Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var um 07-tíðina í morg­ un, at boðað var frá eldi í ein­um sethúsum ovast í Niels Finsensgøtu í Havn. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum við fullari útrykn­ ing, sum merkir bæði sløkki­ liðs­bilar, sjúkrabilar um­ framt politibilar. Eitt skifti var óttast fyri, at fólk vóru í húsunum, men so skjótt nóg trygt var, kann­aðu roykkavarar øll hús­ini og kundu staðfesta, at einki fólk var inni. Politiið sóknaðist eftir eigara­num av húsunum, og klokkan gott átta hevði politi­ið fingið fatur á hon­ um, men hann hevði ikki ver­ið við hús og kundi tí ikki siga nakað nærri um orsøk­ ina til eldin. Húsini eru rættiliga illa farin, og serliga eyst­ ara síðan er merkt av elds­ bruna­num. Nógvur royk­ skaði var eisini. Tað gekst væl at fáa bilbugt við eldinum, og um átta­tíð­i­na var tamarhald á støðu­ni. Kriminalfólk á staðnum í morgun kundu einki siga um orsøkina til eldin. At tryggja, at fólk ikki eru í vanda, hevur fyrstu rað­f­esting, síðani at tryggja húsu­num. Tað ber einki til at siga um orsøkina enn, tí fyrst má alt kólna, áðrenn vit kunnu gera okkara kanningar, segði ein av kriminalpolitistunum á stað­num í morgun. Vakti fólk Ein av sløkkiliðsmonnunum á staðnum segði tó fyrra­ partin, at eldurin týðiliga er byrjaður í einum av kjallara­ rúmunum. Eitt búfólk var inni í rúminum, har eldurin byrj­aði, og hon fekk vakt hini í húsunum. Eldurin gjørd­ist ógvusligur, og fór út gjøgnum vindeygað í kjallar­ar­úminum, upp við eystur­síðuni og inn aft­ur gjøgnum vindeygað í hædd­ ini omanfyri, sigur sløkki­ liðs­maðurin. Út á fyrrapartin var fram­vegis bæði politi og sløkkiliðsfólk á staðnum, og eisini umboð fyri trygg­ ing­a­rfelagið var til staðar og gjørdi sínar doku­menta­ t­iónir. Húsini eru sum nevnt illa farin, bæði innan og utt­ an, serliga eystursíðan. Eigarin var annars júst far­in undir at klæða húsini av nýggjum, og norðari end­in hevði í hvussu er fult góð­kend vindeygu til rým­ ing­ar­veg. Sum oman fyri nevnt ber ikki til við vissu at staðfesta, hvar arnistaðið (eldurin byrj­aði), fyrr enn seinni í dag. Eldur í húsum í Havn Tíðliga í morgun fekk alarmsentralurin boð um eld í einum húsum ovast í Niels Finsensgøtu í Havn. Húsini fóru rættiliga illa Eystara síða av húsunum fórst rættiliga illa av eldinum, sum herjaði tíðliga í morgun Mynd: Leo Poulsen Høvundarnir Edward Fuglø og Alexandur Kristiansen hittast til eitt hugnaligt bóka­út­gávu­kvøld í Spania­ stovu mikukvøldið 19. des. kl. 20.00 – við upplestri, tónleiki og frásagum. Tá verður 4. bókin hjá Ed­ ward Fuglø, Poetikus løgd fram. Sama verður bókin hjá Alexandur Kristiansen, Kokku­lárapi, sum Edward Fuglø hevur myndprýtt. Edward Fuglø, sum vit kenna eina best sum lista­ mann og pallsniðgeva, kann tí eisini bera heitið, barna­ bóka­rit­høvundi. Tað er Bókadeild Føroya Lærara­ felags, sum gevur Poetikus út, har Marna Jacobsen og Turið Kjølbro hava verið ritstjórar. NÁM, gevur bókina hjá Alexand­ur Kristiansen: Kokkulárapi út, har Marjun Ziskas­son hevur verið ritstjóri. Alexandur Kristiansen, sum hevur verið virkin rit­ høvundi síðani 1968 hevur m.a. skrivað hópin av barna­ rímum og yrkingum, sum eru komin út í søvnum, ver­ ið virkin týðari, skrivað út­ varps­leikir og skrivað nógv til m.a. "Mín jólabók" í fleiri ár. Alexandur fekk í 1977 Virðis­løn M. A. Jacobsen fyri fagur­bók­mentir, og hann fekk Barnabókavirðisløn Tórs­havn­ar Býráðs í 1983 og 2003. Kokkulárapi er yrkinga­ savn, har Alexandur enn eina­ferð vísir sítt kynstur sum orðasnillingur, tað prógv­ar hann eisini við hesum savninum – skemt­ ing­ars­amur og bein­rakin. Bøkurnar, ið Edward Fuglø hevur skrivað og Bókadeild Før­oya Lærarafelags givið út, eru: Apollonia sum kom út 2007 – hon bleiv innstillað til Vest­nordisk børnebogspris, Janus er ein stjørna í 2009, Vampýr­ella í 2011 og so nú Poeti­kus. Í 2001 fekk Edward Fuglø Nordisk Børnebogspris fyri myndprýðing av barna­ bókum. Í 1995 fekk Edward B a r b a ­b ó k ­a ­h e i ð u r s ­l ø n Tórshavnar Býráðs eisini fyri myndprýðing av barna­ bók­um. Í desember gav Tórs­ havn­ar býráð út bókina, “Edward Fuglø á Skúlanum á Løgmannabreyt”. Bókin av­myndar og umtalar stóra listar­verkið hjá Edward, sum prýðir Skúlan á Løg­manna­ breyt. Hotel Føroyar hevur givið út bók um Leif Sørensen, kallað KOKS. Her hevur Ed­ward eisini fingið pláss, tí list eftir hann hongur á hotellinum. Edward hevur eisini sniðgivið nýggju bún­ ar­nar hjá tænarunum á Hotel Føroyum, sum verða sýnd­ir fram í bókini. Bent Christensen hevur skrivað tekstin, og Claes Bech­-Poulsen hevur tikið myndinar. Bókin er gjørd í samarbeiði við Books for Cooks. Til ber at keypa Kokku­ lárapi og Poetikus fyri serprís í sambandi við tiltakið í Spania­stovu mikukvøldið. Poetikus, sum vanliga kost­ar 140 krónur, verður seld fyri 120 krónur. Kokkulárapi kostar 175 krónur, men verður miku­ kvøld­ið seld fyri 140 krónur. Møguleiki verður sjálv­ andi at fáa báðar bøkur­nar signeraðar av rit­høvund­ unum. “Edward Fuglø á Skúla­ num á Løgmannabreyt” eins og KOKS kunnu keypast laga­liga. Høvdingar hittast í Spaniastovu