mikudagur 7. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Teir báðir Kári Niel-
sen og Birgir Hansen,
sum seinastu vikurnar
hava leitt besta mans-
liðið hjá Kyndli til
meistaraheitið, halda
fram sum venjarar
hjá havnarfelagnum
komandi ár
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey flestu hondbóltsfeløgini
kring landið arbeiða í hes-
um døgum av fullari megi
við at útvega venjarar til kom-
andi kappingarár. Á ársveitsl-
uni hjá føroyameistarunum
úr Kyndli leygarkvøldið av-
dúkaði formaðurin í felag-
num, Jóannes Dalsgarð, at
teir báðir, Kári Nielsen og
Birgir Hansen, halda fram
sum venjarar komandi ár.
Fegnir leikarar
Kári Nielsen og Birgir
Hansen tóku við sum venj-
arar hjá besta mansliðnum
hjá Kyndli seint í júst farna
kappingarári, tá ið danin,
Jan Djurhuus, og Kyndil í
felag avgjørdu at steðga
samstarvið sínamillum. Tað
er eingin loyna, at leikarar-
nir í felagnum hava verið
stak væl nøgdir við Kára og
Birgir, og fagnaðurin mill-
um leikararnar var stórur, tá
ið Jóannes Dalsgarð bar
tíðindini á ársveitsluni.
Formaðurin í Kyndli sig-
ur, at leiðslan í felagnum
hevur verið sera væl nøgd
við tað arbeiði, ið Kári og
Birgir hava gjørt, og tá ið so
eisini leikararnir dámdu
væl teir báðar, var leiðslan
sannførd um, at teir báðir
vóru ovast á ynskilistanum
yvir venjarar til komandi ár.
Somuleiðis sigur Jóannes
Dalsgarð, at tað eisini hev-
ur týdning, at talan er um
tveir mans, ið hava sínar
røtur í felagnum, og sum tí-
skil hava tann rætta felags-
andan.
Umhugsa
europeiskan hondbólt
Sum skilst á formanninum í
Kyndli er ikki væntandi, at
nøkur serlig frágongd verð-
ur úr hópinum hjá føroya-
meistarunum til komandi
kappingarár. Jóannes Dals-
garð sigur eisini, at heldur
verður talan um, at liðið
verður styrkt á onkrum
plássi. Kyndil hevur gott
fólk, og somuleiðis eru
nógvir ungir og evnaríkir
leikarar á veg upp í vaksna-
mannadeildina, og vit skulu
byggja liðið á okkara egna
fólk, sigur Jóannes Dals-
garð, men leggur afturtat, at
tað ikki merkir, at liðið
hevur tørv á styrki uttaní-
frá.
Spurningurin um europe-
iskan hondbólt hevur eisini
verið umrøddur í leiðsluni í
havnarfelagnum, men enn
er nøkur støða ikki tikin til
hetta mál. Formaðurin í
Kyndli sigur, at spurningur-
in er, hvussu nógv man fær
burturúr at fara til ein euro-
peiskan dyst og kanska
blíva avsmurdur, heldur
enn at fara til onkra aðra
kapping við fleiri javnari
dystum fyri sama pening.
Europeiskur hondbóltur er
ein
stórur
fíggjarligur
spurningur, og tað noyðast
vit at hava í huganum, sigur
Jóannes Dalsgarð.
Kvinnurnar
skulu styrkjast
Kvinnuliðið hjá Kyndli
hevur havt eitt serstakliga
vánaligt ár í ár, og hetta er
nakað, ið skal broytast til
komandi ár. Kyndil hevur
sett roynda venjaran, Geir
Wardum, til at taka sær av
besta kvinnuliðnum kom-
andi kappingarár, og hann
hevur longu lagt fram síni
ynskir um styrk til komandi
kappingarár. Geir Wardum
sigur, at hann kundi tonkt
sær, at Kyndil fekk ein mál-
mann afturat, ið var á jøvn-
um støði við núverandi
málmannin, Fríðu Petersen,
ið hevur verið besti leikarin
hjá Kyndli í ár. Harafturat
hevur Geir ynskt ein høgra
bakk, ein spælskipara og
ein strikuspælara. Leitað
verður eftir hesum spælar-
um bæði uttanlands og her
heima, sigur Geir, men
leggur afturat, at tað er ikki
vist, at liðið fær allar hesar
styrkir, tí tað er eisini ein
spurningur um pengar og
onnur viðurskiftir.
