Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú skal føroyskur land­bún­ að­ur ikki longur bara um­ fata djórahald og velting. Jacob Vestergaard, lands­ stýris­maður í land­bún­að­ar­ mál­um, arbeiðir nú við eini ætlan um at víðka hugtakið land­búnað, so at tað eisini fer at fevna um ymiskt annað virksemi enn tað, vit vanliga uppfata sum land­ búnað. Hann hevur umrøtt málið á landsstýrisfundi og nú arbeiðir hann við at snikka eitt lógaruppskot sam­an, sum verður lagt fyri Løg­ting­ið í næstum. Endamálið við hesum er, at tað skal bera til hjá Bún­ að­ar­stovuni at lata festijørð til onnur endamál enn bara tað, vit vanliga kalla land­ búnað. Avmarkaðir møguleikar Sum støðan er nú, hevur Bún­að­arstovan avmarkaðar heimild­ir at lata festijørð, tí festi kunnu bara lat­ast til tað, vit vanliga kalla land­ búnað, sigur lands­stýris­ maðurin. Hann sigur, at nógva stað­ni er áhugi fyri at fara und­ir ymiskt virksemi, men sum støðan er nú, ber ikki til at fáa lendi til endamálið. Tí skal hugtakið land­ bún­aður víðkast til eisini at um­f­ata kampingpláss, viða­ lund­ir ella onnur frílendi, fyri at nevna nøkur dømi. Sum støðan er nú, ber held­ur ikki til at leggja land­ búnaðarjørð til viða­lundir ella onnur fríøki, ella tað, vit vanliga kalla al­manna­ gagnlig endamál. - Umframt til vanligan land­búnað, skal tað so­statt eisini bera til at fáa almenna jørð til ymisk ferða­vinnu­ mál, leggur hann afturat. Verður hetta uppskotið sett í verk, skal tað bera til hjá kommunum, felags­skap­ um, og øðrum, at fáa lendi til ymisk endamál. - Vit kunnu eisini hugsa okkum at ein festari hevur hug at brúka lendi til ymiskt annað enn vanligan land­búnað, ber tað ikki til, sum er og tí er tørvur á at broyta lógina so at hugtakið land­búnaður verður víðkað, sigur Jacob Vestergaard. Fortreyt fyri golfvølli Men, eitt, sum kanska liggur framm­aliga í huganum, er ætlaði golfvøllurin á Glyvurs­nesi. - Eitt endamál, sum fer at koma undir hetta víðkaða land­búnaðarhugtakið, er golfvøllur, sigur Jacob Vester­gaard. Ætlanin at gera golfvøll, hevur serliga verið frammi, nú føroyingar royna at fáa Oyggja­leikirnar til Føroya í 2019 ella 2021. Men skal tað eydnast, er tað ein fortreyt, at vit hava ein golfvøll og skjøtil er sett­ ur á arbeiðið at útvega ein slíkan á Glyvursnesi. Men ein stór forðing er, at sum støðan er nú, verður tað at kalla ógjørligt at út­ vega lendi til ein golfvøll. Ein golfvøllur er einar 500.000-600.000 fermetrar til víddar, men skal lendið keyp­ast á Glyvursnesi til endamálið, fer tað at kosta 50-60 milliónir, sum skipanin er nú. - Og so verður tað ómeta­ liga torført at útvega ein golf­vøll yvirhøvur. - Men verður land­búnað­ a­r­hugtakið víðkað til eisini at umfata golfvøllir, kann Búnaðarstovan býta eitt lendi á Glyvursnesi frá og festa tað út til golfvøll fyri tað leiguna, sum festijørð vanliga verður leigað fyri, sigur Jacob Vestergaard. Leigan fyri vanlig festi, er so lá, at hon er at kalla bara eitt eiti. Áki Bertholdsen Vágs býráð hevur nú samtykt at játta góðar 300.000 krónur at gera tveir pullartar á bryggj­uni í Vági, so at tað skal bera til hjá Norrønu at brúka havnina í Vági ímeðan Smyril er í dokk í februar og mars. Tað sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Samstundis er avtala gjørd við Strandferðsluna um at hon skal rinda 400.000 krónur í Havna- og brúgva­ gjal­di fyri at hava Norrønu siglandi á Vág í tríggjar ella fýra vikur ímeðan Smyril er í dokk. Harafturat kemur so sjálvt vørugjaldið. Landsverk vil ikki geva loyva Norrønu at brúka sam­ ferðsluhavnina á Kramba­ tanga, fyrrenn rættiliga fitt av ábótum eru gjørdar, tí Havn­in er ikki nóg væl gjørd til at Norrøna kann brúka hana. Serliga er tað botn­trygg­ ingin, sum ikki er nóg sterk til at havnin tolir skrúvu­ vatn­ið frá Norrønu. Hinvegin ber væl til hjá Norrønu at brúka havnina í Vági, men har skulu tveir pullart­ir gerast at binda hana við. Landsstýrið hevur biðið Løg­tingið samtykkja, at seta 600.000 krónur av til enda­ málið, men tað er ikki enda­ liga samtykt enn. Men Norrøna skal byrja at sigla beint eftir hálvan februar, so tað hevur skund at gera pullartarnar. Tískil hevur Vágs Býráð gjørt sáttmála við Articon um at gera pullartarnar fyri góð­ar 766.000 krónur. Men við játtanini upp á 300.000 í gjárkvøldið, ogvið havna- og brúgvagjaldinum upp á 400.000 krónur, hev­ ur býráðið lagt út fyri Landskassan fyri at fáa ar­ beiðið ígongd, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri. - Vit vita ikki, nær pen­ ing­ur­in, landið hevur játtað, verð­ur goldin, so vit hava sam­tykt at leggja út, sigur borgar­stjórin. Lættari at fáa jørð til golf og camping LANDBÚNAÐUR Føroyskur landbúnaður skal nútímans­gerast og nú skal hann ikki longur bara umfata djórhald og velting Vágbingar leggja út so at Norrøna kann sigla SUÐUROYARSIGLING Vágs býráð leggur pengarnar á borðið so at farast kann undir at gera atløgupláss til Norrønu beinanvegin So verður tað ómeta­ liga torført at útvega ein golfvøll yvirhøvur. Víðkaður landbúnaður Landsmyndugleikarnir broyta nú lógina so at tað verður munandi ælættari og bíligari at útvega almenna jørð til ymisk endamál, eitt nú at útvega lendi á Glyvursnesi til golfvøll