Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 7. apríl 2004 21 Børge B. Hansen fekk á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinu m serstaka gávu fyri virksemi sítt innan fótbóltin HEIÐURSGÁVA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasti parturin av aðal- fundinum hjá FSF var á skránni leygardagin. Umframt formligu viður- skiftini, har serliga nevnd- arvalið var samrøðu evnið, hevði nevndin eisini gjørt av at sýna einum fyrrver- andi nevndarlimi ein serlig- an heiður. Børge B. Hansen var partur av FSF nevndini frá fyrsta degnum og fram til aðalfundin í fjør, tá hann í seinastu løtu trekti seg, heldur enn at fara í stríðsval ímóti Niklas á Liðarenda um næstformanspostin. Tí fekk FSF ikki heiðrað honum ta ferðina, men á aðalfundinum hesaferð kundi fráfarandi formaðuri so biðja Børge koma upp eftir eini sømdargávu frá FSF. Gávan var ein málningur, og lógvabrestirnir vóru nógvir og hvøllir, tá Børge kom upp at taka ímóti málninginum, sum hann nú kann hanga upp á veggin heima í stovuni. Føroysku fótbólts- feløgini hildu ikki, at uppskotið um møgu- lig flytingarvindeygu var búgvið til støðu- takan FSF-FUNDUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sonevndu flytingarvind- eyguni vóru seinsata heyst sett í gildi í alheims fót- bóltsheiminum, men enn eru føroyingar so ikki vorðn- ir partur av hesum. Nevndin hjá FSF hevði annars eitt uppskot um flyt- ingarvindeyga til aðalfund- in. Uppskotið varð í fyrstu syftu tikið aftur av nevnd- ini, men á eykaaðalfund- inum varð tað lagt framaft- ur. Við tað at uppskotið fyrst varð tikið aftur, skuldi tó ein atkvøðugreiðsla til, har feløgini skuldu gera av, hvørt uppskotið yvirhøvur skuldi viðgerast, og hetta helt ein breiður meiriluti av feløgunum. Tað var tó ikki soleiðis, at feløgini vóru so øgiliga nógv fyri uppskotinum. Serliga tí tvinnir trupulleik- ar tóktust gera seg gald- andi. FSF hevði í sínum upp- skoti ásett, at flytingarvind- eyguni skuldu vera frá kappingarloki og átta vikur fram, og so í summarsteðg- inum, men serliga hetta fyrra hildu flestu feløgini vera alt ov lítið. Tað krevur í øllum førum, at feløgini skulu hava leikarahópir sín- ar upp á pláss innan jólini, og tað fall ikki í so góða jørð. Hin trupulleikin tóktist vera, at uppskotið hjá FSF fevndi um allar vaksna- mannadeildir og um bæði sáttmála- og áhugaleikarar. Her hildu feløgini, at tað átti at borið til at snikkað eitt serføroyskt uppskot til, soleiðis at atlit verða tikin til, at vit ikki hava verulig- an yrkisfótbólt her heima. Lítið konkret kom fram í so máta, men tað skiltist tó millum reglurnar, at flestu feløgini helst vildu hava, at eitt slíkt uppskot bert kom at fevna um sáttmálaleikar- ar í teimum báðum ovastu mansdeildunum. Og at glaðu amatørarnir soleiðis ikki skuldu verða læstir inni í eini stirvnari skipan. Eingin niðurstøða varð gjørd um málið, sum FSF- nevndin at enda tók aftur, men tað tóktist tó vera ein breið semja um, at feløgini og FSF í felag fara at ar- beiða víðari við málinum, soleiðis at ein loysn kann finnast. Kanska til komandi aðalfundin. Tað tóktist vera ein bein linja millum for- mansvalið og at- kvøðugreiðsluna á nevndarvalinum ann- ars, tá FSF hevði aðal- fund leygardagin FSF-NEVNDIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Umframt formansvalið, sum varð umrøtt í blaðnum í gjár, so var nevndarval eis- ini á skránni, tá FSF hevði aðalfund leygardagin. Fyri vali stóðu Rúni Heinesen, Karl Vidtfeldt og Christian Andreasen, og av hesum hevði