mikudagur 7. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nr. 68 - 7. apríl 2004
7
Næstan tveir trið-
ingar av hýsuni frá
feskfiskaflotanum
vórðu í fjør seldir
útlendskum keyp-
arum, sum óviðgjørd-
ur feskur fiskur.
Hægri prísur lokkar
skipini at selja
uttanfyri land-
oddarnar
FISKASØLA
Ongantíð áður er so lítil
partur av feskfiskaveiðuni
endaður á flekiborðunum. Í
fjør varð góður triðingur av
veiðuni av feskum toski,
upsa og hýsu seldur av
landinum sum ísaður fisk-
ur. Tað vísa nýggjastu
veiðihagtølini í Hagtíðind-
um.
Feskfiskaskipini førdu
um 105 000 tons av toski,
hýsu og upsa til lands í fjør.
Ein triðingur – ella góð
35000 tons – vórðu annað-
hvørt avreidd uttanlands
ella útflutt óviðgjørd. Vit
skulu aftur til 1996 fyri at
finna tøl sum eru nærhen-
dis hesum. Tá fóru 21 000
tons – ella 32% óvirkað av
landinum.
Mest hýsa
Serliga er tað fesk hýsa,
sum í stórari nøgd verður
seld, uttan at verða góðska
her heima.
Av 25 000 tonsum av
feskari hýsu, vórðu 20 000
tons avreidd í Føroyum,
men helvtin varð seld
beinleiðis
víðari
til
útlendskar keyparar. Við
hýsuni, sum varð avreidd
uttanlands,
vórðu
til
samans
15 000 tons av feskari hýsu
seld útlendingum óvirkað.
Tað er næstan 60 prosent,
og meira enn dupult so
nógv, sum tað ið fór av
landinum óvirkað í 2000.
Upsi og toskur
Útlendingar keyptu eisini
ein góðan fjórðing – 26% -
av feska upsanum í fjør. Ein
fimtipartur varð avreiddur
uttanlands, meðan føroysk-
ir fiskakeyparar seldu ein
minni part víðari.
Fyri trimum árum síðani
vórðu 96% av feska upsan-
um virkaði á flakavirkjun-
um, meðan einans 4%
vórðu seld óvirkað.
Eisini ein fjórðingur av
toskinum fer óvirkaður av
landinum – 23 %. Hetta er
eitt sindur minni enn í fjør.
Betri prísur lokkar
Tað er serliga tá meira fæst
fyri fiskin í skotskum,
donskum
og
øðrum
havnum, enn í Føroyum, at
meira
fiskur
fer
óviðgjørdur av landinum.
Hagtølini vísa, at fyri tosk
og hýsu er heilt greiður
samanhangur
ímillum,
hvussu stórur munur er á
prísinum uttanlands og í
Føroyum, og hvussu stórur
partur av fiskinum verður
útfluttur óvirkaður.
Nú ber til hjá næm-
ingum og lærarum at
finna sær góðan
íblástur til ymiskt
skúlaarbeiðið á
Lesandi.fo, tí nú er
uppgávusavn at finna
á síðuni
ÚTBÚGVING
Tíðindaskriv
Tørvur er á einum føroysk-
um uppgávusavnið við
skúlauppgávum, sum eru
viðkomandi fyri føroyska
skúlan.
Føroyskir
næmingar
hava
annars
brúkt danska uppgávu-
savnið
»opgavecentra-
len.dk« sera nógv.
Um tú nýtir eitt tílíkt
uppgávusavn
við
skili,
kann hetta vera ein góð
hjálp til bæði lærarar og
næmingar. Men hetta setur
eisini krøv, tí beinleiðis
avskriving er hvørki gagn-
lig ella loyvd. Meiningin
við savninum er at geva
føroyskum
næmingum
atgongd til íblástur frá
hvørjum øðrum til at
arbeiða sjálvstøðugt.
