mikudagur 7. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 7. apríl 2004
15
aftur og endurskapa okk-
um. Kreativa stættin er
íkomin av djúptøknum og
kreativum broytingum í
sosiala lívinum og í arbeið-
num. Tøknin virkar indi-
vidualiserandi, tí hon gevur
hinum einstaka makt til at
seta seg sjálvstøðugt í sam-
band við verðina. Men
mótsett flestum øðrum
granskarum hyggur Florida
ikki fyrst og fremst at tí
tøkniliga, men at teimum
sosialu rembingunum og
mentanarligu broytingun-
um í tíðini. Hesar broyting-
ar eru ikki altíð lættar at fáa
eyga á, tí tær henda spaku-
liga, men tær eru við at
koma fram nú sum ein
støðugt sjónligari kreativ
stætt.
Sjálvandi eru grá øki
millum kreativu stættina og
aðrar stættir sum t.d. ser-
vicesektorin. Sonevnt prak-
tiskt ella handaligt arbeiði
av øllum slag hevur altíð
verið fult av kreativiteti.
Kreativa stættin hevur so-
statt ikki einarætt upp á
kreativitet. Hugtakið sum
hugtak er heldur ikki komin
úr bláari luft, men hevur
verið frammi áður í minni
neyvum lýsingum. Hug-
takið ‘kreativa stættin’,
sum Florida ger seg til tals-
mann fyri, skal skiljast sum
ein neyvari lýsing av longu
kendum hugtøkum sum
‘knowledge workers’ og
symbolanalytikarar.
Ein fjølbroytt slekt
Kjarnin í kreativu stættini,
sigur Richard Florida eru
vísindafólk, verkfrøðingar
av øllum slag, byggifrøð-
ingar, sniðgevar, fólk innan
skúlaverkið, listafólk og
allur undirhaldsídnaðurin,
hvørs búskaparliga upp-
gáva er at skapa nýggj hug-
skot, nýggja tøkni og nýtt
kreativt innihald. Kring um
hesa kjarnu eru eisini aðrir
bólkar, sum hoyra til krea-
tivu stættina: løgfrøðingar,
fólk sum arbeiða við fíggj-
arviðurskiftum, fólk innan
heilsuverkið og onnur nær-
skyld øki. Fólk í hesi stætt
hava vanliga høgar útbúgv-
ingar, arbeiða sjálvstøðugt
og fleksibult, og tey hava
øll ein kreativan ethos til
felags. Hesin ethos vil siga,
at tey virðismeta kreativi-
tet, individualtitet, munir
og fyrimunir. Fyri øll hesi
er kreativitetur innan tøkni,
búskap og mentan bundin
saman og ósundurskiljandi.
Nógv vilja hveppast við at
býta sundur á henda hátt.
Kommunitarisman og
skapandi stættin
Nógv sum hava verið
frammi í kjakinum um lívs-
stíl og búskaparlig viður-
skifti tey seinnu árini hava
mælt til at endurlívga
gomlu traditiónirnar við
nærleika og nærumhvørvi.
Hetta er eitt sjónarmið, sum
gongur
undir
heitinum
kommunitarisma,
sum
bleiv alment kent, tá Hil-
lary Clinton, kona fyrrver-
andi forsetan í USA Bill
Clinton, helt eina røðu und-
ir heitinum
It takes a
village. Hillary Clinton
mælti í hesari røðu til at
endurskapa teir upploystu
felagsskapirnar. Heitið á
røðuni sipar til, at tað krev-
ur meira enn eina familju at
uppala børn, tað tekur eina
heila bygd ella bý við lær-
arum, prestum, politistum
og øðrum sum moralskar
fyrimyndir. Richard Florida
heldur hetta vera frukta-
leyst, tí hesar hugsanir
vanvirða dagsins búskapar-
veruleika, sum hann tekur
til. Vit skulu tískil finna
eina nýggja sosiala saman-
hangskraft, sum hóskar
saman við kreativu tíðar-
øldini, uttan at mentanar-
arvurin skal vanrøkjast og
uttan at demokratiið sum
grundmentan
skal
líða
undir nýggju rembingun-
um.
