mikudagur 19. desember 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Vandamikil maðkur
Fólk, sum eta fisk úr
Eystrasalti, mugu vera
ansin, tí nú hevur ein
partur av fiskinum har
fingið eitt maðkaslag,
sum kann vera vanda
mikið fyri fólk. Vil heilt
illa til, kann maðkurin
koma í magan hjá fólki
og haðani út í kroppin.
Tá maðkurin setir hol á
maga- ella tarmveggin,
kann tað elva til bruna,
sum gevur nógva pínu.
Men tað ber til at
forða maðkinum at gera
um seg, og hyggjuráðini
eru sum so ofta at hita
fiskin væl og virðiliga,
áðrenn
hann
verður
etin. Ein onnur loysn er
at frysta fiskin 20 stig í
24 tímar.
Danskir granskarar
siga, at hetta maðkaslag
ið var ikki í Eystrasalti
fyrr, men at tað er komið
hagar við kópi.
Javnt millum
Jens og Ernu
Tað stendur at kalla
á jøvnum millum tey
í
Noregi,
sum
vilja
hava Jens Stoltenberg
til at halda fram sum
stjórnarleiðara, og tey,
sum vilja hava Høgra-
forkvinnuna
Ernu
Solberg at loysa hann
av aftan á valið næsta ár.
Í
einari
nýggjari
kanning
siga
42,5
prosent, at tey vilja
hava Stoltenberg, og 40,8
prosent siga, at tey vilja
hava Solberg. í einari
tilsvarandi kanning í
oktober var púra javnt
teirra millum, síðani dró
Stoltenberg frá, men nú
minkar munurin aftur.
Eingin
av
hinum
floksleiðarunum hevur
nakran
møguleika
í
kappingini
um
stjórnarleiðaraheitið.
Forkvinnan
í
Framburðsflokkinum,
Siv Jensen, er heilt niðri
á 6,5 prosentum.
Kanna
rannsóknarúrslit
Vísindafólk kanna nú
úrslitið av teirri sokall
aðu Lomrog-rannsókn
arferðini, sum kannaði
leiðirnar millum Norður
grønland og Norðpólin
í summar. Endamálið
við rannsóknunum var
at fáa staðfest, at ríkis
felagsskapurin kann av
røttum krevja ræðisrætt
yvir leiðini norðan fyri
Grønland, íróknað sjálv
an pólin.
Christian Marcussen,
sum var við á rann
sóknarferðini,
sigur
við KNR, at arbeiðið at
kannað
rannsóknar
úrslitið verður neyvan
liðugt fyrr enn í 2014,
tá Danmark skal lata
Havrættarnevndini hjá
ST grundgevingina fyri
sínum kravi um ræðis
rætt til leiðina.
Leiðin norðan fyri
Grønland er ikki tað
einasta kravið, sum Dan
mark hevur vegna ríkis
felagsskapin.
Føroya
vegna krevur Danmark
eitt øki norðan fyri Før
oyar og eitt øki sunnan
fyri.
Tingrætturin í Gøteborg feldi
mánadagin dóm í einum sera
sjáldsomum máli ímóti einari
kvinnu, sum hevði fult av
mannabeinum heima við hús
Formliga var tann 37
ára gamla kvinnan ákærd
fyri at hava gjørt seg inn
á gravarfriðin, og rætturin
dømdi hana seka, tí hon
hevði havt ymisk mannabein
og mannaskøltar í íbúð síni.
Ákæruvaldið hevði millum
annað myndir, sum vístu, at
kvinnan hevði mannabein
hjá sær í songini.
Í niðurstøðuni vísti rætt
urin á, at tað er eitt brots
verk at flyta partar av
einari beinagrind, tá ein ikki
hevur neyðuga góðkenning
til at gera tað. Harafturat
er tað ólógligt at seta eina
beinagrind saman og at hava
hana liggjandi á gólvinum,
umframt at tað er ólógligt
at goyma partar av beina
grindum í posum og at brúka
teir til at keypa við.
Hóast hon bleiv dømd sek,
sleppur kvinnan frá at fara í
fongsul. Hon verður undir
eftirliti og skal hava viðgerð
fyri
misnýtslu
umframt
sálarliga viðgerð.
Tann
37
ára
gamla
kvinnan sigur við blaðið
Göteborgs-Posten, at hon er
helst eitt sindur sjáldsom.
-Eg havi áhuga fyri rættar
vísindi og sera stóran áhuga
fyri, hvussu beinagrindin
hjá fólki er sett saman. Eg
havi myndir av deyðum fólki,
sigur hon við blaðið.
Hevði mannabein hjá sær í songini
Fyri nøkrum døgum síðani
varnaðust fólk, at nógv sild
lá deyð á sandinum innast
á Kolgrafarfirði, sum er
vestantil í Íslandi, og seinni
vísti tað seg, at eitt tjúkt lag
av sild lá eftir botninum inn
ast á fjørðinum.
Um vikuskiftið vóru kav
arar niðri og kannaðu um
støðurnar. Ein teirra greiddi
aftaná frá, at hann hevði ver
ið niðri á knappliga 30 metra
dýpi, og at har lá sildin sum
eitt teppi eftir botninum.
Lívfrøðingurin
Róbert
Arnar
Stefánsson
hevur
verið á Kolgrafarfirði og
kannað sildina. Hann sigur
við Morgunblaðið, at tann
deyða sildin er ikki rak, men
í góðum standi.
Hann er ikki heilt vísur
í, hví so nógv sild er deyð.
Onkur hevur sagt, at kópur
ella sildreki kann hava rikið
sildina inn at landi og upp á
turt, men tað heldur Róbert
Arnar ikki. Hinvegin heldur
hann, at sildin kann vera
deyð av kulda, tí at sjógvurin
er kølnaður brádliga.
Lívfrøðingarnir hjá Hav
rannsóknarstovninum eru av
somu áskoðan. Kanningar um
vikuskiftið vístu, at meðan
sjógvurin á Grundarfirði, sum
er nærhendis, var fýra stig, var
sjógvurin inni á Kolgra-far
firði um frostmarkið.
Eingin veit við vissu,
hvussu nógv sild er deyð,
men Havrannsóknarstovn
urin metti í síðstu viku, at
umleið 250.000 tons av sild
var inni á Kolgrafarfirði.
Sildin helst deyð av kulda
Fleiri túsund tons av deyðari sild liggja í fjøruni og niðri á botni í Kolgra
farfirði í Íslandi, og lívfrøðingarnir halda, at hon doyði av kuldaskelki