mikudagur 7. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nr. 68 - 7. apríl 2004
11
Ferðslutrygd hevur nú sett eitt tiltak í verk,
ið nevnist "0-hugsjónin". Endamálið við
hesum tiltaki er, at eingin skal doyggja og
eingin skal koma álvarsliga til skaða í
ferðsluni. Tá ein hugsar um, hvussu nógv,
ið doyggja í ferðsluni í Føroyum og hvussu
nógv, ið koma til skaða, so kann tað tykjast
mestsum vónleyst at seta slík mál.
Hinvegin hevur støðan nú í mong ár verið
so álvarsom, at okkurt heilt munagott nú
má gerast fyri at økja um ferðslutrygdina.
Tað er tí púra beint at seta fram ein tílíka
hugsjón. Og vit noyðast øll at trúgva, at tað
ber til, tí gera vit ikki tað, so ber neyvan til
at røkka hesum høga máli at eingin skal
doyggja í ferðsluni.
Hetta at fáa deyðsvanlukkurnar niður á
nul, er eitt gott og avgjørt neyðugt mál.
Hetta er eitt mál, sum allir føroyingar uttan
iva taka undir við. Nú verður so rikin ein
kampanja til tess at røkka hesum máli. Í
hesum høpi hava vit øll eina stóra ábyrgd.
Allir partar eiga at gera sítt besta til tess at
røkka nul-hugsjónini. Ferðslutrygd, løg-
regla, vegamyndugleikar, koyriskúlar, skúl-
ar og dagstovnar, foreldur og almenning-
urin sum heild. Hetta er avgerandi neyðugt,
tí vit kunnu ikki longur liva við øllum
teimum mongu vanlukkunum í ferðsluni.
Vit hava her í Føroyum í áravís talað og
skrivað um allar ferðsluvanlukkurnar og
teir sorgarleikir, ið standast av teimum.
Ásannast má, at ov lítið er hent á økinum og
vanlukkurnar koma aftur og aftur. tað hevur
einki endamál at trætast um, hvør ið hevur
ábyrgdina av, at so lítið er hent. Nú tykist
sum avvarandi myndugleikar av álvara eru
farnir til verka. At byrja við at seta sær ein
0-hugsjón sum mál er sjálvsagt og eiga vit
øll at stuðla hesi hugsjón og at gera okkara
besta til tess, at henda hugsjón kann gerast
veruleiki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein góð hugsjón
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Poul Michelsen
Loyvdi mær herfyri at gera
nakrar viðmerkingar um
føroyskan fótbólt og um
Gundadal. Greinin sigur
rímuliga væl frá tí sum eg
havi at siga um hetta mál,
og havi tí - sum so - onki at
leggja aftrat.
Ólavur hevur meira enn
nakar annar brúkt hvørt
høvi til at gera vart við sína
ónøgd við tað, sum vit gera
á Tórsvølli. Sjálvsagt hevur
Ólavur rætt til at hava eina
aðra raðfesting av hvat før-
oyskur fótbóltur eigur at
fáa í føroyskum ítróttar-
høpi.
Í so máta er onki nýtt í
greinini hjá Ólavi - munur-
in er tó hesaferð, at greinin
er so ógvusliga orða, at or-
søk er til at halda, at argu-
mentir ikki longur røkka.
Greinin er skeiv fyri ein
stóran part og leggur mær
nakað í munnin, sum eg als
ikki havi sagt ella meini.
Greinin, sum eg skrivaði
í seinastu viku havi eg
fingið nógvar positivar
reaktiónir uppá. Hon var
væl meint og eftir øllum at
døma væl móttikin.
At Ólavur ikki er so fegin
um
greinina,
havi
eg
noterað mær, men vit
kunnu ikki vera samd øll.
Tí hesar viðmerkingar:
"At eg kom inn í pro-
jektið sum ein annar geyka-
ungi og tveiti allar býar-
listamenninar, sum høvdu
lagt sál og orku í málið,
burtur úr reiðrinum……"
sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at tá
íløgurnar til byggibúgving,
spreinging og laging var eg
sjálvur býráðsformaður og
kendi rættuliga væl grund-
arlagi undir ætlanini, og var
tí á ongan hátt í fremmand-
um umhvørvi. Vit vóru
fleiri, sum bendu málið inn
á rætt, og ikki bert eg og ein
listinlærdur lógarkønur -
sum Ólavur so fittur skriv-
ar.
