mikudagur 19. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg hati
frumfram
sýningar
– Frumframsýningar gera meg altíð nervøsan, og eg hati tann partin av hesum arbeiðinum. Tað sigur
26 ára gamli Sakaris Stórá, sum skrivaði søgu, tá hann herfyri vann filmsvirðislønina Geytan
Rannvá G. Fossaberg
Hann fortelur sjáldan fólkum um
sítt arbeiði, hóast hann er errin
av tí og veruliga trýr upp á tað,
hann ger.
– Eg royni altíð at skáka mær
undan at fortelja, at eg fáist við
filmslist, tí tað eru tey fæstu sum
veruliga vita, hvat tað vil siga at
fáast við film í Føroyum, sigur
Sakaris Stórá, filmsleikstjóri.
Í farnu viku kundi lítillætni
leikstjórin úr Skopun sum tann
fyrsti nakrantíð kalla seg vinnara
av
føroysku
filmsvirðislønini
Geytin. Virðislønina fekk hann
fyri
stuttfilmin
Summarnátt.
Geytin er ein virðisløn, sum hann
er ógvuliga glaður fyri.
– Tað er gott at vita, at fólk
síggja virði í tí, mann ger. At talan
er um fyrstu virðislønina í før
oyskari filmssøgu er sjálvandi eis
ini stuttligt, sigur Sakaris Stórá.
Star Wars var avgerandi
Áhugan fyri filmi hevði Sakaris
Stórá longu sum barn. Tá hann
var seks ára gamal, sá hann ein
film, sum fekk stóra ávirkan á
hansara yrkisleið sum vaksin.
– Tá sá eg Star Wars. Eg minnist
væl, hvussu hugtikin eg var av
teimum tingunum, sum ikki eru
til, men sum eg sá í filminum. Tá
skilti eg, at tað eru fólk, sum ar
beiða við tílíkum, og alt fyri eitt
hugsaði eg, at hatta vildi eg gera,
tá eg bleiv vaksin, greiðir Sakaris
Stórá frá.
Fyrsta upptøkutólið ognaði
hann sær sum 14 ára gamal.
– Eg keypti mítt fyrsta upp
tøkutól fyri konfirmatiónspeng
arnar, minnist eg. Tá var alt rætt
iliga annarleiðis í mun til í dag, tí
tú kundi ikki sita heima framman
fyri telduna við einum teldu
forriti og klippa og seta saman
upptøkur. Og gekk okkurt galið í
upptøkunum, vart tú noyddur at
byrja upptøkurnar av nýggjum,
minnist Sakaris Stórá og flennir.
Fyri at gera dreymin um at ar
beiða við filmslist til veruleika fór
Sakaris Stórá til Noregs í 2007 at
útbúgva seg til leikstjóra. Hetta
gjørdi hann á Nordland Kunst- og
Filmskole.
Dámar einsemi
At Sakaris Stórá hevur valt leik
stjórn innan filmsheimin sum
yrkisleið, heldur hann sjálvur
vera heldur løgið.
– Leikstjórn snýr seg í stóran
mun um at arbeiða við menn
iskjum. Í roynd og veru trívist eg
best við at vera einsamallur, og tí
haldi tað vera djúpt ironiskt, at eg
gjørdist leikstjóri, sigur Sakaris
Stórá, sum heldur ikki dylur, at
hann av somu orsøk hatar at fara
til frumframsýningarnar av sín
um egnu filmum.
– Eg veit ikki hví, men eg kann
ikki torga hesar her frumframsýn
ingarnar. Var tað ikki tað, at tað so
at siga var krav, at mann møtir til
sínar egnu frumframsýningar, so
sat eg heldur og hugnaði mær á
Café Natúr ella onkrum líknandi
staði, sigur Sakaris Stórá og legg
ur afturat:
– Tað er ikki tí, at eg eri bangin
fyri, hvat onnur fara at halda,
men tað er bara ein órationellur
ótti, greiðir Sakaris Stórá frá.
Honum dámar ikki serliga væl
at vera í fokus, og hann takkar
onkuntíð nei til at vera við í fjøl
miðlunum.
– Mær dámar ikki serliga væl
at vera frammi í fjølmiðlunum, og
tí kemur tað meir enn so fyri, at eg
beri meg undan at gera samrøður
og tílíkt. Eg havi tað eitt sindur
soleiðis, at kann eg ikki geva nak
að ella føli, at hvørki eg ella lurt
arin, hyggjarin ella lesarin fær
nakað burturúr, so tími eg ikki at
luttaka, fortelur Sakaris Stórá.
í meldrinum
– Var tað ikki tað, at tað so at siga var krav, at mann
møtir til sínar egnu frumframsýningar, so sat eg heldur og
hugnaði mær á Café Natúr ella onkrum líknandi staði
...framhald á síðu6
Sakaris Stórá vann fyrstu
føroysku filmsvirðislønina,
Geytan, ið varð handa í
Norðurlandahúsinum
Mynd: NLH / Heinesen Myndir