Nýggja
mobila
tíðin
hevur fingið nógv at halda,
at viknaðu sosialu bondini í
siðbundna felagsskapinum,
sum eru natúrlig avleiðing
av mobilitetinum og krea-
tivitetinum, eru við at upp-
loysa samfelagið. Familja,
vinir og arbeiðspláss eru
ikki tað tey hava verið.
Viknað familjubondini økja
á hin bógvin um talid av
persónligum bondum. Ric-
hard Florida endurgevur
ein stjóra á einari ídn-
aðarfyritøku fyri at siga, at:
"Pápi mín vaks upp í einum
lítlum býi og arbeiddi sama
stað alt lívið. Hann kendi
tey somu fjúrtan fólkini
gjøgnum alt sítt lív. Sjálvur
møti eg meiri enn fjúrtan
nýggjum fólkum hvønn
dag". Har fólk fyrr funnu
seg sjálvi og høvdu nøku-
lunda somu sjálvsfatan alt
lívið og vóru í sama bólki
alt lívið, har er tilveran hjá
tí kreativu stættini heldur
friðleys og stríðsfús. Henda
stætt er áhaldandi noydd at
skapa og endurskapa seg
sjálva.
Í hesum nýggja heimi er
tað ikki longur virki, vit
arbeiða fyri og tað er ikki
longur kirkjan, grannalagið
og heldur ikki familjubond-
ini, sum siga hvørji vit eru.
Vit definerað í staðin sjálvi
okkara samleika. Tey krea-
tivu eru sjálvstøðugt vinnu-
rekandi sum eins og yrkj-
arar, sniðgevar, tónleikarar
og granskarar fara frá ein-
um verki og verkevni til eitt
annað.
Kreativa
rákið
innan
lívsstíl og búskap eru vorð-
in ákærd fyri at oyðileggja
grannaløg og samfeløg og
at upploysa bond millum
menniskjur og felagsskaps-
lív yvirhøvur. Vit missa
kensluna av at vera borgar-
ar og tann sosiala kapitalin
sum liggur í traditionellu
bondunum sum familjan er
høvuðsumboð fyri. Semja
er um, at arbeiði, lívsstílur
og samfelag eru fyri rót-
tøknum broytingum, men
ósemja er um hvussu
(stór)býarligt ella siðbund-
ið eitt samfelag skal vera.
Protestantiski
arbeiðsmoralurin og
kreativi ethos
Kreativa stættin er at rokna
sum eitt nýtt mynstur í ar-
beiði og frítíð. Í ídnaðar-
samfelagnum hevur tað
fyrst og fremst verið prote-
stantiski etikkurin, sum
hevur verið niðriundir í fat-
anini av arbeiði og familju.
Við protestantismuni sum
grundgevingarmyndug-
leika var arbeiði, sparsemi
og munadygd drívkraftin
serliga í byrjanini av kapi-
talismuni, t.e. í 1800-talin-
um. Men nú hevur eitt nýtt
lívs-, tanka- og vinnu-
mynstur tikið seg upp, sum
sambært Florida stuðlar seg
til ein kreativan ethos, sum
snýr seg um at virðismeta
kreativitet.
Arbeiðsmegin er í stóran
mun vorðin globaliserað,
og hesin nýggi búskaparligi
veruleikin hevur skapt rúm
fyri kreativu arbeiðsmegini.
Tey flestu sum liva av sín-
um kreativiteti royna dyrka
kreativitetin við at søkja
sínar javningar í blómandi
umhvørvum – á sama hátt
sum ein jarnsmiður tók sær
av at smíða, har nakað var
at fáa, og bóndin, sum tók
sær av neytunum, ið pløgdu
jørðina.
11. september og
skapandi stættin
Alt er ikki rósureytt við
skapandi stættini. Richard
Florida viðgongur at áðr-
enn 11. september var krea-
tiva stættin alt ov sjálvupp-
tikin og rúsað av teimum
møguleikum, sum vóru
allastaðni. Hann kallar
henda lagnudag í nýggjari
amerikanskari søgu eitt
wake-up call, ein áminning
sum vísti, hvussu viðbrekin
tann kreativi búskapurin er.
Tað ber ikki til at liva av-
byrgdur í sínari egnu verð
og bara søkja eftir trongum
málum sum tað er at dyrka
sín kreativitet og ikki
brýggja seg um tað, sum
hendir í samfelagnum.