Christian Andreasen borið seg undan afturvali. Hartil var sessur- in hjá Óla Holm leysur, eftir at hann nú var vorðin formaður, og soleiðis skul- du fýra nevndarlimir velj- ast. Hesir skuldu finnast millum teir fimm, Per Han- sen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt, og sam- tykti fundurin, at teir tríggir fyrstvaldu skuldu veljast fyri tvey ár, meðan tann fjórðvaldi skuldi taka sein- asta árið av skeiðnum hjá Óla Holm. Taktist spæl Og tað stóð skjótt greitt, at nakað av taktiskari telving var farin fram undan val- inum. Tað hevði annars ljóðað í krókunum, at fleiri av feløgunum høvdu ætlað sær at stemmað Karl Vidt- feldt úr nevndini, men støðu- takanin hjá B36 í formans- valinum broytti helst hetta. B36 var nevnliga eitt av feløgunum, sum skeyt Christian Andreasen upp til formansevni, og uttan at slíkar avtalur á nakran hátt kunnu staðfestast, so merkti hetta helst, at felag- ið samstundis misti fleiri møguligar atkvøður fyri sínum valevni til nevndar- valið. Og um nakað, so gjørdist hetta enn sjónligari, tá at- kvøðurnar vórðu taldar upp. Tað gjørdust nevnliga Bjarki Mohr og Magnus á Stongum, sum fingu flestu atkvøðurnar, meðan hinir tríggir so máttu berjast um teir báðar seinastu sessir- nar. Per, Rúni og Karl um- boða ávíkavist B36, KÍ og B71, og júst hesi vóru mill- um teirra, sum høvdu Christian Andreasen í upp- skoti. Endaliga úrslitið varð, at Rúni og Karl fingu 17 at- kvøður hvør, meðan Per fekk 13, og soleiðis ikki varð valdur í nevndina. Tiltakslimir skuldu tó eisini finnast, og her varð Per Hansen annað av upp- skotunum, meðan Mortan Poulsen eisini varð skotin upp, og teir báðir vórðu so valdir í hesar sessirnar utt- an atkvøðugreiðslu. Sostatt er nýggja nevndin í FSF mannað soleiðis: Óli Holm, formaður, Niklas á Líðarenda, næstformaður, Jens Erik Magnussen, Rúni Heinesen, Bjarki Mohr, Magnus á Stongum og Karl Vidtfeldt. Einki flytingarvindeyga Taktiskt nevndarval Børge varð heiðraður Dánjal Andreasen handar Børge B. Hansen gávuna fyri trúgva og drúgva tænastu. Fyri trúgva og drúgva tænastu gjøgnum millum annað 24 ár í FSF-nevndini fekk Børge B. Hansen ein málning frá FSF Mynd: Álvur Haraldsen Bjarki Mohr er ein av nývaldu nevndarlimunum í FSF. Hann er ættaður av Sandi, men hevur í mong ár búð í Havn og hevur spælt fótbólt við B71 og HB Savnsmynd 21 20 Nr. 68 - 7. apríl 2004 Smáunglingameistara kappingin í svimjing varð leygardagin hildin í Vági SVIMJING Tíðindaskriv Kappingin var í Vági og luttóku øll svimjifeløgini, 111 svimjarar íalt. Hetta er árliga meistara- kappingin fyri Bólkarnar 1 og 2 (bólkur 1 er árg 95 og yngri, og bólkur 2 er árg 93 og 94). Hetta vísti seg at blíva ein góð og spennandi kapping har fleiri svimjarar frá fleiri feløgum høvdu hug at blanda seg uppí tey fremstu. 6 gull til Hildur Stóri vinnarin í bólki 2 gjørdist Hildur av Fløtti úr HS , Hildur vann ikki færri enn seks kappingar, 100m rygg, frí, firvald, blandað og 50m frí og firvald. Ein annar svimjari í bólki 2 sum eisini rættuliga gjørdi um seg var Helena Strøm úr VS, Helena vann bæði 50m bringu og rygg og bleiv nr.2 í 100 rygg, 100 bringu og 100 blandað. Fríkappingarnar í bólki 2 vann Heðin Olsen úr Reka og Magnus Jákupsson vann bæði 50m og 100m rygg, her høvdu Ingi Michelsen frá VS og Pól Mohr frá FS góðan hug at blandað seg uppí men máttu taka til takka við hvør sínum øðr- um plássi. Arni Gregersen frá Skeggjum vann bæði 50m og 100m bringu í bólki 2. Aðrir vinnarar í bólki 2 vórðu: Torstein J. Fríðfinns- son úr Reka vann