mikudagur 7. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nr. 68 - 7. apríl 2004
3
Árliga HMU- kon-
sertin var leygar-
kvøldið hildin í Ment-
anarhúsinum í Fugla-
firði. Bólkarnir VOX,
Thirst, MMM og
Credo høvdu fingið
uppgávuna at undir-
halda áhoyrarunum í
slakar tríggjar tímar,
og megnaðu tey hetta
sera væl
HMU- KONSERT
Henny Olsen
Um 300-400 fólk høvdu
leygarkvøldið funnið sær
leiðina til Fuglafjarðar, har
tann árliga HMU- kon-
sertin var hildin. Hesaferð
høvdu
bólkarnir
VOX,
Thirst, MMM og Credo
meldað seg til. Talan er her
ikki um beinleiðis nýggjar
bólkar. Allir vóru teir við í
fyrsta Gospel Prixnum,
sum var hildið í fjør, uttan
VOX, sum tó hevur verið til
í fleiri ár.
Fantastisk byrjan
Fyrsti bólkur á pallinum
var gospelkórið VOX úr
Eysturoynni. Tey framførdu
fleiri fantastiskar gospel-
sangir, og eisini áhoyrarinir
sluppu uppí part.
Tá tey stóðu á pallinum
og sungu, sum tað galt lív,
mintu tey ikki sørt um tey
myrku baptistakórini, sum
tú sært í USA. Har var frítt
hjá teimum at syngja og
røra seg og liva seg inn í tær
deiligu
rytmirnar,
sum
orkestrið hjá teimum stóð
fyri.
Tey framførdu fantast-
iska væl við fleiri solosang-
arum, sum eisini stóðu seg
avbera væl. VOX hevði
veruliga áhoyararnar við
sær, sum allir sóu út til at
vilja sleppa upp á pallin at
syngja við. Alt í alt ein
fantastisk framførsla av
Eysturoyarkórinum, sum
ikki stendur nakað aftan
fyri gospelkórunum í út-
londum.
Næsti bólkur á skránni
var Thirst, sum eisini er úr
Eysturoynni. Tað er ein
ungur, men lovandi bólkur.
Til Gospel Prixið í fjør
vóru tað bara tey trý Jákup,
Beinta og Sóleyg, sum
mannaðu bólkin, men til
hetta tiltakið høvdu tey
fingið sær styrk. Av tí sama
gjørdist eitt sindur betri lív
í nøkrum av sangunum,
men tó spældu tey eisini
tann vakra og stilla tón-
leikin, sum tey eisini duga
so væl. Framførslan hjá
teimum var frálík, tí tey
duga at liva seg inn í tón-
leikin. Tær vøkru røddirnar
hjá Beintu og Sóleyg
gjørdu bara framførsluna
betri. Við hesum frálíkum
bólkum var lagt væl upp til
næsta navnið.
Rættiligt lív í
MMM var næstur á pallin-
um. Tey koma úr Vágunum
og spæla rock- tónleik. Tey
løgdu út við hørðum rock-
tónum, og fingu alt fyri eitt
lív í áhoyrararnar.
Tey vístu við hesi fram-
førslu, at tey heilt avgjørt
eru ein av betru bólkunum í
Føroyum.
Kvinnuligi forsangarin
sang frálíkt, og tann mann-
ligi sangarin, sum eisini
spældi á guitar, var tann í
skaraði framúr. Hann livdi
seg rættiliga inn í tónleikin.
Hann var stillur, tá tónleik-
urin var meira róligur, men
stóð afturfyri og hoppaði,
tá tað gjørdist eitt sindur
villari, og hetta dámdi
áhoyrarunum
avgjørt.
MMM vóru enntá klappaði
fram aftur til eitt eyka-
nummar, og tí tekur man
altíð við.
Síðst á pallin var Credo,
sum er mannaður av klaks-
víkingum. Teir framførdu
vælsvingaðan rock- tón-
leik, og tað er eisini tað, teir
eru bestir í. Teir gjørdu
rættiliga vart við seg í
Gospel Prixnum, og hava
teir eisini síðani tá verið og
spælt til fleiri tiltøk ymsa-
staðni í landinum.
Teir duga sera væl at
spæla og framføra tónleik,
tað hava teir alla tíðina víst,
og hetta var einki undantak.
Talan var her um eina
inniliga og framúr góða
framførslu. Sangarin er
sum skræddaraseymaður til
hetta slagið av tónleiki, og
tað er eisini avgjørt eitt
pluss. Tónleikur teirra er
sera góður við fleiri lítlum
detaljum, sum gera tað til
eina góða heild. Heilt av-
gjørt ein betru framførsl-
unum hjá Credo.
HMU- konsertin í 2004
kann sigast at vera sera væl
eydnað. Einki gekk galið,
og við at hava tveir frálíka
stuttligar menn, Ásbjørn og
Finn, at tvætla, felagssang
og eina andakt, sum Rei-
mund Langgaard hevði,
gjørdust løturnar í millum
bólkarnar sera lítlar. Alt var
sera væl fyriskipað, og nú
kann
skiljast
hví
tað
nevniliga er eitt árligt tiltak.