Meðan
tvíburatornini
rapaðu á Manhattan var
Richard Florida í holt við at
skriva sína bók um kreativu
stættina. Hann undraðist á,
at henda stætt als ikki hugs-
aði um seg sjálva sum stætt
– sum ein samanhangandi
bólkur av fólki við somu
eyðkennum
og
felags
áhugamálum. Her hava vit,
sigur hann, ta ráðandi stætt-
ina í USA, hvørs limir hava
sett seg á maktina innan
fjølmiðlar, ídnað og polit-
isku stýringina, og hon er
eftir øllum at døma púra
ótilvitað um, at hon sjálv er
til og soleiðis ikki før fyri
tilvitað at ávirka gongdina í
samfelagnum. Fyri Florida
er hetta tekin um eina
vantandi samfelagskenslu,
sum var og kanska enn er, í
hesi stætt.
Tíðin er komin, sigur
Florida, at kreativa stættin
verður vaksin og tekur
ábyrgd. Men fyri at hetta
kann henda er neyðugt, at
hon skilir hvør hon er, at
hon fær ein samleika og al-
lýsir sín leiklut. Kreativa
stættin hevur sett seg á
valdsdeplarnar innan fjøl-
miðlar, ídnað og politiskar
stýrisskipanir og er ivaleysa
stór til at hava ein týðandi
leiklut í tí endurskapan av
heiminum, sum fer fram í
dag.
Demokratiska
bukettin
Kreativ umhvørvi og støð
eru í hesum tíðum við at
menna seg til kreativ sam-
feløg og mentanir við ein-
um nýggjum búskaparlig-
um infrastrukturi. Miðvísar
íløgur í gransking og menn-
ing av hátøkniligum start-
up-virkjum skulu til, men
eisini tolsemi og opinleiki.
Eitt ynski kundi verið, at
føroyskir politikarar orðaðu
– eins og innflytaralandið
yvir øllum, USA, hevur
gjørt – ein miðvísan inn-
flytarapolitikk og verið so-
statt verið proaktivir á øki-
num, sum tað verður rópt í
dag.
Kanska
demokratiska
bukettin í cohenskan for-
stand eisini er á veg til Før-
oyar. Oyggjarnar minna
ikki einans um móður-
merkið á pannuni á fyrr-
verandi leiðaranum í Sov-
jet, Michail Gorbatjev, men
í roynd og veru eisini um
eina bukett hildin í ein
útnyrðing.
Keldur
Richard Florida: The Rise of the
Creative Class.And how it’s
transforming work,leisure,
community and everyday life.
New York 2002.
Lindhardt, Jan og Anders
Uhrskov. Fra Adam til Robot.
Arbejdet – historisk og kulturelt.
Gyldendal 1997.
Reitz, Edgar: Hjemstavn. Dagbl.
Information 13.-14 november
1993.
Alt er ikki rósureytt við skapandi stættini. Richard Florida viðgongur at áðrenn 11. september var kreativa stættin alt ov
sjálvupptikin og rúsað av teimum møguleikum, sum vóru allastaðni. Hann kallar henda lagnudag í nýggjari amerikanskari søgu
eitt wake-up call, ein áminning sum vísti, hvussu viðbrekin tann kreativi búskapurin er. Tað ber ikki til at liva avbyrgdur í sínari
egnu verð og bara søkja eftir trongum málm sum tað er at dyrka sín kreativitet og ikki brýggja seg um tað, sum hendir í
samfelagnum
Savnsmynd: Reuter
15
14
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Í hesari seinnu grein
um kreativu samfe-
lagsstættina verður
bókin hjá Richard
Florida The Rise of
the Creative Class
nærri lýst. Bókin
hevur elvt til altjóða
kjak um grundirnar
til og avleiðingarnar
av búskaparligum
vøkstri. Týðiligari
enn nakar undan
honum hevur Florida
umringt og greinað
eina nýggja mektiga
stætt, sum hevur tikið
seg upp seinastu ára-
tíggini uttan at vit
rættiliga hava varnast
tað. Hetta er kreativa
stættin, sum er ein
frígjørd stætt, ið sum
sítt fyrstakrav hevur
opinleika, tolsemi og
fjølbroytni
Bergur Hansen
Seinni partur
Nú bílig arbeiðskraft er tøk
allastaðni uttan fyri ríka
Vesturevropa
og
grøn-
lendskar rækjur í framtíðini
kanska fara at vera skildar í
Marokko, so er neyðugari
enn nakrantíð at skrúva upp
fyri kreativitetinum í teim-
um ríku londunum. Krea-
tivitetur er vorðin ein rá-
vøra og kann búskaparliga
sæð verða mett sum fram-
leiðsla. Kreativitetur í tí
mátistokkinum sum her er
talan um krevur, at einstak-
lingurin hevur umstøður til
at spíla seg út í. Sum nevnt
í undanfarnu grein er ein
heil stætt av kreativum
fólki vaksin fram, og hon er
nú størsta arbeiðsmegin í
USA. Hetta er eitt talandi
dømi um, at individualism-
an av álvara hevur sligið
ígjøgnum eftir kalda krígg-
ið og aftaná, at Berlinmúr-
urin fall.