kapping- ina í 100 firvald, Dagmar Malena Winther úr HS vann 100 m bringu, Sasho Bjartsson úr HS vann kapp- ingina 100 m blandað, Sasho var eisini svimjarin í bólki 2 í veruliga kittlaði eittarnar í bibburnar, hann var nr. 2 í 50 frí , firvald og 100 bringu. Benjamin Siki- vat úr TS vann kappingina í 50 firvald, og kom inn á øðrum plássi í 50 m bringu og 100 m firvald og bland- að. Liðsvimjingarnar í bólki 2 vunnu HS og Reki. Bólkur 1 Í bólki 1 varð tað Poula Ø. Mohr úr FS, ið vann flest kappingar. Poula vann kapp- ingarnar í 100 m blandað, og 50 m frí, firvald og rygg. Svimjarin í Reka, Turid Christiansen gjørdi eisini um seg í bólki 1, hon vann kappingina í 50 m bringu og bleiv nr 2 bæði í 50 m frí, firvald og 100 m bland- að. Í bólki 1 vórðu fleiri sum vunnu hvør sína kapping, Jóhan Heðinsson úr FS vann kappingina í 50 m fir- vald, Hákun Edmundsson úr Flot vann kappingina í 50 m bringu, Tróndur J. á Høvdanum úr Skeggjum vann 50 m frí og svimjarin úr Ægir Alvi Mikkelsen vann kappingina 50 m rygg, og kom inn á øðrum plássi bæði í 50 m bringu og frí. Ólavur Fjørdal úr TS vann 100 m blandað. Gentirnar úr FS vunnu liðsvimjingina í bólki 1 4x50 m frí. Væleydnað tiltak Kl 20:00 um kvøldið var lítil samkoma í Auluni í Vágs Skúla har vinnandi svimjararnir fingu heiðurs- merkir. Sera áhugavert at síggja eina stúgvandi fulla høll av svimjararum, og ikki minst øllum foreldrum sum vórðu komin at heiðra børnunum. Eisini landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti var á staðnum og undirhelt eina løtu við onkrum spæli, varð annars frásøgumaður í svimjihøllina alla kapping- ina, og kom hann sera væl frá hesum, so sigast kann at hann dugir annað enn at taka tíð og læra svimjarar- nar at svimja skjótt. Næsta kapping er UM – Unglingameistarakappingin, hon verður í Klaksvík í døgunum 7., 8. og 9. mai. Seks gullmerki til ein svimjara Í løtuni eru tveir før- oyskir fótbóltsspælar- ar á vitjan í danska superligafelagnum AAB í Ålborg, har teir eru bodnir til venj- ingar næstu dagarnar FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir báðir, Símun Samuel- sen úr VB og Andrias Lava Olsen úr LÍF, eru bjóðaðir til Ålborg av danska felag- num, sum fegin vil síggja teir undir venjing. Teri venja við teimum yngru leikarunum hjá AAB, men høvið verður eisini hjá teimum at venja við super- ligahópinum hjá AAB. Spæla á eykaliðnum AAB hevur undan kapp- ingarbyrjan í Danmark í vár fingið nýggjan venjara, svian Erik Hamren, og teir báðir føroyingarnir fáa høvi til at venja undir navn- frama svianum. Komandi týsdag fáa Símun og Andri- as eisini høvi til at royna seg í dysti, tá ið teir skulu leika við eykaliðnum hjá AAB, sum skal spæla dyst móti eykaliðnum hjá super- ligafelagnum FC Midtjyl- land. Vanligt er í Danmark, at tað er ein blanding av ungum, evnaríkum leikar- um og so meiri royndum leikarum, ið kanska eru við at koma fyri seg eftir skaða, í leika á eykaliðnum hjá superligafeløgunum. Allir svimjararnir, ið luttóku í kappingini í Vági í vikuskiftinum, eru her avmyndaðir í svimjihøllini í Vági Savnsmynd Tveir føroyskir fótbóltsleikarar venja við AAB Ungi vágbingurin, Símun Samuelsen, er sjálvur annar í løtuni í Ålborg, har hann venur við danska superligafelagnum AAB Savnsmynd Samlaða býtið av heiðursmerkjum í Vági var annars hetta: felag gull silvur bronsa 1 Havnar Svimjifelag 12 8 7 2 Reki 6 4 5 3 Fuglafjarðar Svimjifelag 6 2 7 4 Skeggjar 3 8 1 5 Vágs Svimjifelag 2 4 1 6 Tvøroyrar Svimjifelag 2 3 5 7 Ægir 1 2 0 8 Flot 1 1 3 C M Y K 20