Áhoyrarirnir hugnaðu sær
óført, og teir ætlað óivað til
konsertina næsta ár.
Listafram-
sýning hjá
Lions í
Eysturoy
Listaframsýning
hjá Lions Club
Eysturoy 24 ár á
baki í Runavíkar
Skúla verður á
páskum
LISTAFRAM-
SÝNING
Tíðindaskriv
Báðar Páskadagarnar
verður árliga lista-
framsýningin
hjá
Lions Club Eysturoy
opin
í
Runavíkar
Skúla, báðar dagarnar
frá kl. 15 til 20, og
hevur hetta tiltak stað-
ið við síðani 1980, og
er sostatt blivin ein
fastur partur av hátíð-
arhaldinum á staðnum.
Framsýningin verð-
ur sett fyrra páskadag
kl 15 av Jógvan á
Lækjuni, landsstýris-
manni í mentanar-mál-
um. Undir setanini fer
Frelsunarherurin
at
luttaka, og seta tey
altíð ein serligan dám
á, har tey eru við.
Hesi 24 árini fram-
sýningin hevur verið,
er ein hópur av lista-
verkum
framsýnd.
Luttøkan hevur ligið
millum 30 og 50 lista-
fólk, við 2-300 góðum
og fjølbroyttum lista-
verkum.
Framsýningin hevur
rúmað
málningum,
tekningum, akvarell-
um, og klippum v.m.,
og
hevur
gjøgnum
árini verið sera fjøl-
broytt.
Saman
við
royndum og drivnum
listarfólkum, hava ung
og óroynd fólk her
havt møguleikar at
royna síni listarligu
evnir og at sýna tey
alment fram. Í ár sýnist
áhugin til at luttaka í
framsýningini at vera
størri enn nakran tíð.
Á
framsýningini
vera eisini lutaseðlar
seldir av listaverkum,
og fer samlaði ágóðin
av tiltakinum í ár til
arbeiðið hjá Frelsunar-
herinum.
Gospel uppá sítt besta
Føroya Sparikassi og
Kaupthing brynja seg
til nýggjar tíðir, har
kundin setur stór
krøv til vegleiðing um
keyp og sølu av
partabrøvum.
Mánakvøldið skipaðu
Føroya Sparikassi,
Kaupthing og
TemaKapital fyri
tema-degi um at gera
íløgur í partabrøv
NÝGGJAR
AVBJÓÐINGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Týsdagin í seinastu viku
varð ein nýggjur partur av
føroyskari
fíggjarsøgu
skrivaður, tá avtala millum
Virðisbrævamarknaður
Føroya (VMR) og Kaup-
høll Íslands varð endaliga
undirskrivað.
Fyri flestu føroyingar er
talan um óroyndan lut at
gera íløgur í virðisbrøv,
men fólk innan føroyska
fíggjarheimin vænta, at
innan nøkur fá ár, verður
vanligari hjá føroyingum at
eiga virðisbrøv.
Í hesum sambandi eru
Føroya Sparikassi og virð-
ismeklarafelagið,
Kaup-
thing, av álvara farin undir
at fyrireika seg til, at áhug-
in fyri virðisbrøvum, fer at
økjast munandi.
Saman við íløgufelagn-
um Tema Kapital skipaðu
Føroya
Sparikassi
og
Kaupthing mánakvøldið
fyri sonevndum tema-degi
um
at
gera
íløgur
í
virðisbrøv.
Mentan mennast
Fíggjarleiðarin hjá Føroya
Sparikassa, Finn Danberg,
var millum fyrilestrarhald-
ararnar á temadegnum.
Finn Danberg sigur seg
vera sannførdan um, at
komandi árini fara fleiri og
fleiri føroyingar at eiga
virðisbrøv. Hetta setur stór
krøv til føroysku fíggjar-
stovnarnar,
og
Føroya
Sparikassi er fyrireikaður
til avbjóðingina.
– Talan verður um eitt
nýtt tíðarskeið, har tað
verður vanligari og vanlig-
ari at gera íløgur í virðis-
brøv. Higartil hava fólk ver-
ið von við at seta sína upp-
sparing í sparikassan, men
við broytingunum í kapital-
vinningskattalógini
og
rentutryggingarlógini eru
møguleikarnir fyri virðis-
brævaíløgum nógv broyttir.
At gera íløgur í virðisbrøv
er øðrvísi, og vit mugu tí
sum
peningastovnur
tryggja kundum okkara so
góða ráðgeving og tænastu
sum gjørligt, sigur Finn
Danberg.
