mikudagur 7. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nr. 68 - 7. apríl 2004
5
UTTAN ÚR HEIMI
Ísraelski forsætisráð-
harrin tekur nú upp-
aftur, at palestinski
leiðarin skal ikki
kenna seg tryggan.
Palestinski samráð-
ingarleiðarin ivast
ikki í, at ísraelsmenn
fara at beina fyri
Arafat
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri átta døgum síðani
segði Ariel Sharon, at ein
og hvør, sum hevur ábyrgd-
ina av, at ísraelsmenn verða
dripnir, eigur ikki at kenna
seg tryggan. Hóast hann
ikki segði, hvønn hann
sipaði til, var eingin í iva
um, at orðini vóru ein
ávaring til palestinska leið-
aran Yasser Arafat.
Nú tekur Sharon ávaring-
ina uppaftur. Við blaðið
Yedioth Ahranoth í gjár
segði hann, at hann kann
ikki veita trygd fyri, at
Arafat sleppur óskalaður.
Palestinski samráðingar-
leiðarin, Saeb Erekat, ivast
ikki í, at Ísrael veruliga um-
hugsar at beina fyri Arafat.
- Hóttanin er álvarssom,
og eg eri vísur, í, at Arafat,
forseti, verður avrættaður,
segði Saeb Erekat við
marokkanska
sjónvarpið
sunnudagin. Hann vildi
vera við, at ísraelska málið
við at beina fyri palestinsk-
um leiðarum er at elva til
lógloysi og harðskap og at
gera enda á teimum pale-
stinsku sjálvsstýrismynd-
ugleikunum fyri at kunna
vísa á, at palestinar hava
einki veruligt umboð.
Samstundis
vísir
ein
meiningakanning í Ísrael,
at umleið tveir triðingar av
ísraelska fólkinum taka
undir við, at víðgongdir
palestinskir leiðarar verða
fyribeindir, eins og gjørt
varð við Hamas-leiðaran
Ahmed Yassin herfyri.
Donsk
arbeiðs-
pláss enda
eystanfyri
Lítla virðið á
amerikanska doll-
aranum ger, at
nógvar danskar
fyritøkur um-
hugsa at flyta ar-
beiðsplássini til
Fjareystur
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað lítla dollaravirðið
og tann sterka danska
krónan gera, at dansk-
ar vørur eru ov dýrar at
keypa uttanlands. Fyri
tveimum árum síðani
var dollaravirðið 860. Í
dag er tað nakað oman
fyri 600.
Hetta hevur fingið
nógvar danskar fyri-
tøkur at umhugsa at
flyta virksemið til lond
í Fjareystri, har fram-
leiðslukostnaðurin er
munandi minni enn í
Danmark.
Sambært
einari kanning, sum
kanningarstovnurin
Rambøll hevur gjørt
fyri
Jyllandspostin,
umhugsa 11 prosent av
teimum donsku út-
flutningsfyritøkunum
at flyta av landinum.
Tað svarar til ímillum
600 og 700 fyritøkur.
Harafturat koma einar
200 fyritøkur, sum
longu hava umhugsað
at flyta virksemið til
Fjareystur, og hesar
hava nú framskundað
ætlanina,
skrivar
Jyllandsposturin.
Kanningin hjá Ram-
bøll vísir, at fallið í
dollaravirðinum rakar
ein triðing av teimum
donsku fyritøkunum,
og at úrslitið er minni
søla og minni vinning-
ur. Samstundis er tað
ein
sannroynd,
at
danskar
vørur
eru
vorðnar dýrari í USA,
Russlandi, India, Kina
og í teimum flestu
londunum í Lands-
synningsasia.
Tað er nú ikki bara
tað danska vinnulívið,
sum hevur trupulleikar
av tí lága dollaranum.
Støðan er tann sama
hjá útflutningsfyritøk-
unum í hinum ES-
londunum.
Amerikanararnir eru
í ferð við at missa
álitið á George W.
Bush, forseta orsakað
av gongdini í Irak
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann versnandi ófriðurin í
Irak kostar nú amerikanska
forsetanum
undirtøku
ímillum veljararnar sjey
mánaðir undan forsetaval-
inum.
Í einari kanning, sum
Pew-stovnurin hevur gjørt,
siga 53 prosent av teimum
spurdu, at tey taka ikki
undir við Irak-politikkinum
hjá
forsetanum
longur.
Hesin parturin av fólkinum
er vaksin sera nógv í sein-
astuni, tí í januar vóru tað
bara 37 prosent, sum ikki
tóku undir við amerikanska
politikkinum í Irak.