"At eg sjálvandi eri
greiður yvir, hvønn veg tað
ber, og tað er væl eisini tí,
at eg á a la Brixtofte leggur
á tann ógvin, at nú skal
skapast hotell-, banka- og
søluvirksemi
á
okkara
einaferð so lovandi frítíðar-
og ítróttarøki í Gunda-
dali…….. sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at á
heimasíðini hjá Tórsvølli
www.torsvollur.fo ber til at
síggja eina skitsuætlan,
sum vísir hvat virksemi
kann sampakka við eitt
framtíðar alheims fótbólts-
stadion.
Ólavur eigur at gera sær
greitt, at júst hetta sama
virksemi var í projektinum
hjá "býarlistamonnunum"
hjá honum. Hetta ivaleyst
av somu orsøk sum hjá
okkum. Nevnliga ein royna
at endurvinna tær íløgur í
konstruktión, gólv- og vegg
fermetrar og fundamentir,
sum
eitthvørt
stadion
krevur.
"At eg við at beina fyri tí
góðu ætlanini leggið upp til
klandur og illstøðu í staðin
fyri at semju og samanhald
um hetta góða mál …..
sigur Ólavur
Til hetta er at siga, at
Ólavur og eg hava hvør sína
fatan av hvat er rætt at gera
í Gundadali. Ólavur er
ivaleyst av teirri fatan, at
bert HANN fær sín vilja -
eitt stadion við rennibreyt,
hotelli, banka- og søluvirk-
semi - so var onki stríð - so
vór øll glað.
Hetta er at undirmeta tey
nógvu, sum hava somu
áskoðan sum vit nevnliga :
- at tað er rætta raðfesting-
in at byggja ein alheims
fótbóltsvøll í Gundadali.
- at tað er rætta mótvegis
heildarnýtsluni
av
Gundadali.
- at tað er ikki er rætt at
tvinna eitt fótbóltsstadion
og eitt stadion til frælsan
ítrótt saman.
- at tað rætt at frælsur
ítróttur fær sítt egna øki.
- at talan ikki er um eina
privata ætlan hjá mær og
um eina harmusøgu, men
um eina verkætlan, sum
er teknað av serkønum
fólki, og sum eisini kem-
ur at geva Gundadali og
Tórshavnar Býið sóma.
Heilsan til Ólav Hátún
2. óbroytta útgáva av
donsk-føroysku orða-
bókini verður nú at
fáa
ORÐABÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Tann
danska-føroyska
orðabókin, sum Føroya
Fróðskaparfelag gav út í
1995, og sum Hjalmar P.
Petersen ritstjórnaði saman
við Mariusi Staksberg, er
nú komin á fløgu.
Tann teldutøka útgávan
av orðabókini hevur ikki
verið at fingið hendur á
hesa síðstu tíðina, og tí
gjørdi Orðabókagrunnurin
av at geva bókina út á
fløgu. Hon verður at fáa í
handlunum í næstum, og
kostar fløgan 340 krónur
Onnur útgáva av telduorðabók
C
M
Y
K
11
10
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur út
fýra bøkur
BARNABØKUR
Tíðindaskriv
Smábarnabøkurnar
Ein
glaður grísur og Ein fittur
fílur eftir Colin & Jacqui
Hawkins,
barnabókina
Samson & Roberto I: Arv-
urin eftir Rin-Tin-Tei, far-
bróður eftir Ingvar Am-
bjørnsen,
og
Dóttir
Skammarans eftir Lene
Kaaberbøl, ið er til størri
børn.
Ein glaður grísur og Ein
fittur fílur eru tvær fittar
bøkur, sum tú kanst brúka
at spæla tær saman við
barninum. Í bókunum eru
hol, sum tú kanst stinga
fingrarnar ígjøgnum, so
grísurin letur við halanum,
fílurin við sevlinum, haran
við oyrunum og so fram-
vegis. Bøkurnar, ið eru væl
egnaðar til tey 0-2 ára
gomlu, eru 10 blaðsíður
hvør, prentaðar á haldgott
papp. Tær kosta kr. 39 í
bókabúðunum.