Jóannes Dalsgarð, for-
maður í Kyndil, váttar fyri
Sosialinum, at arbeitt verð-
ur við at styrkja munandi
um kvinnuliðið hjá Kyndil,
men enn er einki fingið upp
á pláss.
Stórar ætlanir
fyri 2006
Um tvey ár fyllir Kyndil 50
ár, og tá ætlar felagið sær at
verða við heilt frammi í
oddinum, bæði hjá monn-
um og kvinnum. Jóannes
Dalsgarð sigur, at tey hava
nakrar visiónir fyri framtíð-
ina, sum hann heldur sær
bjarta út, tí úrslitini hjá
ungdómsdeildunum hava
verið sera góð, serstakliga á
dreingjasíðuni. Hann legg-
ur tó afturat, at alt hetta
hevði als ikki borið til, um
felagið ikki hevði so góðar
stuðlar, venjarar og onnur,
ið hava tikið lut í felagsar-
beiðinum, og tað er leiðslan
í Kyndil ógvuliga takksom
fyri.
Miðvallarin er givin
í Vejle, har teir ikki
vóru sinnaðir at
veita honum nakra
sum helst samsýn-
ing. Nú er Ian Høj-
gaard opin fyri øll-
um nýggjum av-
bjóðingum
ÚTISETI GIVIN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Ian Højgaard spælir ikki
longur fótbólt í Vejle.
Hann roknar við at halda
fram at spæla, men í
hvørjum felag tað verður,
og í hvørjum landi tað
verður, veit hann ikki at
siga.
Orsøkin, at Ian Høj-
gaard er givin í Vejle, er
tann, at felagið ikki hev-
ur verið sinnað at veita
honum nakra samsýning
fyri at spæla.
– Hesar seinastu vikur-
nar havi eg í tveimum
dystum verið við á besta
liðnum. Eg havi verið
tann einasti á besta lið-
num, sum onga sum helst
samsýning hevur fingið
fyri at spæla. Fyrst í hes-
um árinum tosaðu felag-
ið og eg um, hvussu tað
skuldi vera við samsýn-
ing. Tá vóru teir sinnaðir
at bíða eitt sindur. Teir
søgdu seg vilja útseta av-
gerðina til í seinasta lag-
ið hálvan mai. Men eg
tími ikki at bíða so leingi.
Eg brúki meiri tíð upp á
fótbóltin her, enn eg nýtti
í Føroyum, og eg haldi
ikki, at eg kann bjóða
familjuni hetta, sigur Ian
Højgaard úr Vejle, har
hann eisini hevur sítt
dagliga starv.
Í Vejle venja teir fýra
kvøld um vikuna, um-
framt at teir venja leygar-
dag fyrrapart, tá ið teir
spæla sunnudag. Vejle
liggur illa fyri í næst-
bestu deildini, og sam-
bært Iani Højgaard er
lagið í felagnum einki
serligt.
Opin fyri øllum
Ian Højgaard hevur fram-
vegis góðan hug at spæla
fótbólt. Men hann sigur
seg ikki vita, hvar tað
verður.
– Síðani eg boðaði frá,
at eg ikki vildi halda
fram í Vejle undir teim-
um treytum, sum eg hig-
artil havi spælt, hevur
okkurt felag sett seg í
sambandi við meg. Tað
eru feløg á lægri støði,
men eg havi onga avgerð
tikið.
Hugsar tú um at koma
aftur til Føroya at spæla
fótbólt?