Uppaftur verri er tað
helst hjá forsetanum, at 57
prosent av amerikanarun-
um halda ikki, at forsetin
yvirhøvur
hevur
nakra
ætlan um, hvussu trupul-
leikarnir í Irak skulu ella
kunnu loysast. Bara 32
prosent halda, at Bush hev-
ur eina tílíka ætlan.
Tann sama kanningin
vísir eisini, at fleiri og fleiri
amerikanarar
halda,
at
USA eigur at taka sínar
hermenn úr Irak. Tað hildu
37 prosent í januar, men í
dag eru tað 44 prosent, sum
vilja hava hermenninar
heimaftur.
Kanningin hjá Pew vísir
eisini, at amerikonsku velj-
ararnir eru heldur ikki
nøgdir við búskaparpoli-
tikk forsetans. Bara 39 pro-
sent halda, at búskaparpoli-
tikkurin er í lagi.
43 prosent siga, at sum
heild hevur forsetin roynst
væl. Tað er tað minsta talið,
síðani Bush kom í Hvítu
Húsini, sigur Pew-stovn-
urin.
Ísrael fer at
beina fyri
Yasser Arafat
Ófriðurin í Irak
kostar Bush
undirtøku
Yasser Arafat. Fara ísraelsmenn at beina fyri honum?
Amerikanararnir eru ikki
nøgdir við Irak-politikkin hjá
Bush, forseta. 43 prosent
halda, at USA eigur at taka
sínar hermenn úr Irak.
Nú alt bendir á, at
Tinganes verður
økisfriða, hongur tað
í leysari luft, hvar
Smyril sleppur at
leggja at
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sum tað sæst av greinini
omanfyri, er tað nú alt, sum
bendir á, at Landstýrið fer
at taka undir við tilmælin-
um um at økisfriða Tinga-
nes út á 10 metrar. Sostatt
verður tað meiri og meiri
átrokandi at finna útav,
hvar Smyril skal liggja, tá
ið hann kemur til Havnar.
Tórshavnar Býráð hevur
ferð eftir ferð staðfest, at
sleppur hon ikki at gera
atløgupláss
til
nýggja
Smyril uttan á Norrønu á
Bursatanga, hevur hon onki
annað pláss at vísa Smyril
á.
Men verður Tinganes
friðað, sum alt bendir á, ber
ikki til gera pláss til Smyril
á Bursatanga og sostatt er
hann húsvillur í Havn.
Tá ið Norrøna ikki er í
Havn, kann Smyril brúka
atløguplássið hjá Norrønu.
Men eftir galdandi ferða-
ætlan er tað nakrar ferðir
um vikuna, at Norrøna og
Smyril eru í Havn í senn.
Harumframt er so trongt í
havnalagnum, at Smyril
kann kortini ikki liggja við
bryggju, tá ið Norrøna
kemur.
Bjarni Djurholm sigur, at
undir øllum umstøðum má
hann staðfesta, at tað verð-
ur onki atløgupláss klárt til
nýggja Smyril tá ið hann
kemur.
– Tí mugu vit royna at fáa
eina praktiska loysn, so at
Smyril kann brúka plássið
hjá Norrønu so nógv, sum
tilber.
– Men ein stóran part av
tíðini er tað ikki ein trupul-
leiki, tí Norrøna er so
sjálvdan í havn.
Bjarni Djurholm sigur tó,
at so er tað eftir at finna
eina varandi loysn fyri
Smyrli og hon er ikki funn-
in enn.
Embætisverkið í Vinnu-
málaráðnum hevur sam-
band við Tórshavnar Havn
um eina loysn, men fyrrenn
endalig avgerð er tikin um,
antin Tinganesi skal økis-
friðast ella ikki, verður
málið ikki tikið upp á polit-
iskum stigi.
– Tað verður helst ikki,
fyrrenn eftir páskir, at mál-
ið verður tikið upp á polit-
iskum stigi, bæði við Tórs-
havnar Havn og í landsstýr-
inum.
Tað, sum hetta arbeiðið
miðjar eftir, er at vita um
tað ikki ber til at finna eina
varandi loysn í Havn.
Bjarni Djurholm við-
gongur kortini, at møgu-
leikarnir eru ikki so nógvir.
Men hann vil fegin við-
gerða málið og teir møgu-
leikar, sum kanska eru, við
Tórshavnar Havn, áðrenn
hann viðgerð tað alment.
Men Tórshavnar Havn
hevur fleiri ferðir sagt, at
slepppur hon ikki at dýpa
framvið Tinganesi, er onki
annað pláss til Smyril?
– Ja, tað er júst hetta, vit
mugu fáa endaliga greiði á,
sigur hann.
Hinvegin eigur landið
eina havn á Gomlu Rætt og
tann møguleikin hevur eis-
ini verið nevndur at Smyril
skal leggja at har.
