mikudagur 7. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nr. 68 - 7. apríl 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í vikuskiftinum 3.-4.
apríl 2004 luttók 15
ára gamli Jákup H.
Lützen í Havn, sum
tann einasti føroyski
luttakarin, í eini
spennandi og
nýskapandi Master
Class og eini konsert
á Ráðhúsinum í
Reykjavík
Orsøkin til ferðina var
kappingin "Kamartónlist til
framtíðar", sum íslendska
KaSa-tónlistabólkurin
í
vetur útskrivaði við tí enda-
máli
at
geva
ungum
musikktalentum úr Føroy-
um og Grønlandi eina heilt
serliga uppliving.
Millum
luttakararnar
blivu Jákup H. Lützen og
tveir íslendingar valdir út.
Virðislønin var eitt viku-
skifti í Reykjavík, har alt
var goldið, og teir tríggir
vinnararnir spældu saman
við teimum professionellu
tónleikarunum frá KaSa-
tónlistabólkinum.
Jákup hevur spælt violin
síðan hann var 5 ára gamal
og er næmingur hjá Anette
Nielsen
í
Tórshavnar
Musikkskúla. Hann gongur
í 9. flokki í Tórshavnar
Kommunuskúla
og
er
yngsti violinspælari í Før-
oya Symfoniorkestri.
Jákup er sonur Dagny
Højgaard og Herluf Lützen
í Havn.
Jákup H. Lützen, Tórshavn:
Ungur violinspælari
í góðum felagsskapi
1. apríl 2004 hevði Robert
Mortensen í Havn 25 ára
starvsdag hjá Postverki
Føroya.
Robert er 45 ára gamal
og sørvingur. Hann byrjaði
á Frímerkjadeildini 1. apríl
1979, og í sínum arbeiði
kom hann at gera onkrar
uppgávur fyri Girostovuna.
Hetta var um tað tíðina, tá
stovnurin byrjaði at brúka
EDV, og hann fekk beinan-
vegin stóran áhuga í hesi
nýggju tøknini.
Hann bleiv sendur til
Danmarkar at læra at
programmera, og síðan
1986 hevur hann arbeitt
sum EDV-maður burturav.
Hann er ein sannur teldu-
snillingur, og hevur hann
verið við til at bygt teldu-
kervið hjá Postverkinum
upp frá byrjan.
Umframt at hann tók
handilsskúlaprógv
sum
ungur, hevur hann eisini
tikið datanomútbúgving á
Føroya Handilsskúla.
Robert er sonur Mary, f.
Langgaard, ættað úr Leir-
vík, og Hans Mortensen í
Sørvági.
Robert Mortensen, Tórshavn:
25 ára starvsdag
hjá Postverki Føroya
2. apríl 2004 hevði Tordis
Mohr í Havn 25 ára starvs-
dag hjá Postverki Føroya.
Tordis byrjaði á Post-
húsinum í miðbýunum og
arbeiddi har tey fyrstu trý
árini. Síðan hevur hon
arbeitt á Girostovuni, sum í
nógv ár hevur hildið til á
Argjum og nú er flutt inn á
høvuðsposthúsið á Óðins-
hædd.
Tordis er dóttir Maritu, f.
Pálsdóttir Hansen, og Hera
Mohr í Havn. Hon er gift
við Arna Gunnarsson í
Havn. Børnini eru: Rúni,
Bjarni, Heini og Ingibjørg.
Tordis Mohr, Tórshavn:
25 ára starvsdag hjá
Postverkinum
Mynd: Roymer Lamhauge
Mynd: Roymer Lamhauge
Væl umtókta veitslan
fyri støk, sum var í
Havn 21. februar í ár,
verður nú tikin upp
aftur 22. mai í Páls-
stovu. Tað eru tey
bæði Dagbjørg
Hjaltalin og Ólavur
Groth ið enn einaferð
skipa fyri einari
veitslu
Veitslan fyri støk sum var
21. februar 2004 eydnaðist
so
væl
at
tey
bæði
Dagbjørg
Hjaltalin
og
Ólavur Groth nú aftur skipa
fyri eini veitslu, sum verður
22. mai.
