Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri á Rógvi og Høgni Reistrup (ritstj.) EXIT Føroyar Exit Føroyar er bók um minkandi fólkatalið í Føroyum. Í bókini eru viðtalur við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Haraftrat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Fólkini siga - við støði í persónligum royndum - sína hugsan um fólkafráflyt- ingina og hvat skal til fyri at venda gongdini. Marjun Syderbø Kjelnæs Rót Tripp – Orð en route Savnið eitur Rót Tripp og tittulin flirtr ar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturn ar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar. Høgni Mohr Men hvar er tann nevin sum slær – eitt tað spentasta skeiðið í føroyskari politiskari søgu nakrantíð. Føroyingum stóð í boði at taka við valdinum í landinum. Men hvar er tann nevin sum slær … er bók, ið lýsir tann týdning og tann leikpart, Thorstein Petersen hevði í føroyskum politikki og vinnulívi í tíðini frá 1932 til 1960. Tummas Lenvig Framtakssemi í andgletti Hvussu ber tað til, at vit ongantíð hava havt veruligan landbúnaðarskúla í Føroyum? Hví so var, hvørja lagnu hetta tiltak annars fekk, og hvussu tað endaði, kann lesarin fáa greiðu á í hesi bók, ið hevur savnað allar týðandi tekstir og íkøst til hetta málið. Uni H. Johannessen Maðurin við topphúgvuni Við manninum í topphúgvuni millum stengurnar vunnu Føroyar sær virðing í Evropa. Í 2007, tá hann takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, vóru vit so mikið framkomin, at eingin av hinum pinku - tjóðunum stóðu føroyingunum kurl. Jens Martin Knudsen var við allan vegin – frá grúsvøll unum í 1985 til skipaða penga fótbóltin í 2007. Harriet Vágadal Poulsen Samleiki í loyndum Tám gongur í 9. flokk og spælir í einum tónleikabólki við vinfólki. Familja henn- ara gongur á møti, og tað ger Tám eisini. Abbi hennara er prædikumaður. Tey hava tað gott saman. Tám trívist væl bæði saman við vinum og familju! Ella ger hon tað? Tað vísir seg, at Tám hevur eitt loyndarmál, ið, tá ið tað verður avdúkað, broytir bæði vinaskara og familju. Tað er hart, men nívir ikki sálina so ógvusliga sum samband hennara við Guð. Týddar bøkur 2012 Uppruna føroyskar bøkur 2012 12900 18800 18800 19800 14900 12900 19800 18800 18800 Vit ynskja øllum okkara lesarum mangar fjálgar bókaløtur í vetrarmyrkrinum og takka øllum hjartaliga fyri hetta bókaárið 12900 19800 19800 18800 19800 12900