Hann leggur áherðslu á,
at orðið tryggleiki er avger-
andi í samband við íløgur í
virðisbrøv. Fíggjarleiðarin í
Føroya Sparikassa vísir á,
at tá talan er um ein nýggj-
an heim fyri kundarnar, er
tað alneyðugt, at varisliga
verður farið fram, so kund-
arnir kunnu kenna seg
tryggar, tá tey velja at fara
undir at gera íløgur í virð-
isbrøv.
– Tað er ógvuliga týð-
andi, at vit sum ráðgevi
altíð kunnu hyggja kundan
í eyguni. Okkara ráðgeving
kemur tískil altíð taka støð-
ið í kundans veruliga tørvi,
greiðir Finn Danberg frá.
Nýggj deild
Síðan ár 2000 hava Kaup-
thing Føroyar og Føroya
Sparikassi samstarvað um
íløgufelagið,
Kauphing
Invest. Umframt Føroya
Sparikassa og Kaupthing
Føroyar, hevur Kauphing
Bank eisini verið við í sam-
starvinum. Føroya Spari-
kassi eigur ávíkavist 49%
og 25% av áðurnevndu
fyritøkum.
Kauphing Invest, sum
fyrr í ár skifti navn til Tema
Kapital hevur fleiri deildir.
Deildirnar Norrøn parta-
brøv og lánsbrøv í donsk-
um krónum, hevur Kaup-
thing Føroyar røkt, meðan
Kauphing Bank hevur røkt
deildina íslendsk lánsbrøv.
Føroya Sparikassi er depot-
banki hjá øllum deildunum.
Tema Kapital økir nú um
virksemi sítt. Avtala er
gjørd við Bjarne Jensen um
eina nýggja deild, Stock-
rate, ið ger íløgur í altjóða
partabrøv.
Støðið í søguni
Danski bankaserfrøðingur-
in, Bjarne Jensen, sum
stendur á odda fyri Stock-
rate, var eisini millum fyri-
lestrarhaldarnar
mána-
kvøldið. Hann kunnaði um
felagið og segði seg vera
fegnan um samstarvsavtal-
una við TEMA Kapital.
– Eg trúgvi upp á tann
langa og treysta leikin. Tað
er ein umskiftiligur heimur
at keypa og selja virðisbrøv
og tí er tað avgerandi, at
kundin setir sínar pengar í
fyritøkur, sum duga at
vinna pening og passar teir
á haldgóðan hátt, sigur
Bjarne Jensen.
Stockrate velur fyritøk-
urnar eftir, hvussu væl tær
hava staðið seg seinastu
árini.
Metingin
verður
gjørd eftir einum teldufor-
riti. Telduritið hyggur fyrst
og fremst eftir møgu-
leikunum hjá fyritøkunum
at vinna pening og fíggjar-
støðuni.
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið
ungdómsbókina
Nornadómur eftir
Vilborg
Dáviðsdóttir út.
Tóra Tóroddsdóttir
hevur týtt úr
íslendskum
Tíðindaskriv
Nornadómur er onnur
bókin í røðini um Korku,
sum er leysingabarn, ið
tann
norski
l a n d n á m s m a ð u r i n
Tórálvur
Tórisson
á
Roykjavøllum fær saman
við Mýruni, einari írskari
trælkvinnu.
Í
fyrru
bókini Við Urðarbrunn,
ið Bókadeildin gav út í
fjør, rýmdi Korka úr
Íslandi og kom at enda á
Heiðina í Danmørk, har
víkingurin úr Suður-
oyggjum, Atli Atlason,
keypir hana sum træl.
Hóast
stættarmunin
gerast Korka og Atli góð.
Tá ið Atli kemur illa fyri,
bjargar Korka honum,
men letur hann lova at
loysa seg úr trældómi
afturfyri. Hann játtar, og
tey rýma úr Heiðini um
náttina. Tey koma til
lands í Suðuroyggjum,
men ættin hjá Atla er ikki
fegin um gentuna, sum
hann hevur kosið sær.
Tey síggja tí ikki annan
møguleika
fyri
hjúnarbandi enn at rýma
og gerast niðursetufólk
onkra aðrastaðni. Korka
vil ógvuliga fegin sleppa
á
Vesturfirðirnar
í
Íslandi, tí rúnirnar hava
sagt henni, at systir
hennara og systurdóttirin
eru í vanda…
Bøkurnar um Korku
fara fram í víkingatíð, og
umframt at skriva eina
sera
spennandi
og
hugtakandi søgu, megnar
høvundurin framúr væl
at lýsa gerandisdagin hjá
víkingum. Í Íslandi verða
bøkurnar
brúktar
í
søgufrálæruni í mið-
námsskúlunum.
Nornadómur er 192
síður, heft við klaffum og
kostar kr. 150.
Nornadómur er onnur bókin um Korku
Partabrævamentanin
skal mennast
Tveir av fyrilestrarhaldarunum á temadegnum um íløgur. F.v. Danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen og fíggjarleiðarin á
Føroya Sparikassa, Finn Danberg
Mynd: Podl
Ungdómsbókin
Nornadómur
á føroyskum
C
M
Y
K
3
2