Seinast vóru gott 200
fólk, og dansað bleiv til
"den lyse morgen", og fólk
vóru sum heild væl nøgd.
Av tí at Hølini vóru minni
enn væntað, so tað gjørdist
ov drúgv tíð, áðrenn øll
høvdu fingið at eta. Hetta
hava tey sjálvandi hugsa
nógv um, so tað ikki kemur
fyri aftur. So tey hava skift
høli, so nú verður meira
pláss og umstøðurnar betri,
siga tey bæði.
Tá vit spyrja, hvat or-
søkin er, til at tey skipa fyri
einari veitslu afturat, siga
tey, at tað vísir seg at vera
tørvur á slíkum tiltaki. Tað
eru fleiri, ið hava heitt á tey
um at skipa fyri enn einari
veitslu.
Tey venda sær til støk,
sum eru 35 ár og eldri. Á
veitsluni verður orkestur
við góðum dansitónleiki -
mest sokallaðum 60-ara
tónleiki.
Pláss er fyri umleið 200
fólk um. Tey fyrstu 150 eru
tryggja tilmeldan. Um so
verður, at munur er á
tilmeldandi imillum kynini,
verða tær seinastu 50 til-
meldanir góðkendar eftir
kynsbýti, grunda á at fáa
ein góðan dans.
Longu nú kunnu tey, ið
vilja tryggja sær pláss,
rinda peningin til konto nr.
407.410.7. í Suðuroyar
Sparikassa. Minnast skal til
at kvittanin verður nýtt sum
atgongumerki og setast skal
navn, bústað og telefon-
nummar á.
Tiltakið verður lýst í
Sosialinum 1. mai 2004.
Veitslan kostar 350 krónur.
Fyri tað fáa tey góðan mat,
undirhald við borði og
dansitónleik.
Sum sagt var í Mentun-
arsendingini hjá Sjónvarp-
inum, so fara tey støku ikki
so ofta út at eta. Tí halda vit
at tað er umráðandi at
maturin er góður, tí hava vit
ein væl útbúnan kokk til at
standa fyri tí partinum, siga
Dagbjørg og Ólavur.
Veitslan verður í Havn .
Tey eru so heppin, at tey
hava fingið Pálsstovu, sum
liggur í Mykinesgøtu 7.
Pállstova er sera væl egna
til hetta tiltak. Har er rúm-
ligt.
Um ikki roykjarar ynskja
tað, kunnu tey velja at sita
saman undir borðhaldinum,
men so skal tað viðmerkj-
ast á kvittani "ikki roykjari"
Aftaná borðhaldið er
eisini ein stova, har ikki má
roykjast.
Tá vit spyrja, um tað eru
tey, sum skipa fyri eini
slíkari veitsluni á Toftum
fyri støk, siga tey, at tey
kenna einki til tað tiltaki og
vita
heldur
ikki
hvør
stendur fyri tí.
Um áhugi er fyri tí,
verður hetta eitt aftur-
vendandi tiltak einar 3
ferðir um árið.
Tey sum vilja vita meira
um veitsluna kunnu ringja
til Dagbjørg tlf. 258833
ella Ólavur tlf. 220589,
best eftir kl 16.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
7. apríl. Egesippus, deyður umleið ár 180. Jødi í
Róm, sum gjørdist kristin.
Valborg Jacobsen 60 ár
Skírishósdag 8. apríl verður móðir okkara, Valborg
Jacobsen úr Syðrugøtu 60 ár.
Vit vilja við hesum takka tær fyri alt tú ert fyri okkum.
Tú skapar gleði og ljós um teg allastaðni har tú ert.
Vit gleðast um at kunna fagna tær á tínum 60 ára degi.