-- Tað hevur eisini verið
upp á tal at kanna eftir, hvat
skal gerast á Gomlu Rætt
fyri at nýggi Smyril kann
brúka ta havnina.
Bjarni Djurholm sigur, at
hetta er fyri at hava allar
møguleikar opnar, men
gamla rætt er avgjørt ikki
fyrsta loysnin, sum hugsað
verður um.
– Meginreglan er, at
Smyril skal fáa fast pláss í
sjálvari
Havnini,
sigur
hann.
– Sostatt verður onki
atløgupláss gjørt til
nýggja Smyril undir
liðini á Norrønu
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er alt, sum bendir á, at
Tinganes verður økisfriða.
Sostatt verður onki at-
løgupláss gjørt til nýggja
Smyril undir liðini á Nor-
rønu inni á Bursatanga í
Havn.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í mentamálum
hevur ikki enn tikið enda-
liga støðu til tilmælið um at
økisfriða Tinganes út á 10
metra dýpið.
Men hann sigur, at tað
liggur í kortunum, at hann
fer at fylgja tilmælinum.
Tórshavnar
Kommuna
hevur ætlað at gera atløgu-
pláss til nýggja Smyril utt-
an á Norrønu á Bursatanga
í Havn.
Men skal tað bera til,
verður neyðugt at dýpa
framvið Tinganesi.
Fornminnanevndin stúrir
fyri, at hetta fer at elva til
skaða á fornminnini á
Tinganesi og hon sigur eis-
ini, at hetta fer at vera ein
fagurfrøðiligur vansi fyri
økið.
Tì mælir hon til at økis-
friða Tinganesi heilt út á 10
metra dýpdarlinjuna.
– Málið um friðingina
hevur ferðast aftur í fram í
eitt heilt ár nú, men nú er
stundin komin, at ein
avgerð skal takast.
Fer helst at friða
Tað er landsstýrismaðurin í
mentamálum, sum hevur
endaligu avgerðina og so-
statt er tað fallið Jógvani á
Lakjuni í lut at venda
tummulin upp ella niður.
Hann sigur, at hann hevur
ikki tikið endaligu avgerð-
ina enn.
Men hann sigur, at hann
hevur havt fund, bæði við
Tòrshavnar Kommunu og
fornminnanevndina.
Men kortini er alt, sum
bendir á, at hann fer at
fylgja tilmælinum frá forn-
minnanevndini.
– Tað vildi verið undar-
ligt at gingið ímóti einum
slíkum tilmæli frá sakkunn-
leikanum, heldur hann.
Hann sigur, at tí endar tað
helst við, at Tinganes verð-
ur økisfriðað.
– Tað er hetta,
sum liggur í kort-
unum, sigur hann.
Hann sigur teir
hava tosað um tað í
landsstýrinum
og
Jógvan á Lakjuni
hevur eisini varhug-
an av, at sum heild
hellir
landsstýrið
tann vegin, at til-
mælið
frá
forn-
minnanevndini skal
fylgjast. Og so má
onkur onnur loysn
finnast fyri nýggja
Smyrli, tí so ber ikki til at
gera atløgupláss til Smyril
har.
Hann sigur, at hóast hann
ikki tekur undir við friðing-
ini, eru smá útlit til, at eitt
atløgupláss til Smyril verð-
ur gjørd við bræði.
– Undir slíkum umstøð-
um hava friðingarmyndug-
leikarnar myndugleika til
at fáa málið útsett rættiliga
leingi, tí teir kunnu krevja
kanningar av ymsum slagi.
Jógvan á Lakjuni vísir
eisini á, at tað fæst ikki full
nytta burturúr eini ferjulegu
til Smyril uttan á Norrønu,
tí har er kortini so trongt, at
Smyril kann ikki ligga við
bryggju, tá ið Norrøna
kemur, so har verða trupul-
leikar undir øllum umstøð-
um, serliga tá ið seinkingar
verða í ferðaætlanini av
ymsum orsøkum.
Nýggi Smyril hongur í leysari luft
Liggur í kortunum at Tinganes verður friðað
Enn er ógreitt, hvar nýggi Smyril sleppur at liggja í Havnini
Skal tað bera til at gera atløgupláss til nýggja
Suðuroyarskipið inni á Bursatanga, sum ætlað, verður
neyðugt at dýpa framvið Tinganesi. Nógv kann
gravast burtur, men tað verður heilt fitt at spreinging
eisini. Tey ljósari økini er tað, sum kann gravast
burtur og tey myrkaru økini er tað, sum má
sprongjast. Tað verður ongastaðni sprongt nærri landi
enn 10 metrar og ongastaðni nærri húsunum á
Tinganesi enn 50 metrar
C
M
Y
K
5
4