mánadagur 17. desember 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jólaskinkan
og ostar
Johan Mortensen
Vegna Skinku- og ostaáhugabólkin
Tað er stórur áhugi fyri okk
ara royndum við at turka
skinkur og ostar og verður
javnan spurt hvussu gongur,
so ein lítil kunning er kanska
relevant :
Í januar 2011 hongdu vit
3 skinkutjógv upp í skinku-
hjallin, hesi vigaðu 12 kg hvørt
! Aftaná at verða smurd inn í
feitt, sum vant, hevur ikki
verið mannahond á teimum.
Í sambandi við KOKS bók
ina og stóra tiltakið har ma.,
nógvir útlendskir gastro
nomar vóru tilstaðar varð
avrátt at royna eitt av hesum
tjógvum.
Tjógvið, ella skinkan sum
nú er rætta heitið, vigaði
nú umleið 8 kg aftaná at
hava hingið í lotinum í sam
full tvey ár ! Tað var við
sera stórum spenningi at
smakkað varð. Tað vísti seg
at skinkan er nøktandi turr,
er ógvuliga vælsmakkandi
og harmonisk og merkist
eisini at vit hava nógv salt og
aðrar spennandi smakkir og
mikro-organismur í okkara
veðurlagi. Bæði føroyingar og
útlendingarnir sum royndu
skinkuna vóru bilsnir yvir
hvussu væl henda roynd
er heppnast og er nú als
ongin ivi um at sera stórur
marknaður er uttanlanda
fyri hesari framleiðslu. Vit
eru samdir um at lata hini
bæði tjógvini hanga eitt ár
afturat og hava tær tá sama
aldur
sum
heimskenda
spanska Serrano skinkan
sum hongur uppí í trý ár.
Okkara ostar, sum vit
hongdu upp í September 2011
eru ikki minni spennandi. Nú
teir eru um eitt ára gamlir
fer stór broyting og búning
fram og hava vit ein ost sum
í dag í smakki og konsistensi
er
sera
áhugaverdur
og
kann kappast við flestum
útlendskar ostar av hesum
slagi. Yvirhøvur øll tey sum
roynt hava ostarnar hava
bert gott at bera teimum.
Samanumtikið kann sigast
at okkara veðurlag hevur
sera stórar møgulleikar fyri
slíkum framleiðslum og fara
vit nú av álvara undir størri
vinnuliga
framleiðslu
av
skinkum og ostum og nýtið
eg høvið at takka Vinnuframa
fyri veittan stuðul til okkara
verkætlan.
Eg vænti at 2013 verður
eitt sera spennandi gastro
nomiskt ár og har vit fara
at síggja nógv meira til
vaksandi ráki og áhuganum
fyri Norðurlendskum fram
leiðslum. Tað hevði verið
ynskiligt at MBM og Bónda
felagið sýndu hesum nýbroti
innan føroyska gastronomi
størri áhuga tess limum at
fíggjarligum frama.
Felags front fyri framtíðina
– um innskúlingina av føroyskum børnum
Skúlastovan á dagstovninum Birkilund
Emily Næs, Allan Mortensen og Maybritt við Strond
Í farnu viku sóknaðist for
maður Føroya lærarafelags,
Herálvur Jacobsen, eftir, hvat
verður av arbeiðsbólkinum,
sum skal viðgera spurningin,
um skúlaaldurin skal lækk
ast ella ikki. Vit eru púra
samd við Herálv um, at tað
er umráðandi at taka eina av
gerð um, hvat tilboð skal vera
til tey 6 ára gomlu børnini.
Fyri okkum er tað ikki
so týdningarmikið, um tað
eitur, at skúlaaldurin lækkar,
forskúlar verða settir á stovn,
ella um tað er eitt tilboð sum
tað, vit hava í Birkilund, við
einari stovu fyri tey elstu
børnini á stovninum burt
urav, í dagligari talu “skúla
stovan.”
Tað, vit leggja dent á,
er innihaldið í tilboðnum,
ikki hvussu tað eitur. Tí
vilja vit eisini heita á lands
stýrismannin í mentamálum
um at seta ein arbeiðsbólk
at arbeiða við málinum.
Sjálvsagt vænta vit, at allir
relevantir fakbólkar verða
umboðaðir,
eisini
náms
frøðingar, sum jú hava eina
servitan um hesi børnini.
Yvirhøvur sakna vit náms
frøðiliga servitan í Menta
málaráðnum.
Mentamála
ráðið, sum hevur ábyrgdina
av økinum, hevur ongan
námsfrøðing settan, ei heldur
nakra virkandi námsfrøðiliga
ráðgeving.
Í sambandi við uppskot
ið um tann nýggja skúlare
formin í Danmark segði út
búgvingarráðharrin, Morten
Østergaard, í oddagrein í
Politiken nú ein dagin, at tey
6 ára gomlu børnini skulu
inn í lærutilgongdir eins og
tey størru børnini. Hann
tosar m. a. um rútmikk, kost,
aktivitetstímar og – kanska
eitt sindur sarkastiskt – at tað
er gott við tryggleika, men at
størri dentur í framtíðini skal
leggjast á spæl og læru.