Ætlanin er í fyrstu syftu,
at tað verður frítt at leggja
inn og taka niður uppgávur,
seinni verður ein »stig
skipan« sett inn, soleiðis, at
tann, ið letur eina uppgávu
inn, fær nøkur stig, sum
viðkomandi síðani kann
nýta til at taka aðra upp-
gávu niður. Ein uppgáva
kann t.d vera ein stílur,
rokniuppgáva,
umseting
o.a.
Vónandi verður fyrsta
føroyska
uppgávusavnið
væl móttikið og nógv brúkt
– við skili…
Uppgávusavn á Lesandi.fo
NORØNAFELAGIÐ
Tíðindaskriv
Broytingar í kommunum og
luturin hjá teimum ungu í
vinarbýasamstarvinum eru
evnini á vinarbýarstevnuni
í Kalmar í Svøríki viku-
skiftið 6. til 8.august í ár.
Á skránni eru eisini víðk-
anin hjá ES og hvussu hon
ávirkar
vinar-
býasamstarvið,
og
góð
dømi um vinarbýasamstarv
í Norðurlondum verða tikin
fram.
Føroyingar eru sjálvandi
vælkomnir at vera við.
Freistin at boða frá er til 1.
juni. Luttøkan kostar 1.500
kr. umframt innivist og
ferðina aftur og fram.
Umsóknarblað fæst hjá
Norrøna
Felagnum
í
Føroyum, J. Paturssonar-
gøtu 24, 100 Tórshavn, tlf.
217999.
Norrøna Felagið hevur
aðalfund í Jákupsstovu, J.
Paturssonargøtu
24,
mikudagin 31. mars kl.
20.00.
Millum
annað
nevndarval er á skránni.
Kommunur og ungdómur
Sølan av óvirkaðum fiski setur met
Børn í kanningum
Tríggjar mánaðar gomul smábørn og eldri børn hava
verið við í møguliga vandamiklum royndum við
heiligvági. Hetta skrivar bretska blaðið The Observer
í gjár.
Sambært
blaðnum
hevur
fyritøkan
GlaxoSmithKline síðani 1995 stuðlað minst fýra
royndum við AIDS-heiligvági, har hiv-smittað børn
hava verið við. Endamálið við royndunum var at
royna trygd og skamting av heiligváginum. Børnini,
sum vóru við í royndunum, vóru øll foreldraleys
børn, sum búðu á einum katólskum viðgerðarheimi í
New York. Heilsumyndugleikarnir í amerikanska
býnum eru nú farnir at kanna málið.
Nýggj norðurlendsk
kapping
Ein nýggj norðurlendsk fótbóltskapping verður nú
veruleiki. Á einum tíðindafundi í gjár varð staðfest, at
tey bestu feløgini í Danmark, Svøríki og Noregi fara
at kappast í eini nýggjari kapping, sum hevur fingið
navnið Royal League.
Kappingin byrjar 20. november, og tað verða fýra
tey bestu feløgini í hvørjum landi, sum verða við.
Finalan verður í apríl mánaði næsta ár.
Fótbóltssambondini í Danmark, Svøríki og Noregi
hava tikið stig til nýggju kappingina, sum eisini hevur
fingið viðurkenning frá UEFA.
Ætlanin var, at vinnarin av kappingini skuldi fáa
pláss í UEFA Cup, men hetta verður ikki veruleiki í
fyrstu syftu. Tað verður tó nakað, sum norðurlendsku
fótbóltssambondini fara at arbeiða fyri.
Todi aftast í røðini
Todi Jónsson er í løtuni at finna aftarliga í røðini av
álopsspælarum hjá FC Keypmannahavn. Skírsdag
skal FCK spæla steypadyst ímóti Skive, og hóast fýra
álopsspælarar vórðu tiknir út til dystin, so var Todi
ikki millum teirra. Zuma, Santos, Peter Møller og
Jesper Bech fingu hinvegin allir boð til dystin.
– Tað vil við øðrum orðum siga, at í løtuni eri eg
fimti maður í álopinum. Men tað nyttar einki at fara
niður við nakkanum. At súrmúlast og missa mótið
gagnar einki. Eg royni at stríðast, tá ið vit venja, og
eg haldi, at tað gongur væl, sigur Todi Jónsson á
heimasíðu sínari.
