (Óli P.) og
Herman. Góðir brøður og góð
trý ár eru ímillum teir.
Herman var musikalskur,
tey lótu hann spæla á orgul
hjá Mariu hjá Alfred Peter
sen, seinni var hann við í
Hornorkestrinum. Vit funnu
saman beinanveg. Herman
var ein herligur skemtari,
eitt sindur øðrvísi enn Óli
P.( - men er nakar heilt sum
hann?).
Eitt dømi av mongum:
Herman fortaldi, at um onk
ur í práti fekk frænir av, at
hann og ein vissur Óli vóru
brøður, so svitaðist tað ikki,
at næsti spurningur hekk í
luftini: “ Og dugir tú eisini at
tekn...? Og Herman svaraði -
áðrenn spyrjarin var liðugur:
“Ja, absolutt, men bara nakað
annað - (!)”
Sagt varð frá, at pápin ein
dag so fegin fortaldi fyri Óla
- nú ið Fanny bar Herman
undir hjartanum – “ - at nú
fert tú, Óli, góði, helst skjótt
at fáa ein lítlan spelibeiggja”
(pápin var vágbingur). Ja, Óli
helt tað bara vera o key, men
legði tó afturat, at hann nokk
heldur vildi hava ein hest (!).
Skúlaskapurin var held
ur stirvin tá á døgum. Hetta
var í eini skiftitíð: frá tí at
tampurin hevði gyllini dag
ar sum hentasta undirvís
ingaramboð
lærarans
til
hjartkipt smábørn – og tíðina
eftir - táið lærararnir helst
onga eykaundirvísing fingu
um aðrar betri partar -.
Og um skúlin var keðiligur
fyri “livandi” børn, ja, so var
løtan ótrúliga spennandi: at
koma í skúla eftir summar
feriuna og síggja bøkurnar,
sum Herman hevði arvað
frá Óla – við hansara eyð
kendu elegantu karikatur
tekningum:
av
lærarum,
næmingum, bygdarfólki, fúk
andi brynjuklæddum hetjum
í hernað á hestbaki ella stríðs
vogni, skip og bátar í logn og í
sorli og mangt, mangt annað
- nærum á hvørjari blaðsíðu.
(Tað hevði verið forkunnugt
at átt í dag!)
Sagt sum tað var, so
gjørdu vit báðir Herman
ikki tey herviligastu álopini á
leksiur og skúlating í millum
skúlanum, men skemtaðu vit
okkum so mikið meiri niðri
á teim “bíligu plássinum”á
aftasta bonki. Men klassa
lærarin, sum helst ikki var
befongdur við sama ansi
fyri humori, hann vildi tó -
merkiligt nokk – fegin vera
við í kommersinum. Og tí
orðnaði hann okkum – mót
villiga sjálvandi - at “avan
serað” fram á fyrsta bonk, og
sita beint framman fyri hon
um, og tað var als ikki líka
skemtiligt, kann eg minnast.
Herman hevði góðar gáv
ur og hendur og lærdi til
handverkara eftir meistara
læruni – ein frágingin læru
háttur, sum hevði mangar
dygdir. Síðani fór Herman
til Horsens at lesa til verk
frøðing. (Og av tilvild kom
eg at ganga somu leið - bara í
Kjøpinhavn). Herman giftist
við Veru Lund úr Jyllandi,
hon bleiv tíverri bara 56 ár,
og tey fingu 3 børn: døtur
nar: Maria og Susanne, sum
búgva í Kolding, har ið Her
man eisini búði, og sonin
David, sum býr í Randers.
Arbeiðslív Hermans sum
verkfrøðingur bleiv í Dan
mark, men tó starvaðist hann
eini tvey ár í Havn, ta tíðina
táið SMS og Apotekið blivu
bygd. Men sum einkjumaður
vitjaði hann støðugt heim
aftur á klettarnar.
Tað er merkiligt, sum tú
aldri verður “vaksin” yvir fyri
teimum, ið tú vart barn ella
vaks upp saman við. Og tað
er bara gott. Eitt nú krevur
samtalan onga innleiðing.
Tú nevnir bara ein persón
ella hending, og so eru øll við
beinanveg. Báðir klassarnir
frá 1945 møttust aftur í
somu skúlastovuni tann 30.
juli í 2005. Ein frálík 60-ára
stevna – vit sungu og prátaðu
saman, ein túr út í Grøv o.a.
og so døgurði á Viðareiði -
har ið vinabond blivu knýtt
av nýggjum.
Um hetta leitið var Her
man farin undir at skriva
afturlítandi hugleiðingar um
umhvørvið á Biskupsstøð.
Sera undirhaldandi og bein
rakið. Og umhvørvið har
var sermerkt: fjøran, støðin,
bakkahjallurin, og grann
arnir: Jákup bóndi, báta
smiður, sum smíðaði eftir at
hann hevði fylt 90 ár, sonur
hansara - tann belesti - Hans
bóndi og húskallurin og
skemtarin Svend Lundmark
úr Samalandi (gamal drongur,
ella sum tað nú eitur í tíð
við kvinnutroti -: “avlops
drongur”) og so fleiri fittir
fáligir menn, ið vóru giftir
inn í tað tøttu og á kvenn
leggi so markantu biskups
støðfamiljuna, so sum Pól hjá
Hannemiu og Niels hjá Elsu.
Fanny var úr kendari sjó
mannaætt úr Vátutoft í Upp
sølum, og hon var forrestin
systir til tann framúr ætt
køna J. Símun Hansen, sum
hevur skrivað nógvar hend
inga bøkur um fólk og lívið í
Norðoyum.
Seinastu ferð, eg fekk
eitt prát við Fanny, sat hon
á bonkinum undir ovara
skjøldri á býráðssalinum í
Havn, og tá var hon farin um
tey 90. Humørið var í topp,
hon skemtaði og fortaldi ein
heila hóp um gamlar dagar
og hendingar sum vit – og
serliga hon - mintust aftur
á. Ein sera hugfarslig og góð
løta. Tað merktist týðiliga, at
Fanny var bæði góð og glað
fyri báðar synir sínar Óla og
Herman, og tað hevði hon
eisini alla orsøk til - .
Fari altíð at minnast Her
man og hini hjá Hans Davidi,
lærara, við virðing og vin
semi.
Arnstein Niclasen
16.12.2012
Nøvn
Minningarorð um vinmannin
Herman K. Petersen
07.03.1939-01.10.2012