mikudagur 19. desember 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var ikki nøkur løtt
avgerð,
tá
eiðismaðurin
Grímur
Hammer
gjørdi
av at lata seg stilla upp
til
felagsformansvalið
í
Føroya
Fiskimannafelag.
Men, tá freistin var úti
hin 4. desember, var hann
eitt av trimum valevnum.
Hini bæði valevnini eru
sitandi felagsformaður, Jan
Højgaard, sum býr á Toftum
og Sakaris Zachariassen, sum
býr í Sandoynni, men hevur
ættarbond í Streymnesi.
Fekk áheitanir
Tað serliga við uppstillingini
hjá
Grímuri
Hammer
er, at hann er í starvi á
skrivstovuni
á
Føroya
Fiskimannafelag, og sostatt
er sitandi formaður og stjórn
hansara arbeiðsgevari hjá
honum.
- Eg fekk onkrar áheitanir
um at stilla upp, men var
leingi í iva. Tað var eitt
ordiligt ”men” við hesum,
men tá tú fært áheitanir,
noyðist tú at taka eina
avgerð. Eg ætlaði ongantíð,
at
Jan
Højgaard
ella
felagsstjórnin skuldu frætta
tað sum slatur, at eg stillaði
upp. Tá so tann eini av
stjórnarlimunum í felagnum
í november spurdi meg, um
eg ætlaði mær at stilla upp,
segði eg sum var. Eg segði
sum var, at eg hevði fingið
onkrar áheitanir, men segði
meg samstundis vónsviknan
um, at hetta var likið út. Tí
gjørdi eg av beinanvegin at
ringja til sitandi formann og
mín arbeiðsgevara.
Ávís karantena
Tá
Sosialurin
vitjaði
á
skrivstovu
Føroya
Fiskimannafelags týsdagin
var Jan Højgaard úti á fundi,
men her hittu vit Grímur
Hammer.
Vit spurdu hann, um tað
hevur verið trupult millum
hann og Jan, síðan tað
gjørdist greitt, at hann læt
seg stilla upp?
- Nei, ikki beinleiðis. Og
tó. Tá tað var greitt, at eg
fór at stilla upp, fekk eg at
vita frá formanninum, at eg
skuldi ikki taka telefonina á
skrivstovuni, meðan valið fer
fram.
Grímur heldur, at tað er
í fínasta lagi, at hann ikki
tekur telefonina, meðan valið
fer fram, so hann møguliga
kann ávirka limirnar, sum
ringja inn.
- Tað skilji eg eisini væl,
og eg haldi, at tað er í fínasta
lagi. Jan er formaður, og
hann hevur sjálvandi sínar
uppgávur - eisini, meðan
valið fer fram. Hinvegin
er tað eitt gott hugskot, at
næstformaðurin,
Sámal
Poulsen, situr her og tekur
telefonina um dagarnar, nú
val er.
Grímur leggur aftrat, at
um hann ikki hevði fingið
hesa ”karantenu”, hevði hann
ikki tikið telefonina kortini -
líka mikið, um Sámal er á
skrivstovuni ella ikki.
-
Eg
havi
sagt
við
leiðsluna í felagnum og
skrivstovufólk, at teimum
nýtist ikki á nakran sum
helst hátt at óttast mítt
arbeiði á skrivstovuni hesa
tíðina, tí eg eri sjálvsagt púra
avkláraður við, hvat eg kann
og ikki kann, meðan valið fer
fram.
Grímur
væntar
ikki,
at hann verður gamal á
skrivstovuni, um útfallið av
valinum verður, at sitandi
felagsformaður heldur fram
eftir 1. februar.
- Nei, eg vænti ikki, at
eg eri í starvi her eftir 1.
februar næsta ár, tá eitt nýtt
formansskeið
byrjar,
men
hetta havi eg einki fingið at
vita um enn. Hetta er sjálvandi
ein spurningur, sum formaður
ikki avger einsamallur, men
leiðslan í felagnum, leggur
hann aftrat.