Hann skuldi í gjár verða við eykaliðnum hjá FCK,
sum skal spæla ímóti FC Nordsjælland.
Tá nýggja fíggjar-
lógaruppskotið fyri
2004 í seinastu viku
varð viðgjørt í ting-
inum, kom ferð á
kjakið um gransking í
Føroyum, sum hevur
verið fyri stórum
skerjingum. – Meðan
øll grannalond
okkara og vestur-
heimurin satsa alt
meiri uppá gransk-
ing, eru Føroyar
fullkomiliga afturúr-
sigldar uttan nakran
reyðan tráð, yvir-
ornaða samskipan og
endamál, og vit
kunnu als ikki luttaka
í ES og OECD høpi,
sigur Rúna Hildu-
berg, stjóri á Gransk-
ingarráði Føroya
GRANSKING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eitt av mest nýttu og domi-
nerandi orðunum undir
valstríðnum í januar var
orðið gransking. Vallyftini
vórðu gylt um menning og
játtanir til granskingarøkið
í Føroyum, og t.d. gav nú-
verandi løgmaður og flokk-
ur hansara til kennar ynsk-
ini at menna og samskipa
føroyska gransking.
Skerjing á 720.000
krónur
Men í fíggjarlógini 2004,
sum júst er løgd fram í ting-
inum, er talan um alt annað
enn høgar raðfestingar og
játtanir at menna føroyska
granskingingarøkið. Stjórin
í Granskingarráði Føroya,
Rúna Hilduberg, er sera
vónbrotin um og misnøgd
við lágu raðfestingarnar og
vantandi viljan til menning,
gransking hevur verið fyri í
nýggja
fíggjarlógarupp
skotinum.
Rúna sigur, at hetta er eitt
stórt afturstig, og hava Før-
oyar beina kós mótsættan
veg sum grannalond okk-
ara. Granskingarráð Før-
oya, sum hoyrir undir
Mentamálaráðnum,
er
mannað av umboðum úr
øllum
aðalráðunum
og
virkar sostatt sum eitt regn-
skjól fyri gransking kring
landið, og hevur ráðið tvær
játtanir á fíggjarlógini. Eina
fyri grunnin, sum játtar
pening til verkætlanir, og
eina til ráðið, sum umsitur
grunnin og er politiskur
ráðgevi.
- Grunnurin er skerdur
við eini hálvari millión,
meðan ráðið er skert við
220.000 krónum, og við
hesum fíggjarliga grundar-
lagi kunnu vit ikki avrika
nakað munagott fyri sam-
felagið, sigur Rúna Hildu-
berg. Í nýggja fíggjarlógar-
uppskotinum hevur gransk-
ingargrunnurin fingið 4,7
milliónir játtaðar, meðan
ráðið hevur eina millión at
arbeiða við.
Umsóknir fyri 22
milliónir
- Gransking er og verður
altíð kostnaðarmikil, og t.d.
kostar tað millum hálva
aðru og tvær milliónir at
fíggja eina Ph.d. útbúgving.
Skulu vit upp á altjóða
støði í Føroyum, mugu vit
hava munandi meiri pening
játtaðan, og í løtuni hendir
júst tað mótsætta, staðfestir
Rúna Hilduberg. Stjórin í
Granskingarráðnum vísir á,
at eftirspurningurin, viljin
og evnini eru til staðar at
granska í Føroyum, men
við skerdum játtanum ligg-
ur alt lamið.
- Í fjør fingu vit 30 um-
sóknir, sum tilsamans kost-
aðu 22 milliónir, har út-
búgvin fólk og feløg søktu
um stuðul at granska bæði í
almennu og privatu vinn-
uni, sigur Rúna Hilduberg.
Men orsakað av vantandi
peningi fáa flestu áhugaði
eitt blankt nei, tí politiski
myndugleikin játtar so lítið
til gransking.
