Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 smávegis royndir við gørnum og havi eisini róð eitt sindur út. Grímur er 48 ár, giftur Sannu, og tey bæði eiga fimm børn. - Jú, eg eri spentur til valið. Var eg ikki tað, hevði eg ikki latið meg stillað upp. Mín førleiki er, at eg kenni fiskivinnuna bæði sum fiskimaður og nú í mínum starvi sum skrivstovumaður á Føroya Fiskimannafelag, sigur eiðismaðurin, Grímur Hammer. - Tað er ógvuliga umráðandi, at fiskimenn í fyrsta lagi varðveita sínar sáttmálar, og at mist rættindi verða vunnin aftur. Hetta hevur verið ein trupul tíð, men ikki minst í slíkum tíðum er avgerandi, at fiskimenn standa saman, sigur Grímur Hammer Mynd: Vilmund Jacobsen Trý valevni stilla upp til felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag, og tí er spenningur um, hvør kemur at manna háborgina hjá fiskimonnum tey næstu trý árini Mynd: Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, var ikki at hitta, tá Sosialurin vitjaði á skrivstovuni fyrrapartin týsdagin. Hann var á fundi og í morgun, tá vit ringdu til hansara, var hann aftur á fundi. Sosialurin fer eisini at skifta orð við Jan Højgaard og Sakaris Zachariassen í øðrum bløðum. Jan á fundi