Greinin viðger eisini tann
skilnað, sum er ímillum
fakbólkar, og nevnir, at tað
átti at verið heilt natúrligt,
at sosialpedagogar, sosial
ráðgevar, námsfrøðingar og
lærarar í tøttum samstarvi
tóku sær av barninum sum
einari heild og ikki bert
hugsa tann fakliga partin inn
í skúlagongdina. Eitt barn er
jú eitt menniskja, føtt við
kenslum, sum vit ikki altíð
eru harrar yvir, hvussu koma
til sjóndar.
Ikki fyrr enn ymiskleikin
verður virdur og toldur mill
um starvsbólkar, er hugs
ingur um eitt samstarv á
jøvnum føti. Vit sakna veru
liga, at tann politiski skúla
myndugleikin kemur við í
kjakið um innskúling av okk
ara børnum.
Sum støðan er nú, fer
hvør einstøk kommuna í holt
við at geva børnunum í síni
kommunu tað tilboð, sum
tey halda tænir børnunum
best. Tað kann ein ikki lasta
kommunurnar fyri. Tað er
bara tað við tí, at ongar yvir
skipaðar vegleiðingar ella
reglur koma frá teimum,
sum varða av økinum. Tískil
verða tilboðini til børnini
í innskúlingini sera ymisk
runt landið.
Vit halda ikki, at tað er
nøktandi, at so lítil áhugi
er fyri hesum álvarsmáli, tí
flestu barnagarðar og dag
røktir gera sítt ítarsta fyri at
menna og menta børnini væl,
men tað er ikki gjørt teimum
greitt, hvørji mál, tey skulu
miða ímóti.
Barnagarðar og dagrøktir
fáa tíðum afturmeldingar um,
at summi børn áttu at gingið
eitt ár afturat á dagstovni,
áðrenn tey komu í skúla.
Námsfrøðingar
á
hesum
dagstovnum meta eisini, at
viðhvørt er neyðugt at ráða
til, at summi børn eru eitt ár
afturat á stovni. Hetta hevði
verið loyst, um skipanin var
øðrvísi tey fyrstu skúlaárini.
Vit noyðast at viðurkenna,
at samfelagið er broytt, og
at dagsins børn eru minni
saman við sínum avvarðandi,
enn tey flestu kundu hugsað
sær. Talið av hjúnaskilnaðum
er økt munandi, og tað, ið
er lagt fram um sosialar
umstøður hjá barnafamiljum
í Føroyum í sambandi við
tiltakið “Í menniskjum góður
tokki,” boðar heldur ikki frá
góðum.
At hetta hevur ávirkan
á tey børn, sum tað rakar,
er einki at undrast á. Inn
læringin hjá hesum børnum
er tíðum í vanda, tí teirra
smáu heilar hava ov nógv
at hugsa um. Vit skulu ikki
lúgva fyri okkum sjálvum
og halda, at “tað fer nokk at
laga seg.”
Vit hava skyldu at hava
áhuga í eini góðari skúla
byrjan fyri øll børn í Føroy
um, líka mikið hvussu vit enn
eru samansett. Vit skulu vita
og ikki gita, at øll børn vilja
læra. Vit vaksnu eru teirra
spegilsmyndir, og tey vilja
og vænta, at vit slóða vegin
fyri tey. Tað gera vit best, tá
ymiskleikin sleppur framat.
Okkara greiða fatan er,
at nógv fleiri tímar skulu
setast av til innskúlingina,
javnt deilt millum lærarar
og námsfrøðingar. At ser
ligar ásetingar mugu vera í
lønarlagi og arbeiðstíðum,
og at arbeiðsbýtið og onnur
viðurskifti í starvssetanum
mugu verða tillagað soleiðis,
at virðingin fyri hvørjum
øðrum er góð. Fakfeløgini
mugu finna skilvísar manna
gongdir, soleiðis at lógir og
ásetingar ikki eru ein forðan
fyri mennandi samstarvi.
Okkara áheitan er, at
vit mugu ganga undan og
gera okkara egna innskúl
ingarpolitikk. Vit hava ikki
fyri neyðini at leggja okkum
eftir lægsta felagsnevnara, tá
ið tað ræður um normering.
Vit skulu hava møguleika
at fyribyrgja, at børn hava
spøkilsir aftan á sær restina
av sínum skúlalívi. Tey eru
okkara rávøra, okkara fram
tíð.
Tann seinasta áheitanin er
til foreldrini: Tit eiga børnini,
tað er tykkara áhugi, at tað
skal gangast tykkara børnum
væl. Lærið okkum og tykkum
at vera meira opin um júst
hetta evnið. Spyrjið tykkum
sjálv, um tit eru nøgd við
tað, sum er. Kundi tað verið
gjørt betur? Um so er, hvussu
kundu tit hugsað tykkum, at
innskúlingin sá út?
Eitt hugskot kundi verið,
at felagið “Heim og skúli” setti
Mentamálaráðnum stevnu
saman við fakfeløgunum,
soleiðis at týdningarmiklar
partar saman kunnu gera
hol í sjógv.