mikudagur 19. desember 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað kann virka eitt sindur
ørkymlandi,
at
tað
við
jøvnum tíðarbilum koma
fram
útmeldingar
við
víkjandi Skúladeplinum í
Marknagili.
Og tað er ikki bert and
støðan, ið vil hava okkurt
øðrvísi, men samgongulimir
eru eisini farnir at muta
ímóti eftirhondini drúgvu
ætlanunum um Skúladepilin
í Marknagili.
- Málið hevur alla tíðina
verið, at halda okkum innan
fyri karmarnar, ið lagdir eru,
á 391 milliónir fyri sjálvan
skúlan, og so 60 milliónir
krónur í innbúgvi. Og tað fara
vit framhaldandi at royna at
halda okkum til, sigur Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður.
Tilboð eru komin inn
upp á byggingina, og Lands
verk, sum er ráðgevi hjá
Mentamálaráðnum, samráð
ist í løtuni við tilboðsgevar
arnar, um at klípa av prísi
num.
- Eg havi framvegis vónir
um at koma niður ímóti
teimum upphæddum, sum
upprunaliga var talan um,
sigur Bjørn Kalsø.
Tilboðini hava ligið nakað
væl oman fyri tað, sum sett
varð av til byggingina, men
sambært landsstýrismanni
num manglar ikki nógv í, at
kabalin gongur upp.
Gott samstarv
Umframt, at samgongulimir
hava hug at draga í land,
og ein nýggjur og rættiliga
spennandi spælari komin á
vøllin, nevniliga Tórshavnar
kommuna.
- Nú hava vit í allari til
gongdini
havt
eitt
gott
samstarv við Tórshavnar
kommunu, og vit samskifta
javnan. Og kann kommunan
hjálpa til, so er tað jú nakað,
vit altíð kunnu tosa um, sig
ur Bjørn Kalsø.
Men um tað kemur so vítt,
sum at kommunan verður
ein beinleiðis fíggjarligur
partur í verkætlanini er tó
ilt at siga.
-
Samráðingarnar
við
tilboðsgevararnar
ganga
væl, og vit eru nær við at
vera har, at tað fer at gagna
fíggjarliga. Vit miða ímóti at
seta spakan í komandi vár,
og tann tíðarætlanin skuldi
kunna hildið, sigur Bjørn
Kalsø.
Landsstýrismaðurin legg
ur aftrat, at vóru ikki fíggjar
ligu ivamálini verið komin í
vegin, var hann langt síðani
farin undir byggingina.
- Ætlanin er sum nevnt at
fara í gongd í vár, staðfestir
Bjørn Kalsø, landsstýrismað
ur við skúlamálum.
Leo Poulsen
Hvat ger tú, tá 300 milliónir
krónur knappliga detta niður
í fangið?
Einki, sambært fíggjar
málaráðharranum,
Jørgen
Niclasen.
- Talan er um pengar, sum
føroyingar tóku lán til, fyri
síðani at lána teir víðari til
íslendingar. Rentan var 2,2%
og tað er væl minni, enn vit
sjálvir lántu pengarnar fyri,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at ein av
orsøkunum til, at íslendingar
nú velja at rinda lánið aftur,
er, at teir helst hava møgu
leika at lána til enn lægri
rentu, enn teir fingu frá før
oyingum.
- Vit gjalda í meðal 3,8%
í rentu, og tað er munandi
meira
enn
tey
2,2%,
ið
íslendingar
hava
rindað.
Nú íslendingar hava goldið
pengarnar aftur, verða teir
nýttir til at minka um skuld
ina í útgangsstøðinum, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hallið á
fíggjarlógini í ár liggur um
tær 300 milliónirnar, og upp
skotið fyri komandi ár ljóðar
upp á umleið 240 milliónir
krónur.
- At vit fáa hesar peng
arnar nú merkir, at okkum
ikki tørvar at taka lán fyri at
fíggja hallið á fíggjarlógini
fyri komandi ár, sigur Jørgen
Niclasen.
Fleiri uppskot
Annars hava røddir verið
frammi um, hvussu hesar –
óvæntaðu – milliónirnar við
hepni kundi nýtast. Onkur
hevur mælt til, at hesar 300
milliónirnar vórðu lagdar í
ein undirsjóvartunnil undir
Skopunarfirði. Onkur ann
ar heldur, at her hevði borið
væl til at brúkt ein part av
pengunum til nýtt havrann
sóknarskip.
Men fíggjarmálaráðharrin
sigur, at peningurin skal bøta
um likviditetin.
-
Føroyar
eiga
tvær
milliardir á bók, men sam
stundis skylda vit fimm
milliardir burtur, so tað er
ivaleyst av holum at koyra
hesar 300 milliónirnar í, sigur
Jørgen Niclasen.
Fiskimálaráðharrin
hev
ur eisini lagt uppskot fyri
landsstýrið um, at lata upp
í hendurnar hjá privatum
at
byggja
eitt
havrann
sóknarskip, sum landið síðani
leigar. Á tann hátt slepst
undan byggikostnaðinum.
- Hetta uppskotið er nú
sent út til flokkarnar at taka
støðu til, men tað er so hetta,
sum liggur í kortunum, sigur
Jørgen Niclasen.
Tað merkir, at í útgangs
støðinum verða tær 300
milliónirnar ikki nýttar til at
seta nakað í gongd, men at
peningurin verður nýttur til
at minka um skuldina.
Marknagil gongur eftir ætlan
Hóast nógvar og ofta mótstríðandi útmeldingar um skúladepilin í Marknagili, so gongur
málið sína upprunaligu gongd, og væntandi verður spakin settur í komandi vár
Pengarnir skulu minka skuldina
Íslendingar settu seg fyrst í desember í samband við føroysku stjórnina við fyrispurningi um at
rinda 300 millióna krónu lánið, sum føroyingar veittu í 2008, aftur eitt ár áðrenn tíð
Tað gongur sum ætlað við Skúladeplinum í Marknagili, og spakin
verður settur í komandi vár, sigur Bjørn Kalsø
Fíggjarmálaráðharrin ætlar ikki, at tær 300 milliónirnar úr Íslandi skulu nýtast til íløgur, men heldur at minka um skuldina