– Tað er eisini ein møgu-
leiki. Men tann møgu-
leikin krevur eyka um-
hugsni, tí konan er fyri
stuttum farin undir út-
búgving í Danmark. Hó-
ast hon er donsk, so
leingist henni aftur til
Føroya. Um eg fekk
møguleikan at spæla í
Føroyum, so er spurning-
urin, hvussu viðurskiftini
annars kundu verið løgd
til rættis, sigur Ian Høj-
gaard.
Undanfarnu fimm ár-
ini hevur 28 ára gamli
miðvallarin verið fastur
maður á NSÍ liðnum.
Gullvenjararnir
halda fram í Kyndli
Ian tímir
ikki meir
Kári Nielsen fer saman við Birgir Hansen at halda fram sum venjarar hjá føroyameistarunum úr Kyndli
Mynd: Álvur Haraldsen
Nr. 68 • mikudagur • 7. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
19
18
Nr. 68 - 7. apríl 2004
Nú uppskot til eitt
nýtt útbjóðingarum-
far er lagt fyri tingið
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður seg vóna, at
fleiri av oljufeløgun-
um fara at vera við.
Túrurin í Norður-
noregi í farnu viku
hevur sannført lands-
stýrismannin, at eitt
felag sum Statoil fer
at vera við í nýggja
útbjóðing
2. RUNDA
Jan Müller
Uppskotið til 2. útbjóðing-
arumfar á føroyska land-
grunninum fór niðan í
tingið í farnu viku. Og
verður helst til viðgerar
eftir páskir. Bjarni Djur-
holm,
landsstýrismaður
sigur, at tað minnir nógv
um tað fyrsta uppskotið við
undantaki av, at ein størri
vídd verður boðin út nú enn
tá, og tað verður eisini
boðið út í ein útsynning úr
Føroyum.
Nú bretar eru í ferð við at
bjóða út av nýggjum, har
teir linka treytirnar fyri at
fasthalda
áhugan
fyri
økinum spurdu vit lands-
stýrismannin, um tað er
rætt av okkum at varðveita
treytirnar frá fyrstu rundu
til hesa næstu?
Hann staðfestir, at upp-
skotið í stóran mun hevur
somu treytir sum tað gamla.
– Tað hevur verið tosað
aftur og fram um, hvørt
man skuldi linka treytirnar,
men vitandi um tann áhuga,
sum er, so hevur man
hildið, at man kundi halda
fast við tær upprunaligu
treytirnar. Tí tað hevur ikki
víst seg, at tær hava hildið
feløgunum aftur at koma
higar. Við undantaki av at
upphæddin til at fáá út-
bjóðingartilfarið er lækkað
nakað, so eru hinar treytir-
nar tær somu.
Bjarni Djurholm sigur
annars, at tað at vit fara
undir eitt nýtt útbjóðingar-
umfar eigur eisini í Før-
oyum at geva okkum eina
ávísa vón um, at tað kanska
fer at ganga betur hesaferð
enn seinast. -Tað tykist fyri
mær sum at tað er áhugi
fyri tí føroyska landgrunn-
inum og er tað soleiðis, at
feløgni raka við nakað
eystan fyri markið í summ-
ar, so verður tað veruliga
spennandi í Føroyum. Latið
okkum tí halda fast við tað
vit hava bygt upp og vóna,
at tað spyrst okkurt positivt
burtur úr, tá tað verður
greitt, hvør kemur at bjóða
uppá føroyska landgrunnin
um ársskiftið.
Landsstýrismaðurin
fegnast annars um, at fólk-
ini í Oljufyrisitingini síggja
hetta sum eitt framhald av
tí arbeiði, sum er gjørt
higartil og halda fast við
sína ekspertisu.
Bjarni Djurholm vónar,
at fleiri av teimum stóru
oljufeløgunum, fara at vera
við í 2. útbjóðing. Okkurt
er kanska meira ivasamt í
løtuni, meðan onnur ætla
sær at satsa uppá føroya-
økið, og tað er sera positivt.