Hvar byrjar kreativitet-
urin? Hann byrjar í barn-
dóminum vil eg halda, har
børn í dag meira enn nak-
rantíð – og uppímillum ov
nógv – verða stimulerað frá
morgni til myrkurs við
einari søgu, einum spæli
saman við systkjum, vinum
ella foreldrum og eru meiri
ella minni interaktivt upp-
tikin frammanvert skíggjar-
nar báðar – teldu og sjón-
varp. Familjuterapeuturin
John Aasted Halse tosar um
tað nýggja barnið, sum er
eyðkent av stórum sjálvs-
áliti, opinleika og sum virk-
ar væl sosialt.
Hetta hevur sett síni spor
í uppvaksandi ættarlið tey
seinnu árini. Tey ungu eru
tilvitað um seg sjálvi sum
virði. Øll sum hava verið
noydd at klára seg sjálvi,
t.d. innflytarar, hava verið
noydd til at líta á egnan
mátt og megi, og sum sín
kapital hava tey havt sína
arbeiðskraft.
Tað
sum
hendir í dag, er sambært
Richard Florida, at tilvitan-
in um sítt egna virði er
vorðin ein tilvitan um sítt
egna kreativa virði. Ar-
beiðskraft er vorðin til
kreativa arbeiðskraft.
Stóra framgongdin hjá
kreativu stættinu vísir, at
boð eru eftir fólki, sum
hava seg sjálvan sum krea-
tivt virði. Hetta er ein væl-
útbúgvin stætt, og ein og
hvør sum hevur gingið í
skúla veit hvussu sjálvs-
kenslan verður ald fram av
hesum. Týski filmsleik-
stjórin Edgar Reitz sigur í
samband við sínar kendu
sjónvarpsrøðir Heimat og
Die Zweite Heimat, at
skúlagongd hevur við sær,
at sjálvsvirðingin hækkar,
ein uppdagar inni í sær
sjálvum eina fyllu av ands-
kreftum, sum ein kann taka
við sær sum eitt serligt
virði. Hetta eru ferðapengar
til lívið, sum Reitz sigur.
Annar partur av hesi røð
snýr seg um tey sum flyta
frá bygd til bý og um tær
kreftir sum búgva aftanfyri.
Edgar Reitz sigur um tey
sum flyta:
Tað var tó ikki bara neyð,
sum rak fólk úr bygdunum.
Tað var eisini graml um
ríkidømi og gott arbeiði,
graml um fólk, sum vóru
farin avstað uttan at hava
eitt oyra í lummanum og
sum nú vóru vorðin rík og
vird. ... Eg vil vága mær at
seta fram, at fólk, sum fara
heimanífrá, longu áðrenn
tey fara út í verðina hava
eina kenslu av sjálvsvirðing
í sær, sum ger tey før fyri at
taka hetta stig. Gávurnar at
fara út í verðina hevur ein
longu fingið har heima.
Hetta eru orð, sum stuðla
upp undir hugsanirnar hjá
Richard Florida um krea-
tivu stættina. Kjarnin í hesi
stætt eru fólk, sum ofta
passa illa inn í smá sið-
bundin samfeløg, har høv-
uðsvirðini eru familja og
religión. Kreativa stættin
umboðar tað nonkonforma,
tað ótillagaða og marg-
felda.