Verður blaða ígjøgnum
fíggjarlógina
2004,
er
skjótt at síggja, at stórar
skerjingar eru framdar á
granskingarøkinum. Pen-
ingur til fiskivinnu- og hav-
búnaðarroyndir er skerdur,
og saman við Fróðskapar-
setri Føroya eru játtanir til
økisgranskingarstovnarnar
í Klaksvík og Suðuroy
eisini skerdir munandi.
Føroyar langt frá
OECD krøvum
Rúna Hilduberg vísir á, at
europeiski felagsskapurin
fyri fíggjarligum og menn-
ingarligum arbeiði, OECD,
hevur ásett játtan á 3% av
landsins bruttotjóðarúrtøku
at vera minstamark til
gransking, og hóast eingi
neyv tøl fyriliggja í Føroy-
um, verður peningurin til
gransking í Føroyum mett-
ur at vera undir einum
prosenti av BTÚ.
- Tískil eru Føroyar
fullkomiliga afturúrsigldar
samanborið við grannalond
okkara, og t.d. er Ísland eitt
gott dømi um, hvør vinn-
ingur
kann
fáast,
um
gransking verður raðfest,
sigur
Rúna
Hilduberg.
Saman við Íslandi eru bæði
Noreg, Finland og Svøríki
komin upp um tey 3%.
Granskingarráðið hevur
nógvar funktiónir. Um-
framt at vera politiskur ráð-
gevi hevur ráðið fingurin á
pulsinum í ES granskingar-
høpi, ráðstevnur verða sam-
skipaðar og uppskot verða
støðugt gjørd til politiska
myndugleikan
at
sam-
tykkja. Men sannleikin er
sambært Rúnu, at Føroyar
als ikki ganga ES og OECD
krøvunum á møti.
- Hóast vit hava gjørt eitt
greitt uppskot at samskipa
og
menna
føroyskan
granskingarpolitikk, hava
vit ongan møguleika at
menna og realisera hann, tá
eingin peningurin verður
játtaður, staðfestir Rúna
Hilduberg. Hon saknar eitt
felags stev, ein reyðan tráð,
samskipan og nøkur yvir-
ornaði endamál á gransk-
ingarøkinum.
- Í løtuni liggur øll
gransking spjadd í fleiri
aðalráðum, og verkætlanir-
nar eru so lítlar og at-
skyldar, at eingi úrslit
síggjast. Í staðin skuldu vit
málrættað farið undir størri
verkætlanir, sum uttan iva
høvdu førleikament før-
oysku tjóðina bæði ment-
anarliga og vinnuliga, sigur
Rúna Hilduberg.
Men sum gongdin og
rákið í føroyska gransking-
arpolitikkinum hevur verið
í nýggja fíggjarlógarupp-
skotinum fyri 2004, tykist
bert ganga skeiva vegin, og
uttan pening kann einki
avrikast, hóast vilji og eftir-
spurningur frá útbúnum
fólki støðugt er til staðar.
Sambært stjóranum í
Granskingarráðnum mugu
radikalar broytingar til, um
Føroyar í framtíðini skal
kunna standa seg í bein-
hørðu kappingini á altjóða
marknaðinum, og uppgáv-
an gerst alsamt torførari, tá
kappingarneytar
okkara
alsamt mennast og styrkjast
við støði í einum miðvísum
granskingarpolitikki, sum
støðugt fær størri og størri
játtanir á fíggjarlógunum.
Føroyska granskingarøkið afturúrsiglt
Viðmerkjast skal, at tað ikki eydnaðist okkum at fáa
viðmerkingar frá politiska myndugleikanum um
granskingarpolitikkin í Føroyum, skerjingarnar á
fíggjarlógini o.s.fr. Vónandi verður hetta gjørligt í
næsta blaði
hís
Europeiski felagsskapurin
OECD, hevur ásett játtan á
3% av landsins
bruttotjóðarúrtøku at vera
minstamark til gransking, og
peningur til gransking í
Føroyum verður mettur at
vera undir einum prosenti av
BTÚ. – Føroyar eru
fullkomiliga afturúrsigldar,
og skerjingarnar til gransking
í fíggjarlógini 2004 er enn
eitt fet skeiva vegin, sigur
Rúna Hilduberg, stjóri á
Granskingarráði Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6