Valið kortini
Í drúgvu tíðini, meðan Óli
Jacobsen var formaður í
Føroya
Fiskimannafelag,
varð ikki val í felagnum
triðja hvørt ár, sum tað
annars kann vera sambært
skipan felagsins. Men fyri
at hava val, er neyðugt, at
sitandi
formaður
hevur
eitt ella fleiri mótvalevni,
og tað er ikki hvørja ferð, at
mótvalevni eru. Tá heldur
formaðurin eftir skipanini
fram í trý ár aftrat.
Tá Óli fall fyri seks árum
síðan, stillaðu Jan Højgaard
og Dan R. Petersen upp
móti honum, og tá Jan varð
afturvaldur
fyri
trimum
árum síðan, stillaði Hendrik
Old upp móti honum.
Grímur
Hammer
vísir
á, at hóast hann ikki hevði
stillað upp til valið hesaferð,
hevði val verið kortini, tí
longu, tá hann tók endaligu
avgerðina,
var
greitt,
at
Sakaris Zachariassen fór at
stilla upp.
- So, antin eg stillaði upp
ella ikki, hevði val verið
í
Føroya
Fiskimanafelag
kortini í ár, sigur hann.
Betri sáttmálar
Grímur
Hammar
hevur
fleiri hjartamál, nú hann
hevur latið seg stillað upp,
og millum hjartamálini eru
at halda fast um vunnin
rættindi hjá fiskimonnum
og
vinna
innaftur
mist
rættindi, sum hann heldur
hava avgerandi týdning fyri
inntøkur fiskimanna.
-
Trolmenn
rinda
óhugnaliga nógvan pening
til olju, og hetta fer slett
ikki at bera til. Tað fer
heldur ikki at bera til, at
línumenn skulu rinda gjald
fyri reiðskap. Menn rýma
í
heilum
av
føroyskum
skipum og fáa sær kjans
við eitt nú norðmonnum.
Endin av hesum verður, at
vit standa eftir við ongum
fiskimonnum til eitt nú
okkara línuskip, partrolarar
og lemmatrolarar.
Hann
vísir
á
eina
uppgerð,
sum
Føroya
Fiskimannafelag hevur gjørt
yvir
inntøkuviðurskiftini
hjá teimum sum sigla við
partrolarum.
- Talan er um tíðarskeiðið
frá januar og fram til endan
av august í ár. Við ongari
olju sum frádrátti hevði
hvør
einstakur
dekkari
tjent 36.000 krónur fleiri,
enn hann gjørdi í hesum
tíðarskeiði
umborð
á
umrøddu skipum. Hetta er
alt peningur, sum dekkarar
hava rindað fyri olju.
Grímur heldur, at tað
er
ógvuliga
umráðandi,
at fiskimenn í fyrsta lagi
varðveita sínar sáttmálar,
og at mist rættindi verða
vunnin aftur.
- Hetta hevur verið ein
trupul tíð, men ikki minst í
slíkum tíðum er avgerandi,
at fiskimenn standa saman,
leggur hann aftrat.
Fakfelagsformaður
Grímur Hammer er formaður
í Eiðis Arbeiðsmannafelag,
og tað hevur hann verið í
fýra ár. Hann fór til skips
fyrstu ferð í 1978, og tá
var
hann
ikki
fermdur.
Hetta var við línuskipinum
Morgunroðanum.
- Eg havi verið sjómaður í
mong ár, men havi bara siglt
við línu-og snelluskipum.
Havi
eisini
gjørt
mær
- Eg ivaðist
rættiliga nógv
í uppstilling
- Trolmenn rinda óhugnaliga nógvan pening til olju, og hetta fer slett
ikki at bera til. Tað fer heldur ikki at bera til, at línumenn skulu rinda
gjald fyri reiðskap. Menn rýma í heilum av føroyskum skipum og
fáa sær kjans við eitt nú norðmonnum. At enda standa vit eftir við
ongum fiskimonnum til eitt nú línuskip, partrolarar og lemmatrolarar,
sigur Grímur Hammer, valevni til valið í Fiskimannafelagnum
jú, eg eri spentur til valið. Var
eg ikki tað, hevði eg ikki latið meg
stillað upp