Samson & Roberto er
fyrsta bókin um vinmenn-
inar báðar, Samson, ein
ógvuliga ljótan hund, og
Roberto, ein listinlærdan
og svangan frens. Lívið er
fátæksligt og keðiligt, til
postboðið ein dagin kemur
við einum brævi, har tað
stendur, at Samson hevur
arvað ein farbróður, hann
onki visti um. Eftir hetta
broytist alt... Bókin, sum er
væl egnað til tey 8-9 ára
gomlu, er stuttlig, frálíka
væl myndprýdd av Per
Dybvig við tekningum á
nærum hvørjari síðu. Alex-
andur Kristiansen týddi úr
norskum.
Samson og Roberto I:
Arvurin eftir Rin-Tin Tei,
farbróður er 94 síður,
innbundin og kostar kr. 130
í bókabúðunum.
Dóttir Skammarans eftir
Lene Kaaberbøl er fyrsta
bókin av fýra um Dinu.
Hesar bøkur eru millum tær
mest seldu í Norðurlondum
í dag.
Dina er dóttir Skammar-
ans. Skammarin hevur tær
gávur, at fólk, ið hyggur í
eyguni á henni, kunnu ikki
lúgva um, hvat tey hava
gjørt – hvørki fyri sær
sjálvum ella øðrum. Tí er
javnan boð eftir mammu
Dinu, tá ið brotsmenn, ið
ikki vilja viðganga, skulu
avhoyrast. Dina hevur arv-
að eyguni á mammuni, so
tað er lætt at ímynda sær, at
tað er ikki lætt hjá henni at
fáa onnur børn at spæla við
seg.
Malan Háberg týddi úr
donskum. Dóttir Skammar-
ans er 215 bls., og kostar kr.
150 í bókabúðunum.
Fýra bøkur frá Bókadeildini
Hóast svensku mynd-
ugleikarnir vilja varð-
veita útróðurin fram
við allari strondini,
verða fiskirættindini
støðugt savnaði í
økinum við Gøte-
borg. Eisini í Dan-
mark eru tað tey
størru skipini, sum
vinna í kappingini
um tilfeingið
FISKIRÆTTINDI
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Norska blaðið, Fiskaren,
skrivar, at ein fjórðipartur
av virðinum av svenska
fiskarínum fer til útróðrar-
menninar.
Tað er stríð millum ynski
um at varðveita útróðurin
og tað, at savna veiðuna á
færri hendur, sigur Staffan
Larsson, verkætlanarleiðari
í svensku fiskivinnuum-
sitingini.
Í løtuni viðger Ríkisdag-
urin framtíðar útróður í
Svøríki, har sterkt ynski er
um at varðveita hetta slagið
av fiskiskapi við eitt nú
lokalum
kvotum.
Men
hóast tað, fer kortini fram
ein støðug miðsavnan av
fiskarínum við Gøteborg-
leiðina.
Danska
fiskivinnuum-
sitingin hevur eingi tøl,
sum vísa býtið millum út-
róðurin
og
tey
størru
skipini. Tó verður roknað
við, at útróðrarbátar fiska
10% av samlaðu veiðuni.
Í heyst boðaði danska
umsitingin fyri landbúnað
og fiskivinnu frá, at hon vil
styrkja útróðurin og stuðla
smáu fiskivinnuplássunum.
Men enn sæst einki ítøki-
ligt úrslit av hesum.
Í hesum døgum fáa
danskir fiskimenn møgu-
leika at søkja upphøgging-
arstuðul. Kravið er, at skip-
ið er longri enn tíggju
metrar.
John
Kjærsgaard
í
danska fiskivinnustýrinum
sigur, at bátar undir tíggju
metrar eru eingin hóttan
fyri fiskatilfeingið, og tí er
eingin orsøk at taka teir úr
flotanum.
Í nærmasta grannalandi
okkara, Íslandi, er lítið eftir
av útróðrarvinnuni, sam-
stundis sum fiskiloyvini
eru miðsavnaði.
Her heima siga flestu
politikarar seg ræðast hesa
gongd og vilja varðveita
útróðrarflotan, sum - um-
framt at vera eitt búskapar-
ligt íkast - eisini hevur ein
sosialan týdning.
Nógv hevur verið tosað
um at gera eina einfaldari
skipan, sum ger tað lættari
hjá útróðrarmonunum at
fornýggja síni vinnutól.
Eisini hevur verið talan um
at lata smábátar fiska frítt.
Livst so spyrst.
Færri fiskimenn eiga fiskin