Kreativa stættin er urban
og hon umboðar ein brøl-
andi modernitet ikki skilt
sum dýrið í Jóhannesar
Opinbering, men sum ein
higartil næstan ósæddur
dynamikkur. Hetta eru fólk,
sum eru óhátíðariliga ílatin,
men sum hava makt. Hetta
eru fólk sum koma og fara
á arbeiðsplássunum sum
tað passar teimum, uttan at
arbeiðsgevarin setur klørn-
ar í nakkan á teimum. Hetta
eru fólk sum at vísa seg
ongantíð arbeiða, tá tey
"eiga" at arbeiða og sum tó
altíð
eru
til
arbeiðis.
Markið millum arbeiði og
frítíð, sum var serliga
sjónskt í ídnaðarsamfelag-
num, er burtur, tá hugsað
verður um hesa stætt. At
arbeiða er at slappa av og at
slappa av er at arbeiða.
Hetta eru ung fólk við
piersaðum kroppi og tato-
veringum, men sum hava
vind í seglini (hygg eftir
skøvningunum á høgra
beini á danska krúnprinsin-
um og hygg eftir topmo-
dellunum – tey eru tatover-
aði eru tey). Eins væl og
hetta eru fólk uttan tato-
veringar, sum hóast kon-
forma útsjónd seta nonkon-
formitet sum individualitet
og sjálvrealisering hægri
enn konformar reglur í
feløgum. Hetta eru fólk,
sum ikki skilja rasistiskar
etniskar krønikir og við-
merkingar, tí tey eru von
við multiracial arbeiðs-
pláss. Hetta eru fólk, sum
ikki fyrst og fremst arbeiða
í rangskipanum og sum
tískil sleppa undan at hugsa
so nógv um, hvussu tey
skulu bera seg at. Hetta eru
homoseksuell osfr. osfr.
Men fyrst og fremst er
kreativa stættin ein arbeiðs-
kraft, sum umfatar alt slag
av fólki – ja, hon umboðar
normalitetin rætt og slætt.
Soleiðis er
kapitalisman!
Kapitalisman hevur nógvar
skuggasíður, men hon kann
eisini fatast sum eitt am-
boð, sum er torført og
spennandi at brúka, og sum
er munadygt, um rætt verð-
ur borið at. Er tað so, at
kapitalisman hevur víst seg
at vera so mikið dynamisk,
at politikarar sum Jørgen
Niclasen (sí fyrru grein)
hevur ilt við at fylgja við, tá
um ræður at brúka teir
møguleikar, ið reka fram-
við á nýmótans kapitalist-
iska hermótinum? Okkurt
er sum bendir á, at gomlu
samstarvsfelagarnir kapi-
talisman og protestant-
isman eru um at missa
stevið. Protestantisku smá-
sáralótirnar, sum komu
fram í løgtinginum í sam-
band sjónleikin Ginusøgur
er lítil dugur í, tá talan er
um at byggja landið inn í
framtíðina.
Kapitalisman hevur víst
seg at vera meiri dynamisk
og broytilig enn flest øll
høvdu væntað. Hon hevur
verið før fyri at fáa fatur á
samfelagsbólkum, sum hig-
artil hava livað í útryðjuni
av samfelagnum ella bara
hava verið illa tillagaðir
(les: nonkonformir) indi-
vidualistar og excentrikar-
ar, sum ikki longur eru ein
mótmentan í mótvindi, men
fólk sum fáa vind í seglini.
Kreativi
einstaklingurin
verður ikki longur mettur
sum ein ikonoklastur, t.e.
ein sum smildrar halgi-
myndir; í fluttari merking:
ein sum ger harðliga upp
við hevdvunna hugsan.
Hann er harafturímóti, sig-
ur Florida, tað nýggja
mainstream, sum slóðar
vegir inn í nýggjar heimar.
Av tí at menniskjur og ser-
liga kreativ menniskjur eru
størsta tilfeingi í nýggju
tíðarøldini, er góður gróð-
rarbotnur fyri vaksandi
tolsemi.
