Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Filmur er eisini list Tað eru ikki øll, sum vita, hvat tað vil siga at vera filmsleikstjóri. Í øll­um førum er tað tann fatanin, Sakaris Stóra upplivir, at fleiri før­oy­ingar hava. – Summi halda, at filmslist er tað reina luksus, og at eg sum leik­stjóri svimji í pengum, drekki sjam­panju og í heilum gangi á onkrum reyðum teppi, sigur Sakaris Stórá og heldur fram: – So eru tað eisini tey, sum plaga at siga »ná, so tú livir av ALS?«, tá eg svari spurninginum, um hvat eg geri. Faktisk er hatta ein setn­ingur, sum eg havi hoyrt meir enn einaferð, greiðir Sakaris Stórá frá. Hann heldur tó, at føroyingar so líðandi eru blivnir meira til­ vit­aðir um filmslist. Í hvussu so er gongur tað tann rætta vegin, held­ur hann. – Fólk eru við at fáa eyguni upp fyri filmi sum listagrein, og vit síggja eisini, at áhugin at gera film í Føroyum er alsamt vaks­andi millum tey ungu, sigur Sakaris Stórá, sum vísir á fyri­ munir og vansar við at gera film í Føroyum. – Ofta er tað frammi, hetta her við at umstøðurnar ikki eru tær bestu. Tað er eisini rætt, men hin­ veg­in eru tað ikki umstøðurnar, sum eru tað týdningarmiklasta. Tað góða við at gera film í Før­ oy­um er landafrøðin, praktisku um­støðurnar og eisini at tað er lætt at fáa vælvild, sigur Sakaris Stórá. – Tað truplasta við at fáast við filmslist í Føroyum er tann fíggjar­ligi parturin. At gera film er ótrúliga kostnaðarmikið, og vit filmsfólk her heima hava ikki somu upphæddir at brúka, eins og films­fólk í hinum norður­lond­ unum. Tað og so óálítandi veður­ lagið kann til tíðir gera mítt ar­ beiði trupult. Brennir fyri livandi myndum Hóast umstøðurnar at gera film í Føroyum kundu verið nógv betri, er Sakaris Stórá als ikki í iva um, at hann er komin á røttu hillina sum filmsleikstjóri. Eg elski tað og kann upp á ong­an máta lata vera við at gera film. Hetta er veruliga tað, sum eg brenni fyri, sigur Sakaris Stórá. – Tað er ikki neyðturviliga enda­liga úrslitið, altso filmurin sjálv­ur, sum drívur verkið, men meira til­gongdin frá byrjan til enda, sigur Sakaris Stórá. Og unga leik­stjóranum dámar eis­ini best at vera við í allari til­gongd­ ini, og vanliga hevur hann so­kall­ aðar upptøkuroyndir, har hann finn­ur røttu fólkini til teir ymsu leik­lutirnar. – Eg hoyri ofta, at vit í Føroyum ikki hava nakrar filmsleikarar. Tað er nakað tvætl. Blíva fólk leik­stjórnað rætt, so kunnu tey veru­liga gerast góðir leikarar, greið­ir Sakaris Stórá frá. Sum nú er hevur hann ong­ar ætlanir um at fara út um land­ odd­arnar at gera film. – Eg droymi um at gera film í Føroyum. Kanska eg verði troytt­ ur av tí um fimm ár og fari langt vekk. Eg veit ikki. Men tað hevði verið nokkso typiskt Sakaris. rannva@sosialurin.fo í meldrinum »Tey, sum eru yvir 50 og hava búð á bygd, munnu øll kennast við Geytan. Og tá tosa vit ikki um sild, men um film. 16 mm film í tínum egna heimstaði. Í dag er bara ein biografur, Havnar Bio. Hann ger eisini av, hvat verður víst í Atlantis bio, so úrvalið er hin eini bio­graf­urin. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Eina tíð vóru 13 ymsir bio­grafar í Føroyum og føroy­ ing­urin gekk oftari í biograf enn allir skandinavar. Bara ís­ lend­ingar gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til evnið og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti. Føddur í 1914 og doyði í 1985. Meðan hann læs í Danmark giftist hann har í landinum og fekk sýnir, har av ein er til staðar í dag, Bjørki Geyti. Helst hevur Herálvur Geyti havt bjartar vónir um, at ein land­búnaðarstøð lat upp í 1950'unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynski gekk út. Helst skuffaður tók hann í 1959 á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frí­tíðarstaðnum í Jútlandi. Kanska nærmast við far­leið­ina til Føroya, tá ein ikki býr í Før­ oyum. Her stóð hann fyri øll­um virksemi til hann bleiv sjúk­ur í 1977. Lukkutíð var hetta arbeiði í Blokhus árstíðarbundið, so vetr­ ar­nar, vár og heyst, kundi hann ferðast í Føroyum og vísa film. Fyrst svart-hvítan film utt­an ljóð, og seinni við liti og ljóði. Úrvalið var breitt, frá klass­ ik­arum sum Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940. Seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum man vera í Fuglafirði í 1976. Men innímillum tók Geytin sjálvur film. Bæði úr Føroyum í hoyna og frá eksotiskum ferð­ um í Ísrael og Marokko. Í Dan­ mark helt hann so fyrilestrar í før­oyskum búnað við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hans­ara upptøkur, bæði film­ ar og foto­myndir, lætnar Forn­ gripa­savn­inum.« Hvør var Geytin? Brot úr taluni sum Birgir Kruse, formaður í virðislønarnevndini, helt til hand­anina av Geytanum – Fólk eru við at fáa eyguni upp fyri filmi sum listagrein, og vit síggja eisini, at áhugin at gera film í Føroyum er alsamt vaksandi millum tey ungu, sigur Sakaris Stórá, sum vísir á fyrimunir og vansar við at gera film í Føroyum – Eg keypti mítt fyrsta upptøkutól fyri konfirmatiónspengarnar, minnist eg. Tá var alt rættiliga annarleiðis í mun til í dag. Gekk okkurt galið í upp­tøkunum, vart tú noyddur at byrja upptøkurnar av nýggjum, sigur Sakaris Stórá Mynd: Heinesen Myndir