Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Elsebeth Helene Sørensen búði alt sítt lív í húsunum, sum foreldrini bygdu á Kráku­steini í Havn. Hon hevði ætlað at skriva hús­ini til Forngripafelagið, men tað var ongantíð gjørt. Tá ið hon so doyði í 1964, keypti felagið húsini frá bún­ um. Hesi friðaðu húsini, sum vórðu bygd í 1878, vóru so ser­ støk,og í Føroya Forn­gripa­ felag høvdu tey ein dreym um, at húsini skuldu nýtast sum býarsavn. Tankin um býarsavn hev­ ur fleiri ferðir verið uppi og vent, men nú er langt síðan, og í fjør ásannaði felagið, at einki var at gera. Skriv varð tí sent kommununi, sum fekk hús­ ini bjóðað fyri eina ávísa upp­hædd, men kommunan hevði ongan áhuga í gomlu húsu­num á Krákusteini. Tá i felagið frætti, at felagið hjá Osmundi Justinus­sen fór at ríva eini hús niður á Krákusteini í Havn fyri at byggja nýtt, spurdi felagið Osmund Jo­ hanne­sen, um hann ikki hevði hug at keypa húsini hjá Elspulenu á Krákusteini, tí hann hevði áður víst sín stóra áhugað fyri tí forna. Húsini hava staðið tóm, síðan Elspulena á Kráku­ steini doyði í 1964. Sjálvt um Føroya Forn­ gripa­felag hevur pjøssað eitt sind­ur upp á húsini, eru tey nokkso forfallin, men rot er ikki í teimum. Varðveita húsini Av tí at húsini eru friðað, er avmarkað, hvat kann gerast við húsini, men Osmund Justinus­sen hevur fingið loyvi til at bjálva á loftinum. Annars verða húsini varð­ veitt, sum tey standa. Streymur og sentralhiti hava ongantíð verið í húsu­ num. Bara kalt vatn. Har vóru og eru lampur, grúgva í køki­num, og bileggarovnur í stovu­ni. Gomlu stólarnir og borðið eru framvegis til eins og ymisk búnýti. Osmund Justinussen sig­ ur, at arbeiðið við at gera hús­ini í stand er byrjað, men tað verður ikki liðugt bein­ an­vegin. Hampast skal eisini uttan um húsini, og garðarnir laðast uppaftur. Arbeiðið við at drenað er byrjað. - Eg havi stóran áhuga fyri slíkum gomlum, sigur Os­mund Justinussen, sum ikki leggur í at upplýsa, hvat hús­ini hava kostað, tá ið alt er gjørt. Fornu húsini skulu brúkast til móttøkuhús hjá Skan­sin Offshore. Sjáldsom kona Elspulena á Krákusteini var abbasystir Søren Christian­ sen í Havn. Hann minnist væl abba­ systrina, sum hann sum smádrongur vitjaði dagliga. Hann minnist hana bara sum elli­gamla, men hon hevur kanska ikki verið so gomul kortini. - Eg minnist, at í kjallara­ num stóð ein kvørn. Har var bukka, og hon hevði land­ tunnu, tí hon taðaði rabar­ bur­nar við landi. Søren Christiansen sigur, at abbasystirin var sera hittin­orðað og dugdi væl at taka til. - Hon livdi í einum heilt øðr­um tíðaranda enn onnur. Hon var kongatrúgv og trúgv­ur kirkjugangari. Áðrenn hon doyði tók hon eið av Doktar Poulsen, at hon vildi áralatast, tá ið hon doyði, tí hon vildi ikki upp­liva kanska at vakna upp aft­ur í kistuni. Dr. Poulsen helt orð. Tá ið hon var deyð, varð hon borin úr heiminum yvir í kirkjuna, minnist Søren Christia­nsen. Sum ung arbeiddi hon í fiski Yviri við Strond. Seinni var hon á For­n­minnis­savni­ num og vísti vitjandi runt. Myndir: Eirikur Lindenskov Osmund keypt forn hús Eitt felag hjá Osmundi Justinussen hevur keypt 134 ára gomlu friðaðu húsini hjá Elspulenu á Krákusteini, og tey skulu brúkast til móttøkuhús hjá Skansi Offshore í Havn Ikki eru húsini stór Grúgva er í húsunum Alt tað gamla innbúgvið er í húsunum, og Dannebrog fløggini hjá kongstrúgvu konuni standa framvegis á kommoduni