Eftir at alnótin hevur
vunnið fram, og nú man
vera í flestu húsum í Før-
oyum sum aðrastaðni í
Europa, so hevur ofta verið
tikið til, at landafrøðin er
deyð. Vit hava vunnið á
landafrøðiliga fráleikanum
við nýggju tøknini og henn-
ara kropsóheftu supermakt,
har kroppurin situr eftir,
meðan boðini, vit senda
fara sum snarljós um allan
knøttin. Men onki er meira
fjart frá veruleikanum. Tað
kann væl vera, at ein kann
lesa audiologopædi í Svín-
oy stuðlaður av alnótini
millum annað, men landa-
frøðin livir enn sum áður.
Tað er í henni, at samfeløg-
ini við bygdum og býum
eru fest og vera verandi, og
tað er út frá staðnum, at vit
enn sum áður mugu gera
vart við okkum. Skal eitt
samfelag klára seg væl má
tað – millum annað – syrgja
fyri at draga gávurík og
kreativ fólk (útlendingar
sum ‘innlendingar’) til sín
fyri alla tíðina at kunna
modernisera vinnuna.
Í dag eru innflytarar fyri
modernaða samfelagið, tað
sum kol og málmur vóru
fyri stálframleiðsluna í
ídnaðarsamfelagnum. Virk-
ini flyta ikki bert hagar
bílig arbeiðskraft er tøk,
men eisini hagar tann væl-
útbúna og kreativa arbeiðs-
kraftin er. Tey kreativu
flykkjast í sínum lagi ikki
bara, har arbeiðini eru, men
har sum miðdeplar fyri
kreativiteti eru. Tey vilja
búgva á spennandi støðum,
eru ikki bangin fyri at flyta
og búgva sjáldan sama stað
alt lívið. Síðani klassiska
Athen og Róm upp til
Firenze í renessancuni og
tað elisabethanska London
og longur upp í tíðina til
Greenwich Village í New
York og annars alt New
York øki sum tað er, San
Francisco
Bay
Area,
Boston, Washington, D.C.,
Seattle, Austin og á so-
nevnda vinstra áarbakka í
Paris hevur kreativitetur
altíð verið drigin at ávísum
støðum.
Eisini minni býir sum
Boulder, Colorado, Santa
Fe, New Mexico og upp
aftur minni pláss sum
Gainesville í Florida, Provo
í Utah og Huntsville í Ala-
bama kunnu eisini reypa
sær av einari rættiliga stór-
ari umboðan av kreativu
stættini. So hví ikki Føroy-
ar, kundi ein spurt? Øll hesi
støð bjóða opinleika mót-
vegis nógvum ymsum sløg-
um av fólki. Samanlagt er
ikki bert talan um sjálvt
arbeiði, men um ein heilan
samleikapakka, har tey
kreativu kenna seg heima.
Tey kreativu fara í ein
langan boga uttan um bæði
arbeiðarabýirnar og kon-
servativu sunbelt-býirnar
og romantisku old-style-
communities í USA, sum
bera dám av einari gamals-
ligari organisatiónsmentan
og einum siðbundnum fe-
lagsskapslívi. Pláss við
framgongd eru Succesrík
støð eru fleirdimensjonal.
Tøkni, kreativitetur og
lívsstílur
hanga
neyvt
saman. Florida ger í hesum
sambandi upp við hugsan-
ina um, at tað eru uppfinn-
ilsi innan tøknina og aðra-
staðni, sum at siga venda
Nýggja skapandi stættin
I’m junk but I’m still holding up
this little wild bouquet:
Democracy is coming to the U.S.A.
– Leonard Cohen ("Democracy" á "The Future")
Nógv sum hava verið frammi í kjakinum um lívsstíl og búskaparlig viðurskifti tey seinnu árini
hava mælt til at endurlívga gomlu traditiónirnar við nærleika og nærumhvørvi. Hetta er eitt
sjónarmið, sum gongur undir heitinum kommunitarisma, sum bleiv alment kent, tá Hillary
Clinton, kona fyrrverandi forsetan í USA Bill Clinton, helt eina røðu undir heitinum It takes a
village. Hillary Clinton mælti í hesari røðu til at endurskapa teir upploystu felagsskapirnar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14