Júst heimafturkomin av
ferð í Norðurnorra, har
m.a. stóra norska oljufelag-
ið Statoil var vertur, kennir
landsstýrismaðurin í olju-
málum seg sannførdan um,
at Statoil fer at vera eitt av
teimum feløgunum, sum
verður við í 2. útbjóðing
við Føroyar, og tað fegnast
hann um. – Felagið arbeið-
ir í økjum, sum líkjast tí
føroyska, so tá hugsað
verður um at raðfesta um-
hvørvi og trygd, man
felagið teljast millum tey
frægu.
Vóni fleiri oljufeløg vera við
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur
góðar vónir um, at
føroyskt vinnulív
megnar at fáa sátt-
málar í útlandinum
av sama slag sum
Atlantsflog hevur
fingið í Norra. Henda
fyrsta ferð hansara
sum nýklæktur olju-
málaráðharri gav
honum góða ballast
at arbeiða víðari á
økinum
OLJUFERÐ
Jan Müller
– Hesin túrurin hevur verið
stak positivur. Fyri tað
fyrsta hava vit staðfest, at
Atlantsflog megnar at gera
avtalur úti í heimi, og kann
man gera avtalur við norð-
menn, so kann man koma
langt. Norðmenn eru ikki
altíð lættir at gera avtalur
við, tí teir av summum
verða mettir at vera nokk so
protektiónistiskir. Tá At-
lantsflog so hevur megnað
hetta, trúgvi eg eisini, at
felagið kann koma nógv
longur. So tað í sjálvum sær
er eitt stórt stig.
Landsstýrismaðurin
heldur eisini,at tað er rætti
veguriun at ganga, tá At-
lantsflog roynir at troyta
aðrar
marknaðir.
Flog-
ferðsla er ein trupul vinna
og tess fleiri bein Atlants-
flog fær at standa á, tess
betur er tað fyri felagið og
fyri eigara, landsstýrið og
harvið eisini fyri landskass-
an.
Bjarni Djurholm heldur
somuleiðis, at tað er ein
náttúrlig kombinatión at
vera á slíkum túri umboð-
andi bæði oljuvinnu og
flogferðslu. Tað snýr seg í
síðsta enda um vinnu.
Tekur man so Atlantsflog,
so er tað við at blíva til ein
inngróvnan part av eini
møguligari oljuvinnu í Før-
oyum. Tvs. at Atlantsflog
onkursvegna verður ein
spegilsmynd av virksemi,
sum møguliga fer at koma
og tann, sum slóðar fyri, at
aðrar vinnur í Føroyum
hava møguleika at bjóða
seg fram.
- Eg haldi ikki, at før-
oyskar vinnur skulu luttaka
í oljuvinnu bara tí tær eru
føroyskar. Tær skulu lut-
taka, tí tær eru dugnaligar.
Og har haldi eg, at Atlants-
flog hevur prógvað, at tað
ber til og at við míðvísum
arbeiði kann man koma
rættiliga langt. So tá før-
oyska vinnulívið skal lut-
taka í oljuvirksemi, so skal
tað vera tí, at tað hevur
nakað at bjóða fram.
Bjarni Djurholm sigur, at
ferðin í Hammerfest, har
vitjað varð á oynni Melk-
øya, var heilt ótrúlig. Tað er
eitt so ófatiliga stórt an-
legg, sum har verður sett
upp har, at tú hevur ilt við
at ímynda sær, at tú kanst
brúka 45 mill. kr. uppá eina
verkætlan og at hon sam-
tíðis kann vera lønandi.
- Eg haldi eg sjálvur havi
fingið eina góða ballast á
hesum túrinum. Samanlagt
hevur hesin túrurin verið
eitt stórt upplivilsi.
Rætt at troyta aðrar marknaðir
Risastóru gasstangarnir á oynni Melkøya út fyri Hammerfest,
sum skulu goyma gass úr Barentshavinum
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, royndi eitt sindur av hvørjum, tá hann vitjaði í Hammerfest í Norðurnoregi í
farnu viku. Her er hann saman við oljufólki til døgurða við reinsdjórakjøti frá samum
Frá undirskrivingini av sáttmálanum millum Atlantsflog og norska felagið Aker Stord
C
M
Y
K
18