Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 68 - 7. apríl 2004 Nr. 68 - 7. apríl 2004 9 Hóast ymisk tiltøk vóru á skránni ymsa- staðni í Eysturoynni leygarkvøldið, og onkur føðingardagur eisini var í Leirvík, vóru eini 80 fólk til hugnaløtuna í Báta- og myndasavninum í Leirvík seinasta leygarkvøld HUGNALØTA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Øll, sum komin vóru til til- takið og høvdu goldið sínar 60 krónur fyri atgongu- merkið, sum ein ung genta seldi við inngongdina, fóru ríkaði við tónleiki, upp- lestri og ymiskum frásagn- um avstað aftur. Hugtakandi var at sita og lurta eftir vøkru fiól-og guitartónunum hjá Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen. Áhugaverdu frá- sagnirnar hjá Ólavi um kendu og navnframu tón- leikasmiðirnar og ein part av teirra lívi, góvu líkasum løgunum eina sál og eitt djúpari innihald. Ólavur setti tónleikin og kombinatónina millum fiól- ina og guitaran í perspektiv. Við sínum yndisligu tón- um á fiólini, sum stundum vóru bleytir, stundum harð- ir, stuttir og óendaliga lang- ir – høgir og lágir – fylti hon salin og søkjandi oyru- ni afturvið friðarligu rútm- uni og frálíku solotónunum úr kassaguitaranum hjá tí vælleikandi og vælupp- lagda Ólavi. Bæði hava tey spælt ávikavist fiól og guitar, síðan tey vóru børn. Tónarnir ljóðaðu so lætt- ir, og hóast krevjandi leik, sást ikki, at tey høvdu minsta trupulleikan við at flyta fingrarnar á røttum staði aftur og fram eftir ljóðførunum. – Vit hava onga skrá í kvøld, tí vit spæla bara tað, sum vit hava hug at spæla, segði Ólavur og smíltist yvir á Moniku. Tey spældu verk eftir eitt nú Mauro Giuliani (1781- 1829), Niccoló Paganini (1782-1840), William Kroll (1901-1980) og Vittorio Monti (1868-1922) Egnar yrkingar Eftir at Monika og Ólavur høvdu leitt fjøldina í eina yndisliga dreymaverð, las Jógvan Elias Joensen upp nakrar av sínum yrkingum. Hetta er maðurin, sum eitt nú hevur yrkt Leirvíkssang- in, »O vesturskinið litar fjøll og skørð, alfagrir geisl- ar farga líð og fjørð…«. Jógvan er óførur yrkjari og góður upplesari. Hann segði skemtandi, at nógvar av teimum yrking- unum, hann yrkti sum ung- ur, eru heldur óbúnar, og tí er ikki so nógvur dugur í teimum, sum hann tók til. – Svøvnlagið hevur ikki altíð verið so gott. Eg kundi fara upp um náttina at eta turran fisk og spik. Ein stórur partur av mínum yrk- ingum eru yrktar slíkar løt- ur. Hann segði, at tá ið hann játtaði at koma í Báta- og myndasavnið, væntaði hann at skula lesa upp yrkingar fyri 10-15 fólkum. – Men her er fult hús, legði hann aftrat. Jógvan las upp eina yrk- ing um »papyrus« og segði, at pappírið mangan hevði hjálpt honum gjøgnum náttina, tá ið hann lá í and- vekri. Eina slíka nátt hevði hann eisini yrkt um griksku náttarguðinnuna, Niix. Hann endurgav mann, sum plagdi at siga, at »tá ið summarið er, so stendur tann blái vetur fyri…«, men í yrkingini, hann las beint eftir hetta, heftu vit okkum við vøkru orðini, »…brátt hækkar sól og rodnar líð…« – Tað er synd at siga, at eg havi gingið nógv í kirkju ella á møti. Loynikamar mítt hevur verið úti í náttúr- uni, har eg havi havt mínar »andaktir«. Seinastu yrkingina hevði Jógvan Elias ognað minn- inum um Petur Emil, sála, sum hann segði var vitborin og søgufróur maður. – Eg plagdi at leika talv við hann – og aftaná hevði hann altíð okkurt at siga frá. Jógvan segði, at Petur Emil dámdi sera væl yrk- ingarnar hjá Janusi Djur- huus. Hann var bergtikin av Janusar mergjaða málmi. Einaferð slapp hann at leika talv ímóti Janusi. Men Petur Emil tapti. »So hoyknaði eisini tú…« byrjaði Jógvan Elias Joen- sen yrkingina um Petur Emil. Frásagnir Osmund Justinussen, ið er maðurin aftanfyri mentan- argripin, sum Báta- og myndasavnið í Leirvík er, hevði nógv at bera fram hetta kvøldið. Hann greiddi fyrst frá søguni aftanfyri savnið og segði, at hann longu á ung- um árum byrjaði at savna málningar. Hann mintist eisini tíðina sum ungur, tá ið hann keypti málning av J. Kristiansen fyri seinastu oyruni, hann átti. Ein onnur søga var frá tíðini eftir fallið í føroyska búskapinum fyri 10 árum síðan, sum eisini gekk út- yvir vinnuliga virksemið hjá honum. – Okkum stóð í boði at keypa 23 málningar í senn. Tá var lítil peningur at keypa fyri, men við tað, at vit fingu málningarnar fyri ein ógvuliga sømiligan prís, tóku vit av. Hetta var vakurt