Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Eisini í ár verður starvsstevnan hildin í Føroyum millum jóla og nýggjárs. Føroyska samfelagið er við at vakna við kaldan dreym. Exit Føroyar, fráflytingarhagtøl og fallandi burðaravlop merkir kjakið í dag. Kanska er tað orsøkin til, at met nógvar fyritøkur og stovnar vilja hitta útisetar og lesandi føroyingar á Jobmatch 2012. Fyri støðugt at tryggja vøkstur og menning av tí føroyska vinnulívinum umframt tí føroyska samfelagnum sum heild, er umráðandi framhaldandi at skapa og viðlíkahalda sambandið við okkara ungdóm, soleiðis at tey støðugt ynskja at venda heim aftur til Føroyar at virka og búgva Í fjør var áhugin at vitja á Jobmatch stórur. Nógv fólk høvdu leita sær oman í hugnaligu hølini hjá Østrøm fyri at fregnast um, hvat tað føroyska vinnulívið og tað almenna høvdu at bjóða. Tey vitjandi komu úr øllum heraðshornum fyri at kunna seg um júst teirra møguleikar hjá teim ymisku fyritøkunum og stovnunum, sum høvdu gjørt seg til at møta teim ungu. Umframt úr Føroyum vóru ung búsitandi í Danmark, Norra, Bretlandi, Fraklandi, Belgia, Póllandi, USA og sjálvt úr Kina og vitjaðu á Jobmatch. Jobprát Royndirnar vísa, at mest kemur burturúr, um eitt sokallað JobPrát verður bílagt, sum er ein óbindandi styttri samrøða á 10-15 minuttir. Her fær ein høvi til at kunna seg um tær fyritøkur og stovnar, ein er áhugaður at koma í samband við, umframt at greiða frá um seg sjálvan. Til ber at bíleggja eitt JobPrát á www.jobmatch.fo 25 luttakarar Higartil hava fimm og tjúgu fyritøkur og stovnar teknað seg til at hitta okkara føroyska vitunartilfeingi á Jobmatch. Til ber at lesa um hesar á www.jobmatch.fo Starvsstevnnan byrjar fríggjadagin 28. desember kl. 13 og er opin til kl. 20. Tað er ókeypis at vitja á Jobmatch, sum verður fyriskipað av Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsinum, Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya og MFS. Stuðlar eru Tórshavnar kommuna, Atlantic Airways og BankNordik. Byrja tína yrkisleið á Jobmatch2012! Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurningur 1: Hvussu nógvir føroyingar lesa uttan fyri Norðurlond? Svar: Samlað uppgerð av føroyingum á hægri útbúgvingum uttanfyri Nordurland: Tølini eru gjørd við støði i skúlagjaldsútgjøldum, tó í Skotlandi við støði i ferðastudningsumsðoknum sidstu árini. Kelda: Studni Spurningur 2: Hey tit bæði! Eg eri ein 19 ára gamal drongur, sum nú hevur fingid hug at fara í skúla aftur, eftir at eg varð liðugur við 10.flokk í 2011. Mín spurningur til tykkum er : skal eg søkja inn á HF ella á student??? Tað, sum eg ætli mær at lesa víðari til aftaná eina midnámsútbúgving, krevur, at eg skal hava a-støði í støddfrøði og í alis-og evnafrøði. Eri eg ov gamalur at fara í holt við eina studentsútbúgving? Vh xxx Svar : Tað er onki aldursmark hvørki upp ella niður fyri at sleppa at taka eina studentsútbúgving, men at sleppa inn á HF er tað aldursmarkið gjaldandi, at man skal fylla 18 ár áðrenn 1.desembur, tad árið man byrjar á HF. Á HF kanst tú bert fáa a-stødi í føroyskum og í donskum, so vilt tú hava t.d. a-stødi í støddfrødi og evnafrøði, mást tú brúka trý ár, antin sum stakgreinalesandi ella sum sjálvlesandi aftaná eina 2-ára HF-skúlagongd. Fyri at fáa vegleiding um hetta : set teg í samband vid ein lestrarvegleidari á einum av midnámsskúlunum. Tú skalt hugsa um, at kemur tú at ganga í einum studentaskúlaflokkid, eru tínar flokksfelagir umleid 16-17 ár. Á HF er aldurin frá 18 + Vinarliga Holger og Bjørg