Takk at tú lærir okkum um lívið,
takk at tú vísir okkum á ljósið
takk Gud at hon gjørdist móðir okkara.
Dagurin verður hildin hjá soninum Jens Klæmint í
Norðragøtu.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá ið kæri
maður, pápi, verfaðir, abbi og bróður okkara
Edvin Strøm
Vágur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á B8, prestarnar Hera Joensen
og Patrick de Neergaard, Meinigheitshúsið í Vági,
kirkjutænarar, sangarar og tykkum øll
sum hjálptu okkum so væl til jarðarferðina.
Takk fyri gávur til kirkjuna, blómur og heilsanir.
Tøkk til øll sum fylgdu Edvini
úr landssjúkrahúskapellinum og úr kirkjuni
til hansara seinasta hvíldarstað.
Gleðiligar páskir.
Helena
Susie, Arthur, Jón, Mary-Ann, Carol og Malan
Dagbjørg Hjaltalin og Ólavur Groth:
Veitsla fyri støk
Ólavur Groth og Dagbjørg Hjaltalin skipa fyri veitslu fyri støk 22. mai
Jógvan Jákup Jacobsen byrjaði at arbeiða hjá Lands-
verkfrøðinginum 2. apríl 1979.
Sama summarið var hann við at gera tunnulin til
Mikladals í Kalsoynni.
1982-1985: Jógvan Jákup arbeiddi í Leirvíkar-
tunlinum. Harumframt var hann í Noregi í eitt 5-mán-
aðar tíðarskeið í sambandi við tunnilsarbeiði. Tá ið
tunnilin til Trøllanes var gjørdur, var Jógvan Jákup við
í tí, og tá ið fast samband var gjørt um Haraldssund, og
vegurin til Kunoyar var gjørdur liðugur, taldist hann
somuleiðis millum arbeiðsfólkið har. Hesa tíðina vóru
eisini fleiri møtipláss longd og breiðkað inni í
Boroyðartunnlinum. Seinni var hann aftur eitt tíðar-
skeið
í
Noregi
í
sambandi
við
undir-
sjóvartunnilsarbeiði.
1989: Byrjað var uppá fyrireikingarnar til undir-
sjóvartunnilin undir Vestmannasund, og nú hevði
Jógvan Jákup sjálvsagt royndir frá líknandi arbeiði í
Noregi. Skúrar vórðu settir upp og arbeiðsplássið gjørt
til, men veruliga arbeiði uppá tunnilin fór ikki í gongd
fyrr enn eini 10 ár seinni.
1991-1992: Jógvan Jákup var við til at breiðka vegin
millum Hósvík og Maskinmiðstøðina. Í sama tíðar-
skeiði var hann í Íslandi í sambandi við el-verk í tunnli.
1992-1999: Í hesum tíðarskeiði var Jógvan Jákup
arbeiðsformaður í Sumbiartunlinum. Hetta tók fleiri ár
og var í teimum ringu tíðunum í Føroyum, og var tí lítil
játtan sett av til hesa verkætlan.
1999: Jógvan var við til at gera goymslutunlarnar fyri
Fuglafjarðar kommunu. Síðani var hann eisini
formaður fyri arbeiði við Gásadalstunnilin. Seinasta
verkætlan Jógvan Jákup hevur verið við í, var at
breiðka vegin á Oyrarbakka. Ikki kann sigast annað,
enn at talan er um ein mann við drúgvum royndum,
serliga innan tunnilsarbeiði. Hann hevur bæði arbeitt í
Føroyum, Noregi og Íslandi.
Í dag er Jógvan Jákup formaður á Skervverkinum hjá
Landsverkfrøðinginum á Hústoft.
Vit vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við 25 ára
starvsdegnum og 50 ára føðingardegnum 11 apríl. Nú
um dagarnar eru Elsa og Jógvan Jákup í páskafrí í
Íslandi
Árni
Jógvan Jákup Jacobsen:
25 ára starvsdag hjá Landsverkfrøðinginum
C
M
Y
K
13
12