gjørt av tí, ið vildu selja okkum hesi listaverk. Osmund segði, at eftir kreppuna í samfelagnum, sum serliga rakti fiskivinn- una, eru eingi trol gjørd í húsunum, sum nú eru Báta- Vakrir tónar, góður upplestur og áhugaverdar frásagnir Hugtakandi var at sita og lurta eftir vøkru fiól-og guitartónunum hjá Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen. Áhugaverdu frásagnirnar hjá Ólavi um kendu og navnframu tónleikasmiðirnar og ein part av teirra lívi, góvu líkasum løgunum eina sál og eitt djúpari innihald Mynd: Vilmund Jacobsen – Tað er synd at siga, at eg havi gingið nógv í kirkju ella á møti. Loynikamar mítt hevur verið úti í náttúruni, har eg havi havt mínar »andaktir«, segði Jógvan Elias Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen Osmund Justinussen, sum er maðurin aftanfyri Báta-og myndasavnið, greiddi bæði frá syrgilig- um og stuttligum hendingum á skipum og bátum, sum kundu verið áhugaverdar at sæð á prenti Mynd: Vilmund Jacobsen og myndasavn. – Í dag eigur savnið einar 70-80 málningar, og teir flestu eru av listamálarum her á staðnum, ikki minst J. Kristiansen, sála og S. Toftanes, sum eisini hevur málað velduga stóra lista- verkið, ið hongur her á vegginum. Hann greiddi eisini frá bátunum, sum savnið eigur og hevur í varðveitslu. – Hetta eru bátar, sum í sínari tíð vóru grundarlagið undir útróðrinum her á staðnum – og onkur hevur eisini verið til útróður í Ís- landi. Osmund sigur, at tann eini báturin skuldi brennast á nýggjárinum eitt árið. – Eg helt, tað vera synd, at hesin báturin skuldi brennast, tí hetta var ein tann seinasti, sum bæði hevur róð út í Føroyum og Íslandi. Søgufróður Hann visti nógvar søgur at siga um bátar og útróður. Osmund segði eitt nú frá eini hending, sum fór fram heilt afturi í 1600-talinum, tá ið fleiri leirvíkingar gingu burtur í smáum bát- um ella tristum, sum teir eisini verða róptir. – Í 1874, tá ið føroyingar byrjaðu at fiska í Íslandi, avreiddu hesir bátar til sluppir. Osmund visti eisini at siga, at í ár 1900 fiskaðu og arbeiddu einir 1000 føroy- ingar í Íslandi. Talan var bæði um menn og kvinnur, og hetta var eitt stórt tal í mun til fólkatalið, sum tá búði í Føroyum. – Íslendingar dámdu væl føroysku bátarnar, og tað var vanligt, at føroyingar seldu sínar bátar í Íslandi. Hann greiddi bæði frá syrgiligum og stuttligum hendingum á skipum og bátum, sum kundu verið áhugaverdar at sæð á prenti. Hvør av hesum hendingum er ein søga fyri seg, og tí verður tað ov drúgt at taka allar hesar hendingar fram í hesi greinini. Hendingin í 1916, tá ið skip við heili 48 leirvíking- um umborð varð tvungið heilt til Danmarkar, var ein hending, sum rørdi hjarta- streingirnar. – Ferðin heim úr Íslandi, sum skuldi taka tvey sam- døgur, tók 17 samdøgur – í herviligari krígstíð. Men alt gekk væl, og stór var frøðin í Leirvík, tá ið allir leirvík- ingarnir komu aftur í øllum góðum. Osmund greiddi eisini frá um kapprógving, tá ið Stóri tapti fyri øðrum báti. Teir vóru staddir norðanfyri, róðu heilar 14 fjórðingar til lands. Aftaná høvdu teir, ið taptu, hug at bjóða av uppi á lendingini, men tá ið teir á hinum bátinum, bjóðaðu okkurt at leska sær við, sum stóð í neystinum, gjørdist lagið betur! Hann greiddi eisini frá, tá ið gamli Kristin keypti skorsteinin á stórum trol- ara, sum var seldur á upp- boði. – Tá ið teir spurdu Krist- in, hvat hann skuldi brúka skorsteinin til, var svarið, at hann hann skuldi brúka hann til sperðil! segði Os- mund Justinussen At enda á hugnaløtuni sungu øll í felag vakra Leir- víkssangin. Frits Johannesen var millum áhoyrararnar. Meðan hann lýddi á, teknaði hann Moniku og Ólav, meðan tey framførdu frálíkan fiól-og guitartónleik Mynd: Vilmund Jacobsen Sámal Toftanes hevur málað pallmyndina í Báta-og myndasavninum í Leirvík. – Hetta er bara ein skitsa, sum eg kundi sett litir og ljós á alt lívið, men Osmund vil ikki loyva mær at broyta málningin skemtandi Mynd: Vilmund Jacobsen Eyðbjørn Lervig, ið hevur siglt sum skipari við Tjaldrinum, síðan skipið kom til landið fyri 23 árum síðan, var eisini við til hugnaløtuna Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg haldi, at Monika spælir ógvuliga væl, og eg veit, at eitt nú Willy Gohl kendi hana úr Sveits, sigur Jónsvein Mikkelsen, sum sjálvur hevur spælt fiól í mong ár Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8