Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 68 - 7. apríl 2004 Nr. 68 - 7. apríl 2004 17 UMMÆLI Sunleif Rasmussen Sunndagin 21. mars kl. 16:00 hevði Føroya Sym- foniorkestur árligu várkon- sertina í Norðurlandahús- inum. Tað byrjaði við einum braki. Stórtrumma, Paukir og ein Tam-Tam byrjaðu verkið hjá Aaron Copland »Fanfare for the Common Man«. Umframt slagverk er verkið skrivað fyri mess- ingblásarar. 5 waldhorn á palli í senn, er ein óvanlig sjón her á landið, og vóru 4 av hornleikarunum føroy- ingar, ella útlendingar, ið starvast sum tónleikalærar- ar í Føroyum. Serliga var gleðiligt at síggja og hoyra unga hornspælaran Niklas Mouritsen og unga trom- petleikaran Heina Andrea- sen Tað er gott at gávuríkir ungdómar eisini fáa møgu- leikan at royna seg sum orkesturtónleikarar. Nevn- ast skal eisini, at ungir leik- arar spældu á sello, bratsj, violinir og slagverk. Sokallaður klassisikur tón- leikur er ikki gomul lista- grein í USA. Tónleikur úr USA, er í hugaheiminum hjá teimum flestu tann Afro-amerikanski, ið kom við trælunum. Men norður- amerikanarar hava eisini kend »klassisk« tónaskøld. Tey kendastu eru Aaron Copland og Charles Ives. Báðir eru teir sera spenn- andi og í mun til teirra sam- tíð sera nýskapandi tóna- skøld. Kom at tosa um hesi bæði tónaskøldini við ein av áhoyrarunum, ið er ætt- að úr USA. Henni dámdi betur Aaron Copland, með- an undirritaði heldur Charl- es Ives vera meira áhuga- verdan. Kundi ynskt at Før- oya Symfoniorkestur setti eitt av verkum hansara á skránna í næstum. Næsta verki á skránni var »6 Rumenskir fólkadansir« eftir ungarska tónaskaldi Bela Bartók. Bartók brúkti nógva tíð og kreftir til at samla og skriva niður fólkaløg úr Ungarn og Rumenia, og nýtti hann hetta beinliðis ella óbein- leiðis í sínum tónleiki. Teir 6 rumensku fólkadansirnar legði Bartók fyrst til rættis fyri klaver, og síðan instru- menteraði hann teir fyri orkestur. Í nøkrum av dans- unum hava ymiskir solistar sín leiklut. Tónleikararnir loystu hesa uppgávu væl. Síðsta verkið áðrenn steðgin var trompetkonsert eftir Armenska tónaskaldi Alexander Arutjunjan. Hann er helst ikki so kendur her um leiðir, men hansara trompetkonsert er sera nógv spæld. Hetta var eisini ein góð konsert. Ikki long, men vælskrivað. Sjálvt um konsertin varð spæld uttan steðg millum satsirnar, var formurin traditionellur. Ein lívligur fyrsti satsur, ein ró- ligur annar satsur og ein lívligur triðji satsur við soloparti áðrenn endan. Solistur var ungi trompet- leikarin Ólavur Olsen. Ólav- ur spælur nógv djasstón- leik, men hetta er fyrstu ferð hann stendur á palli sum solistur við symfoni- orkestri. Hann kom sum heild, væl frá uppgávuni. Serliga væl kom hann frá øðrum satsi. Spælið í hes- um sera vakra satsi, var kensluborið. Valið av cup sordin var sera heppi. Cup sordin ger, at trompetljóðið minnir um obo, og gjørdi hetta at trompetin samljóð- aði sera væl við strúkarar og træblásarar. Verkið aftaná steðgin var áttanda symfoni eftir tjekk- iska tónskaldi Antonín Dvorák. Dvorák, ið livdi frá 1841 til 1904, skrivaði symfoniina í 1889. Hon er, sum flestu symfoniir hans- ara, væl úr hondum greidd. Partitur hansara eru sera greið og vísa, at hann hevur góðan klangsans. Tað er sum um Dvorák skrivar seg inn í verkið, og Enn eitt megnartak! Sunnudagin, 21. mars, var árliga várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í Norðurlandahúsinum Savnsmynd tað er ikki bert galdandi fyri hesa symfoniina. Teir seinnu satsirnir eru meira heilir enn teir fyrru. Serliga býtir ein merki í 4. sats. Her nýtur tónaskaldið sama tema sum í fyrsta satsi. Men í 4. satsi er størri hug- flog yvir tónleikinum, bæði hvat tematiska arbeiðinum og klangarbeiðinum við- víkur. Føroya symfoniorkestur undir leiðslu av Bernhardur Wilkinson kom væl frá uppgávuni. Orkestrið prógv- aði at tað megnar at fram- føra eina stóra romantiska symfoni uttan lítir, og er hetta ikki bara sum at siga tað undir verandi umstøð- um. Tað var nógv størri flog yvir hesari framførsluni enn framførsluni av 5. sym- foni eftir Tjajkovskij sein- asta heyst. Orkestrið ljoð- aði betur, og teir ymsu bólkarnir í orkestrinum vóru javnt góðir hesaferð. Undirritaði helt seg eisini leggja merki til at arbeitt hevur verið við at fáa motivini at stemma. Á spælinum tykist ein at merkja, at samarbeiðið millum Føroya Symfoni- orkestur og Bernhardur Wilkinson er fruktagott. Framgongdin hjá orkestr- inum hesar seinastu tvær konsertirnar ber í hvussu er boð um, at so er. Men um orkestrið skal menna seg enn meir skulu tey spæla meir, og hetta kostar peng- ar. Í minsta lagið seks kon- sertir um árið, og um tað skal lata seg gera, skal sjálvandi tað dupulta av peningi til. Hugsið tykkum um liðini í bestu fótbóltsdeildini bert spældu tríggjar dystir um árið. Neyvan hevði tað ver- ið ein vøkur sjón. Føroya Symfoniorkestur prógvaði, at tað megnar at framføra eina stóra romantiska symfoni uttan lítir, og er hetta ikki bara sum at siga tað Savnsmynd Framgondin hjá Føroya Symfoniorkestri ber boð um, at samarbeiðið við Bernhard Wilkinson er fruktagott Savnsmynd C M Y K 17 16